hósdagur 14. juni 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 14. juni 2007
47
tíðindi
elstu gravsteinunum er á
grøvini hjá prestinum Ras
mus Jørgen Winther, sum
tók stig til kirkjugarðin. Á
hesum steini varð skrivað:
Salige er de reene af hjer
tet.
Hetta sæst tó ikki í dag.
Kirkjugarðurin
verður
roknaður fyri at vera sera
forvitnisligur, og nógvir
fremmandir gestir koma
higar og eru hugtiknir av
honum. Tað forkunnuga er
eisini at hava ein so gamlan
kirkjugarð, sum ikki liggur
við kirkjuna.
Nøvn á steinarnar
Tað eru rættiliga nógvir
gravsteinar,
sum
síggja
gott út, og har teksturin er
meira ella minni nýggjur,
og tí sæst væl, hvør ið
liggur her.
Á nógvum øðrum stein
um sæst teksturin nærum
ikki ella als ikki. Hetta er
spell,
tí
kirkjugarðurin
kundi við innskriftum av
nøvnum verið meira full
fíggjaður sum ein søgubók
og eisini minnispark fyri
havnarfólk.
Tað er kanska ikki so
løgið, at gravir ikki verða
hildnar, tá hugsað verður
um, at tað grundleggjandi
eru meira enn 70 ár síðani,
at fólk vórðu jarðað har.
Gravsteinarnir eru eisini
nógvir sera áhugaverdir og
vakrir. Teir minna ofta um
minnisvarðar. Helgi upp
lýsir, at fleiri av hesum
merkisverdu steinum eru
gjørdir av Carlo Gugliel
metti. Mamman var av
Bornholm og pápin var av
italienskari ætt. Hann kom
til Føroyar í samband við
havnargerð í Havn í 20
unum. Sum nógvir danir,
sum komu higar tá, var
hann ikki heilt vanligur.
Hann helt saman við Ishøj,
ein
annan
sermerktan
dana.
Tað, sum vit vita um
Carlo, er, at hann er føddur
14. juni 1881 og deyður 7.
mars 1955, og er hann tískil
grivin í nýggja kirkjugarði
num
Í eini ólavsøkuskrá frá
1935 hevur hann eina
lýsing, ið ljóðar soleiðis:
CARLO
GUGLIELMETTI
Stenhugger
Anbefaler mig for Levering
af Gravstene og alt
forefaldende Bygnings
arbejde i Sten.
Virkið hjá honum var niðri
í Lítluvík.
Minni má varðveitast
Tað kann kanska sigast, at
tað ikki er uppgávan hjá
kommuni at røkja grav
steinar. Her kann sigast
bæði fyri og ímóti. Til
dømis kundi kommunan
saktans átikið sær at røkja
grøvina hjá til dømis einum
fyrrverandi borgmeistara
sum A. C. Lützen, sum
annars hevur merkt so
nógv fyri býin.
Men annars skuldi tað
neyvan heldur verið nakar
trupuleiki at fingið tær
ymisku ættirnar at rinda
fyri at halda gravirnar hjá
teirra egnu. Tá tað eru
nógvir
eftirkomarar,
er
eingin
einstakur,
sum
kennir seg at hava ábyrgd.
Men um skipað varð fyri at
fáa teir at lata eina eina
upphædd hvør til endamálið
at varðveita minnið um
teirra
forfedrar,
hevði
neyvan nakar borið seg
undan. Býráðið kundi tikið
stig til at skipa fyri hesum.
Eisini eigur at verða
roynt at staðfesta, hvør
liggur í gravum, har navnið
ikki sæst á gravsteinunum.
Hetta kann gerast enn í ein
ávísan mun.
Men heildarrøktin av
kirkjugarðinum er sjálvandi
ein kommunal uppgáva, og
her er nakað, sum kann
verða gjørt. Hetta kundi
eisini verið gjørt við snøgt
sagt at niðurleggja tær
gravir, sum greitt ongan
góðan hava, og har tað ikki
kann staðfestast, hvør ið
eigur grøvina. Tess betri
pláss vildi verið at gera
kirkjugarðin til eitt fríøki.
Nýggjan tátt
Sosialurin ætlar at fara
undir ein nýggjan tátt, har
vit fara at taka myndir av
einstøkum gravsteinum, og
so fara vit at gera ein lýsing
av persóninum í grøvini.
Hetta kundi so sum frá
líður blivið eitt meira ella
minni samlað yvirlit yvir
teir persónar sum liggja
her.
Hetta er ætlað sum ein
eggjan til, at kommunan
tekur stig til at seta meira
orku av til gamla kirkjugarð
í Havn. Hetta er ein eina
standandi møguleiki at fáa
sett havnarfólki eitt virði
ligt minni og at vekja
søguáhugan millum fólk
yvirhøvur.
Tað skal skoytast uppí,
at tað eru eisini áhugaverdir
gravsteinar
við
Havnar
Kirkju, sum eisini eiga at
vera við í hesi søguskriving.
Ein av hesum er hjá Niels
Skaale, sum hevur lagt
navn til Skálatrøð og sum
kanska eisini kann koma
við í hesi røð.
Dømi um fólk sum
eru jarðað her
Tað er hugtakandi at ganga runt í kirkju
garðinum og síggja hesi kendu nøvnini.
Her skulu bert verða nevnd nøkur dømi um
kend fólk, sum eru grivin her:
Hjúnini Eva og A. C. Lützen, sum var borgmeistari
í Havn
William G. Sloan, trúboðari, grundari av Brøðra
samkomuni.
Dánjal J. Danielsen, sum var trúboðari í Kongo
fyrst í hinari øldini
Djóni í Geil, sum var virkin á mongum økjum.
Hetta var ikki minni galdandi fyri hansara synir.
Kristin í Geil er millum annað kendur sum blað
stjóri á Tingakrossi og verji hjá minna manninum.
Petur Alberg, beiggi Kristin, liggur grivin her
saman við konu síni Jóhanna. Tað er í ár júst 100 ár
síðan, at tjóðsangurin við hansara lagi varð fram
førdur fyrstu ferð.
Poul A. Restorff, sum var ein av teimum, sum
spældi lagið fyrstu ferð, liggur eisini her. Hetta fara
vit eisini at minnast á Sosialinum, tá tann tíðin
kemur.
Fleiri av Müllerættini liggja her. Millum onnur
forfedrar í fleiri ættarlið hjá blaðstjóranum á Sosi
alinum.
Fleiri av Evensen ættini, sum vóru virkin vinnu
lívsfólk, liggja eisini her.
Fleiri av Restorff ættini, sum eisini hava sett síni
spor í samfelagnum.
Zacharias og Carolina Heinesen. Undir liðini á
teimum liggur sonur teirra Heini, sum doyði í
Vancouver vestast í Kanada í 1927. Pápi hansara fór
tann langa teinin yvir eftir líkinum. Tað serstaka við
hansara gravsteini er, at innsett í honum er ein
bronsubusta av Heina, gjørd av beiggjanum Williami
Heinesen.
Jens Mohr, kendur skipari og pápi Kjartan Mohr
Tað er áhugavert, at her er eisini ein barnadeild við
nógvum barnagrøvum, og minnir hetta um stóra
barnadeyðan í hesum tíðum.
Gamli Kirkjugarður í Havn goymir
upp á nógvar spennandi lagnur
Nógvir kendir føroyingar eru grivnir
í kirkjugarðinum á Svínaryggi