Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 112 - 14. juni 2007 tíðindi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Gamli kirkjugarðurin við Dr. Jakobsensgøtu í Havn varð nýttur fram til 1935, tá ið »nýggi« kirkjugarður við Velbastaðvegin varð tikin í brúk. Tó eru nøkur fólk grivin her í nýggjari tíð. Hesi eru í stóran mun hjúnarfelagar hjá teimum, ið lógu har framman­ undan. Kirkjugarðurion á Svína­ ryggi, sum hann er róptur, verður onkuntíð umrøddur, og hetta er tá merkisdagar er fyri onkran, sum liggur grivin her. Nú um dagarnar var tað í samband við, at 150 ár vóru liðin, síðan Rasmus Effersøe varð føddur, og í hesum sam­ bandi vóru kransar lagdir á grøvina hjá honum, og hetta gav eisini høvi til umrøðu í fjølmiðlunum. Tað er eisini sera gott, at vit hava eitt stað, sum vit kunnu seta í samband við fólk, sum hava havt stóran týdning í samfelagnum. Í veruleikanum er gamli kirkjugarður ein heil søgu­ bók fyri Havnina. Tá ging­ ið verður runt í kirkju­ garðinum, verður komið fram á ein hóp av grav­ steinum við nøvnum á meira ella minni kendum havnarborgarum, og nógvir av teimum hava eisini í ein stóran mun merkt alt føroyska samfelagið. Á eini vitjan í kirkju­ garðinum hittu vit Helga í Brekkunum, sum vegna bý­ ráðið røkir kirkjugarðin sum ein part av sínum virksemi. Hetta hevur eisini verið sera tiltrongt, tí fyri bert fáum árum síðani tyktist hann at vera sera misrøkt­ ur. Helgi er hegnismaður, og tað sæst eisini. Gøtan mill­ um gravirnar er grúsað, og tað er snøggað væl nógva staðni. Foreldur hálshøgd Helgi veit eisini væl um søguna hjá kirkjugarðinum. Kirkjugarðurin stavar frá 1782, tá ið kirkjugarðurin kring kirkjuna gjørdist ov lítil. Tað sigst, at fyrsta fólkið, sum varð jarðað, var »kona Jákup Hansen« og var hetta 21. mai 1782. Hon var dóttir Skælings­ systkini, og hon var fødd í 1704. Foreldrini, Marin Joensdatter og Hendrik Joenssøn, vórðu í 1706 avrættað fyri blóðskemd. Tey vóru hálvsystkin og høvdu fingið eitt barn saman. Systkini játtaðu seg sek og bóðu til fánýtis kong um náði. Tey vóru tey seinastu í Føroyum, sum vórðu avrættað. Tey eru eisini seinni jarðað í gamla kirkjugarði. Helgi veit at siga frá ver­ faðir sínum Trygva Rest­ orff, at tá ið molin varð longdur í 1928, komu teir fram á tvær beinagrindir við skansan, har skøltarnir lógu millum knøini. Hetta varð gjørt við slík, sum vórðu hálshøgd. Eisini fyri at forða teimum at ganga aftur! Tey vórðu síðan jarðað í gamla kirkjugarði­ num. Yvir 200 ár Elsti gravsteinur, sum vitað er um, er frá 1788, og er hetta kona John Michael Quilling, sum arbeiddi sum bøkjari hjá Ryberg keyp­ manni, og sum vit kenna frá Quillingsgarði. Quilling hevði havnardreingir í bøkjaralæru, og hann arb­ eiddi annars eisini fyri Ryberg á oynni Man. Ein annar av teimum Gamli kirkjuGarður í Havn sum søGubók: Sosialurin fer undir nýggjan tátt, har vit taka myndir av einstøkum gravsteinum, og gera ein lýsing av persóninum í grøvini. Fyrsta greinin verður um Heina Heinesen, beiggja William, sum doyði í Vancouver í Canada, men sum pápin Zacharias fór yvir eftir og fekk jarðaðan í Havn Systkin avrættað fyri blóðskemd Eitt av teimum mest áhugaverdu plássum í Havn er gamli kirkjugarður á Svínaryggi mitt í býnum. Í fyrstu grøvini liggur dótturin hjá tveimum systkjum, sum í 1706 vórðu avrættaði fyri blóðskemd he n d u r ið sl ep t u Til høgru bringumynd av Heina Heinesen, bróðir William Heinesen, sum doyði í Kanada, men er grivin í Havn