fríggjadagur 15. juni 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
Møti og gudstænasta
Sundalagsstevna: Hóast ein stórur partur av
stevnugestunum munnu fara til dystin í
Formuladeildini millum EB/Streym og KÍ, fara uttan
iva fleiri fólk at lurta eftir útifundinum sum verður
leygarkvøldið kl. 20. Hetta útimøtið verður beint við
missiónshúsið í bygdini og er tað vestmenningurin,
Jóannes Fonsdal sum skipar fyri saman við øðrum
fólki. Annars verður gudstænasta sunnudagin kl. 12 í
Hvalvíkar kirkju, har Marjun Bæk prædikar.
Seinasti dansurin
Sundalagsstevnan: Leygarkvøldið á midnátt
verður serstakur dansur í Eydnuni á
Oyrarbakka. Her fer kendi bólkurin
»Showmenn« at spæla – og sum skilst er hetta
seinastu ferð teir verða at hoyra. Sagt verður
frá, at bussur fer at koyra millum Hósvík og
Eydnuna í samband við dansin, sum endar kl.
04.
Streymnes: - Hetta er ann-
að árið at eg máli húsini.
Nústani verða tey liðug,
sigur Eyðun Andreasen.
Eyðun siglir annars út
við einum av skipunum
hjá føroyska reiðarí’inum
THOR í Hósvík.
Nú hann er heima var
hann farin undir at mála
húsini saman við soni-
num. Ætlanin var at fáa
tað gjørt í fjør, men tá viðr-
aði so stak illa.
- Ja, vindeyguni trongdu
harðliga til máling, sigur
Eyðun.
Feðgarnir báðir málaði
báðir við góðum huga í
góðveðrinum fyrrapartin í
gjár – hann vindeyguni á
altanini og sonurin klædn-
ingin.
Aftaná tað var ætlanin
at grundin skuldi hava ein
umgang við málingini.
- Ein má brúka góðveð-
ursdagarnar, tá teir eru
her, sigur hann.
- Vit eru bara farnar
ein lítlan túr í
góðveðrinum, siga
tær tríggjar, Birna,
Eilin og Fríðbjørg.
Tær arbeiða á
vøggustovuni við
Kráir.
Hvalvík: Tá veðrið er
soleiðis er bara eitt at
gera: Fara út í barnagarðin
ella fara útum barnagarð-
in.
Tær tríggjar valdu tað
seinna. Tóku nøkur børn
við sær og fóru so ein
gongutúr gjøgnum bygd-
ina fyrrapartin í gjár.
- Vit hava øll børnini
við sum kundu. Onkur lá
og svav, og tey komu so
ikki við í dag, siga tær.
Eftir í vøggustovuni var
ein
annar
starvsfelagi,
Kára sum hevði lovað at
hava ein døgurðabita klár-
an á middegi.
- Vit gleða okkum at
koma aftur til ein góðan
grýturætt,
siga
Birna,
Eilin og Fríðbjørg.
sb.
Mála hús til stevnu
Út í sólina at trilla
Eyðun í ferð
við at mála
vindeyguni
á altanini í
góðveðrinum í
gjár
Mynd: Snorri Brend
Tær tríggjar saman við børnunum. Vinstrumegin Birna við Brandi Gunnari, Hannusi og
Sólbjarti; Eilin við Karini og Teituri, og Fríðbjørg við Nataliu, Jóhan Eli og Lars Gunnari
Mynd: Snorri Brend
fótbólt
Taptu ímóti HBa
Í steypakappingini lá betri
fyri teimum, og tað var
rættiliga nær við at teir
komu í sjálva finaluna.
Teir spældu ein undandyst
ímóti besta liðnum hjá HB,
og vóru í roynd og veru
frammanfyri 2-1. seint í
dystinum.
Men í seinastu minuttu-
num fingu teir ein mann
vístan av vølli, HB fekk
brotsspark
og
endaði
dysturin at enda við sigri til
HBa.
– Tað var eitt sindur keði-
ligt at vit soleiðis skuldu
tapa 3-2, slær Jógvan fast.
Á
Sundalagsstevnuni
skulu teir spæla dyst móti
AB. Teir hava áður spælt
móti hesum liðnum, og
vunnu tá stórsigur – 7-2.
– Men ein má ongantíð
taka nakran dyst ov lætt,
staðfestir
Jógvan,
sum
spælir mitt á miðjuni hjá
smádreingjunum.
Góðar umstøður
Umframt spæl sítt á sjálvum
vøllinum, er hann eisini ein
íðin áskoðari, tá besta liðið
hjá EB/Streymi spælir sínar
dystir.
– Eg havi sæð allar dystir-
nar í ár, undantikið tveir,
sigur Jógvan.
Hann heldur sjálvur at
Formula-liðið er sera gott.
Og nú fáa teir so bæði leik-
vøll og fáa handað felags-
húsið um vikuskiftið.
– Nú skuldu verið góðar
umstøður hjá felagnum at
kunna blivið enn betri, slær
hann fast.