fríggjadagur 15. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
13
viðmerkingar
SEV heldur
allar trygdarforskriftir,
men óhapp kunnu henda
allastaðni – eisini hjá SEV.
Bert spell, at fyrrverandi
umboðsnevndar
formaðurin, Hans Tausen
Olsen, brúkar slík høvi
sum oljulekan á
Vágsverkinum at sáa iva
um alla trygdina í
Elfelagnum, men tað er
eyðsæð ein roynd at gera
politiskt "comeback" og at
jagstra okkum, sum í dag á
ábyrgdarfullan hátt royna
at føra felagið trygt inn í
framtíðina. Góði Hans
Tausen Olsen, niðanfyri
fært tú ærlig svar upp á
teir reingjandi spurningar,
tú setur í enn einum
útspillandi og jagstrandi
lesarabrævi 11. juni 2007
Øll starvsfólk hjá SEV
hava trygdina fremst í
huganum hvønn einasta
dag, og tey arbeiða eftir
ásettu trygdarreglunum.
Men Hans Tausen Olsen
smæðist ikki – eyðsæð í
hevnissøkum og við
politiskum vinningi fyri
eyga – at háða bæði tey og
Elfelagið, tá hann í
lesarabrævi 11. juni 2007
skrivar, at “Trygdin í SEV
er ein tikkandi bumba”.
Hans Tausen Olsen brúkar
sera harmiliga oljulekan á
Vágsverkinum til at sáa iva
um alla trygdina í SEV,
hóast hann veit betur.
Tað er órímiligt og
ábyrgdarleyst av einum
fyrrverandi
umboðsnevndarformanni
og núverandi
umboðsnevndarlimi at sáa
iva um trygdina í SEV, sum
dagliga verður umsitin
samvitskufult eftir ásettum
reglum. Henda atferð
sýnist uppaftur
ábyrgdarleysari, tá ein sær,
at maðurin vevur fakta upp
í ein ellubita og reingir
veruleikan í eini roynd at
jagstra teir, sum
umboðsnevndin hevur valt
at stýra Elfelagnum í
gerandisdegnum.
Óhapp kunnu henda
allastaðni - eisini hjá SEV.
Men Hans Tausen Olsen
velur eirindaleyst at brúka
trygdina í SEV og óhappið
í Vági í síni herferð, og
hann er ikki so frægt at sær
komin at viðgera veruligu
umstøðurnar kring hesi
evnini, sum tað sømir seg
rættskaffnum fólki. Góði
Hans Tausen Olsen, tú
biður meg svara
spurningunum í
lesarabrævi tínum. Tað geri
eg við hesum, men fyrst
fari eg í stuttum at greiða
tær frá rætta
samanhanginum í trygdini
í SEV, hóast tú átti at vitað
betur eftir 13 árum í
formanssessinum í
umboðsnevndini.
SEV hevur ein
góðkendan rakstrarleiðara,
ið umsitur reglurnar í "Stæ
rkstrømsbekendtgørelsen"
- eisini kallað SKS-
skipanin. Rakstrarleiðarin
hevur ábyrgdina av, at hetta
innaneftirlitið verður gjørt
sambært "Stærkstrøms-
bekendtgørelsen", sum í
roynd og veru er ein
trygdarskipan fyri bæði
lág- og háspenningin.
Stærkstrøms-
bekendtgørelsen hevur
einki við oljutangarnar í
Vági at gera. Trygdin kring
teir er ásett í øðrum
reglum, sum Brunaumsjón
Landsins og
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan umsita. SEV
hevur fylgt hesum reglum,
og eitt nú var neyðugt at
skifta takið á størra
tanganum í Vági í fjør
summar, tí tað var illa tart.
Men tá fór SEV eisini eitt
stig víðari og kannaði
veggirnar á tanganum við
at taka stakroyndir av
stálinum, sum er vanliga
mannagongdin, hóast tað
ikki var eitt krav at gera
tað tá. Tað er óvanligt at
gera sonevndar
røntgenkanningar av so
stórum flatum, sum tú í
tínum lesarabrævi annars
heldur vera sum at stinga
frens.
Eingin hevði nakra orsøk
at halda annað, enn at
tangin var væl umvældur
og sum heild í góðum
standi, eins og eg boðaði
frá á umboðsnevndar-
fundinum tann 30.
novermber í fjør. Vit vóru
nógv, sum vóru ovfarin, tá
tangin kortini fór at leka
bert fáar dagar seinni, tann
6. desember. Talan var um
eitt sera harmiligt óhapp,
sum tíverri nú verður brúkt
til at sáa iva um trygdina í
øllum SEV fyri egnan
politiskan vinning. Heldur
átti tú at róst dugnaligu
starvsfólkunum, sum bóru
skjótt og væl at, tá óhappið
hendi.
Síðani skal eg svara
tínum spurningum
Hvør stóð fyri kanningini
av oljutanganum í Vági og
veitti trygd fyri, at hann
var í lagi, soleiðis sum
stýrisformaðurin greiddi
umboðsnevndini frá?
Deildarstjórin fyri
framleiðsluna hevði vegna
SEV arbeiðið um hendi.
Hvør hevði ábyrgdina av
bunkringini? Ein skrivlig
avtala er gjørd millum
oljufelagið og SEV um m.
a. ábyrgdarbýtið undir
bunkringum. Avtalan ásetir
eisini mannagongdir, sum
skulu fylgjast. Hesar vóru
fylgdar út í æsir, og ikki
ein einasti dropi av olju lak
út undir bunkringini. Lekin
var í tanganum og ikki í
bunkringsskipanini.
Hvør hevði ábyrgdina
av, at tangagarðurin kundi
taka ímóti oljuni, um
óhapp hendi?
Tangagarðurin var bygdur í
1983 eftir teimum
forskriftum, ið vóru
galdandi tá, og sum
framvegis eru galdandi.
Garðurin er bygdur
rúmsáttari enn ásett í
forskriftunum, og hann
rúmar sostatt væl meira av
olju enn kravt. Botnurin í
garðinum hevur kortini
ikki verið nóg góður, tí ov
nógv av olju seyraði niður
í ein part av lendinum inni
í garðinum og út á sjógv.
Botnurin í tangagarðinum
kann hava fingið skaða
undir eini umbygging í
1989. Tað er harmiligt, tá
slíkt hendir, men SEV
hevur so væl sum gjørligt
roynt at bøtt um skaðan við
at seta í verk eitt umfatandi
ruddingararbeiði. Garðurin
verður nú tettur við
betongi. Dagliga ábyrgdin
av viðurskiftunum í SEV
kann eitt nú røkka frá
verkmeistara, øðrum
leiðarum umvegis
deildarstjórar upp til
stjóran og stýrið, og
soleiðis er eisini við
tangagarðinum.
Hvør hevði ábyrgdina
av, at ventilurin í
tangagarðinum stóð opin,
meðan olja var latin í
tangan? Ventilurin í
tangagarðinum er at meta
sum eitt vatnlás. Hann
stendur opin, so at
vatnnøgdir, sum savnast í
garðinum kunnu renna út,
men framman fyri ventilin
liggur ein vatnlásfunktión -
eisini nevnt ein oljuskiljari
- sum kann taka ímóti olju,
ið møguliga kann leka út í
garðin, t.d. tá arbeitt verður
upp á tangan. Oljan er
tyngri enn vatnið og
søkkur niður í
oljuskiljaran, meðan vatnið
framvegis ótarnað sleppur
at renna ígjøgnum ventilin.
Soleiðis verður
tangagarðurin dagliga
hildin tómur fyri vatn.
Stutt eftir, at menn høvdu
varnast oljulekan tíðliga
um morgunin tann 6.
desember í fjør, var
ventilurin skrúvaður fyri,
og bert smáar nøgdir av
olju runnu út ígjøgnum
ventilin, tí tað mesta legði
seg í oljuskiljarin -
vatnlásið - áðrenn nakað
rann ígjøgnum ventilin.
Sum nevnt undir spurningi
3, seyraði meginparturin av
oljuni, sum lak út um
tangagarðin, niður í lendið
inni í garðinum, sum ikki
hevur verið nóg tætt í
støðum. Her spyrt tú eisini
um ábyrgdina, og her er
svarið aftur, at ábyrgdin
eitt nú kann røkka frá
verkmeistara, øðrum
leiðarum umvegis
deildarstjórar upp til
stjóran og stýrið.
Hvør hevði ábyrgdina
av, at so stórar nøgdir
kundu renna út í Vágsfjørð
undir eini bunkring? Hetta
hevur tú misskilt, tí - sum
nevnt undir spurningi 2 -
lak ikki ein einasti dropi av
olju út undir bunkringini.
Hvør tekur ábyrgdina av at
gjalda fyri hendan
kleyvarskap, sum helst
kostar 10 milliónir krónur?
Ella hvat er kostnaðurin av
uppruddingini komin
uppá? Vísandi til tað
samvitskufulla arbeiðið,
sum starvsfólk í SEV gera
hvønn einasta dag, kenni
eg tað sum mína ábyrgd at
vísa aftur orðinum
“kleyvarskap” í tínum
spurningi. SEV hevur
dugnalig og ábyrgdarfull
starvsfólk, og tey hava ikki
uppiborið, at teirra arbeiði
verður skýrt kleyvarskapur.
SEV hevur sjálvsagt
ábyrgdina av óhappinum,
men kostnaðurin verður
býttur millum SEV og
Tryggingarfelagið Føroyar,
sum tekur við skaðanum
mótvegis triðja parti.
Kostnaðurin er ikki
uppgjørdur enn.
Hvussu nógv hevur
hendingin skatt náttúruna?
Er nøkur skráseting, sum
vísir, hvussu nógvur fuglur
doyði? SEV er ikki rætti
stovnurin at svara hesum
spurningi, tí tað eru aðrir
myndugleikar, sum taka
sær av hesum partinum.
Góði Hans Tausen
Olsen, tú heldur hetta
málið vera so álvarsamt
fyri Føroya fólk, at tú fegin
vilt hava meg at svara
spurningunum skrivliga.
Tað havi eg við hesum
gjørt. Eg fari at enda at
loyva mær at vísa tær á, at
tað er eitt nógv álvarsligari
mál fyri Føroya fólk, at tú
við reingjandi og stundum
beinleiðis ósonnum
upplýsingum sáar iva um
alla trygdina í SEV. Vilt tú
felagnum og
starvsfólkunum væl, so
gevst tú við tíni órímiligu
og ábyrgdarleysu framferð
og fert í staðin at viðgera
framtíðina hjá SEV sakliga
og virðiliga. Tað skyldar tú
- sum umboðsnevndar-
limur í SEV - Føroya fólki.
Ábyrgdarleyst at sáa iva um trygdina í SEV
stýrisformaður
Leivur Hansen
Føroya Postfelag skal við
hesum átala
mannagondina, sum brúkt
er í sambandi við ætlaðu
upp-sagnirnar á Postverki
Føroya, eins og
grundgevingarnar fyri
ætlaðu uppsagnunum als
ikki tykjast sannførandi.
Hóast postverksleiðslan
hevði biðið um fund við
umboð fyri felag okkara
hósmorgunin 14. juni
2007, so varð í
fundarboðunum einki
nevnt um, at ætlanin var at
siga fólk úr starvi, og tí
kom frá-boðanin um
ætlaðu uppsagnir púra
óvart á okkum í nevnd
felagsins.
Hóast postverksstjórin í
skrivi sínum til felag
okkara boðar frá, at
handanin av
ætlanarskrivunum verður
gjørt við etiskum fyriliti
fyri støðuni hjá
starvsfólkunum, so stendur
hendan fráboðan í andsøgn
við, at starvsfólkini nærum
samstundis, sum vit sótu á
fundi við postverksstjóran
fingu handað
ætlanarskrivini, og nevndin
í felag okkara fekk tí ikki
høvi at seta seg í sambandi
við hesar limir okkara,
sum púra ófyrireikaðir
fingu ætlanarskrivini
handaði.
Tá postverksstjórin í
fjølmiðlunum sigur, at
Føroya Postfelag ikki vildi
gera frávik í galdandi
sáttmála, so tykist hetta at
vera ein roynd at leggja
ábyrgdina fyri ætlaðu
uppsøgnunum á Post-
felagið, men vit skulu gera
vart við, at hvørki
postverksstjórin ella onnur
í leiðsluni fyri Postverk-
inum hava lagt fyri okkum
nakað ítøkjuligt uppskot
um frávik í galdandi
sáttmála okkara.
Tað er tí ein undanførsla,
tá postverksstjórin vil
rógva fram undir, at støðan
hjá Postfelagnum er
orsøkin til ætlaðu
uppsagnirnar, serliga tá
verandi sáttmáli er sagdur
upp og tað stendur
postverks-leiðsluni frítt at
seta fram sáttmálakrøv
síni, soleiðis at møguligar
broytingar kundu koma í
gildi 1. oktober í ár.
Tað harmar okkum, at
postverksstjórin fer í
fjølmiðlarnar við
úttalilsum, sum ikki kunnu
skiljast á annan hátt, enn at
felag okkara verður lagt
undir at hava medábyrgd
av ætlaðu uppsøgnunum,
og vit undrast á, hví stjórin
ikki heldur enn at seta kílar
í samstarvið millum
postverksleiðsluna og felag
okkara, roynir at fáa eitt
skilagott samskifti við
nevndina í felag okkara,
har báðir partar við virðing
fyri hvørjum øðrum, kunnu
umrøða støðuna á
arbeiðsplássi okkara og tær
broytingar, sum ætlanir at
fremja.
Tá postverksstjórin í
sjónvarpinum í kvøld sigur,
at postverksleiðslan saman
við Føroya Postfelag nú
skal til at skipa fyri m.a.
nýggjum bygnaði og
mannagongdum, so er
hetta ókent fyri okkum, tí
felag okkara hevur ikki
fingið høvi til at sett
fingramerki síni á nakað
av tí, sum
postverksleiðslan nú er í
ferð við at skipa fyri, hóast
vit hava roynt at fingið í
lag eitt mennandi samskifti
við leiðsluna, men boðini
vit hava fingið er, at
leiðslan ikki vil hava
skrivligt samskifti við
felag okkara, og orsøkina
kunnu vit bert ímynda
okkum.
Við framferðini hjá
verandi postverksleiðlsu er
skaptur veruligur fjáltur
millum starvsfólkini á
Postverki Føroya, og tað
boðar ikki frá góðun, at
verulig virðing ikki verður
víst starvsfólkunum og
fakfelagnum, sum
umboðar hesi starvsfólk,
og hetta kann tíverri koma
at hava rættuliga óhepna
ávirkan á stovnin og
framtíðarútlit hansara, tí
uttan at leiðsla og
starvsfólk vísa veruliga
virðing fyri hvørjum
øðrum, so spyrst neyvan
nakað gott burturúr.
Tórshavn, 14.06.2007
Postverksleiðslan skapar fjáltur
Tíðindaskriv
Føroya
PostFeLag