fríggjadagur 15. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
Týsdagin fekk Árni
Dam handa serligt
heiðursmerkið fyri
stóra arbeiðið fyri at
menna samstarvið
millum Føroyar og
Russland. Sosialurin
hevði ein mann við
handan tær annars
sera afturlatnu
dyrnar á russisku
sendistovuni í Keyp
mannahavn
NøvN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í sambandi við russiski tjóð
ardagin var, sum vant stór
móttøka á Russisku sendi
stovuni í Keypmannahavn.
Men í ár var ein minni mót
tøka hildin frammanundan.
Ídnaðar og orkustýrið í
Ruslandi hevði tikið stig til
at handa serlig heiðursmerki
til fólk, ið framum onnur
høvdu havt týdning fyri
samstarvið á ídnaðarøkinum
millum Russland og Dan
mark. Millum tey, ið fingu
hetta heiðursmerkið var
russiski heiðurskonsulin í
Føroyum Árni Dam. Fjøl
miðlar vóru ikki bodnir við,
men av tí, at yvirritaði er
sonur Árna, gjørdi russiska
sendistovan eitt undantak,
og sostatt fekk Sosialurin,
sum einasti miðil í heimi
num atgongd til bæði hand
anina, og til fundin, ið var
hildin áðrenn handanina.
Fyrsta av sínum slag
Tað er serliga skipanarkom
mitein fyri Rusland – Dan
mark Altjóða Fíggjarforum,
sum í samstarvi við russisku
ambassaduna hevur avgjørt,
hvør hevði uppiborið henda
serliga heiður. Hetta er
fyrstu ferð, at Russland
letur eitt tílíkt heiðursmerki,
og hetta er heldur ikki gjørt
í øðrum londum.
Árni Dam fekk heiðurin
fyri stóra arbeiði við russ
iskum skipum, ið hava vitj
að Føroyar, men eisini fyri
sítt virkið sum russiskur
heiðurskonsul, har hann eis
ini hevur verið við til at
skapt samband millum før
oyskur og russiskar myndug
leikar, við atliti til samstarv
landanna millum.
Stjórar og prinsar
Umframt Árna Dam fingu
stjórin í Danfoss, stjórin í
Carlsberg, stjórin í Dansk
Industri, formaðurin fyri
Danskt/russiskt felag og
Prins Dimitri Romanov av
Tsar ættini serliga heiðurs
merkið.
Handanin var sera formel,
og tað var russiski ambassa
dørurin í Danmark Dmitriy
Ryurikov, ið handaði heið
ursmerkið til ein sjónliga
rørdan Árna Dam. Eisini
var ídnaðar og orkustýrið í
Russlandi umboðað. Hetta
stýrið er sambært ambassa
dørinum týdningarmiklasta
stýrið í Russlandi.
Óheft og áhugaverd
Áðrenn sjálva handanina
var Árni við familju boðin
til kaffi saman við ambassa
dørinum, fiskarí attachéi
num Yury Piskarev og russ
iska konsulinum í Danmark
Sergey Popkov. Hesin fund
ur var á pappírinum ein
óformellur
kaffifundur,
men ein óformellur kaffi
fundur við tríggjar somikið
týdningarmiklar menn er
ongantíð heilt óformellur,
og bæði ambassadørurin og
fiskarí attachéin nýttu høv
ið, at vísa á, at Føroyar er
eitt sera áhugavert land, tá
tað snýr seg um samstarv.
Við, at Føroyar ikki eru
partur av ES, eru møgu
leikarnir fyri samstarvi og
ikki bert á fiskivinnuøki
num, sera stórir. Ambassa
dørurin, boðaði frá, at hann
eftir at hava verið í Føroyum
her fyri, í sambandi við
stóru
sendiharravitjanina,
hevði hann sent áheitan til
Moskva um, at fáa í lag
størri samstarv við Føroyar.
Sendiharrin sendi heilsu til
løgmann, og segði seg
vóna, at samstarvið land
anna millum kundi gerast
uppaftur størri. Árni hevði
somuleiðis heilsu við frá
løgmanni.
Fiskarí attachéin segði, at
hann metti avtalurnar mill
um Føroyar og Russland
vera sera góðar fyri báðar
partar, og vónaði at eins
gott samstarv kundi koma í
lag á øðrum økjum.
Takka fyri jólagávur
Áðrenn kaffifundurin end
aði, tók fiskarí attachéurin
eitt klipp úr Sosialinum
fram,. Hetta var grein um
føroysku jólapakkarnar, ið
russiskir sjómenn fáa frá
føroyingum. Hann sendi
eina stóra tøkk til allar teir
nógvu føroyingarnar, ið á
hvørjum ári vísa sín næstra
kærleika og gestablídni á
hendan hátt.
Eftir handanina var inn
boðin móttøka í ambassad
uni í sambandi við at russ
iskur tjóðardagur var. Hetta
var ein stak hugnalig løta
við nógvum gestum og góð
um mati.
Russar
heiðra
Árna Dam
Út við eitthundrað
sinnisveik savnaðust
í morgun við vøllin á
Argjum, har tey fara
at íðka ítrótt í allan
dag. Tað var sjálvur
landsstýrismaðurin
í heilsumálum, Hans
Pauli Strøm, ið setti
dagin
HEILSA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tey vóru ógvuliga spent,
tey flestu, nú tað fyri fyrstu
ferð verður skipað fyri
ítróttadegi fyri sinnisveik.
Onkur møtti longu
klokkan seks í morgun fyri
at rigga til til dagin. So vit
kunnu ikki siga annað, enn
at tey eru spent til hetta
tiltakið, segði Mary í Garði,
stjóri fyri Nærverkinum,
sum stendur fyri degnum.
Hugskotið kom annars
frá Stuðulstænastuni, sum
hevur økið sinnisveik undir
sær, og hetta mentist í sam
ráð við brúkararnar sjálvar.
Dagurin er skipaður sum
ein felags dagur fyri alt
landið, og fólk eru eisini
komin úr øllum heraðs
hornum út á Argir, har
graslíkisvøllurin hjá AB er
karmur um tiltakið.
Dagurin byrjaði við morg
unmati til allar luttakararnar
og
starvsfólk
klokkan
níggju, og tá so øll vóru
mett og væl sett, setti lands
stýrismaðurin fyri heilsu
mál, Hans Pauli Strøm,
stevnuna.
Hans Pauli gongur sum
kunnugt ógvuliga høgt upp
í heilsuna hjá fólki, og letur
ongan møguleika fara aftur
við borðinum, har hann
kann seta fokus á júst hetta.
Hann nevndi eisini Fólka
heilsuætlanina og tey fýra
átøkini í hesum sambandi,
tað er rættur kostur, tað er
ávaring
móti
tubbakki,
ávaring móti rúsevnismis
nýtslu og so síðst, men ikki
minst, likamsvirkni.
Vit kunnu róliga siga, at
tað, at verða virkin, at
svimja, at spæla bólt, at
ganga nógv ella renna – tað
er bæði heilsubót og sálar
bót fram um alt annað,
segði Hans Pauli Strøm.
Hann fegnaðist um tiltak
ið og nevndi, hvussu nógv
hugaligari alt er, tá tað eru
fleiri saman um tað, tey
gera.
Kroppurin er jú skaptur
til aktivitet. Hvat eru beinini
til? At koyra bil við? At
liggja á sofuni við? Nei, tey
eru skapt til at ganga við,
segði landsstýrismaðurin
Eisini Mary í Garði fegn
aðist um hetta tiltakið, sum
hon vónar og roknar við
verður eitt afturvendandi
tiltak.
Vit hava Løkjakaféina
her úti á Argjum, sum er
fyri tey sinnisveiku. Tey
skipa regluliga fyri ítróttar
ligum aktiviteti, sum til
dømis at bowla ella ganga
túrar. Og eg haldi eisini, at
Fólkaheilsurenningin hevur
verið við til at inspirera til
hendan ítróttadagin, segði
Mary í Garði.
Sjálvar kappingarnar byrj
aðu um hálvgum tíggjutíð
ina og halda fram til áleið
klokkan sekstan í dag.
Greinirnar,
ið
kappast
verður í, eru fótbóltur,
boccia, rundbóltur og kúlu
varp.
Rørsla er heilsubót og sálarbót
Árni Dam saman við fiskarí attachéinum Yury Piskarev, og dóttur Árna, Mathildu og konuni Marionnu.
Mynd: Buynevich Sergey
Boccia er eitt ógvuliga væl umtókt spæl, sum øll kunnu taka lut í