fríggjadagur 15. juni 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
39
Lærarastørv í
Skúlanum á Ziskatrøð
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1.
august 2007:
• 4 lærarar í fast starv.
• 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 fyri lærarar í farloyvi.
• 1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 at lesa avlopstímar.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og er fyrikomandi
• eru nærlagdir og stundisligir.
Lærararnir skulu hava førleika at átaka sær
eina ella fleiri av hesum lærugreinum:
• føroyskt, søgu/samtíð, tónleik, støddfrøði,
enskt, týskt og danskt.
Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur
ella samsvarandi førleika í nevndu lærugrein
um.
Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða
sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann
sum settur verður, er tænastumannasettur
lærari frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu mill
um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
Lønarflokkunum 18.1 27.4.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmæl
um skulu vera skúlanum í hendi seinast miku
dagin 20. juni klokkan 12.
Í skúlanum á Ziskatrøð verða komandi skúlaár
umleið 380 næmingar frá 1. – 10. flokk.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Skúlan á Ziskatrøð telf. 455025 (skúlastjórin),
444386 (Signar á Brúnni, skúlastjóri) ella telf.
443192 ( Ólav Sjúrðarberg, varðaskúlastjóri).
Starvsfólk til
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið søkir eftir starvsfólki til
umsiting felagsins at byrja eftir avtalu.
Uppgávu:
Starvsmannafelagið er í holtur við at menna
felagið og sóknast tí eftir fólki, ið við ágrýtni og
fakfelagsanda skal røkja áhugamál felagsins og
verða viðspælari hjá nevnd og tæna limum
felagsins. Tú kemur at starvast í umsiting felags
ins og eisini taka lut í dagliga umsitingarliga
arbeiði felagsins. Høvuðsdentur verður lagdur á
uppsøkjandi arbeiði, tiltøk í húsum okkara og
vera við til at stinga út í kortið framtíðarhugsjónir
felagsskapi okkara at gagni.
Førleikar:
Vit leita eftir einum starvsfólki við kunnleika til
og áhuga fyri fakfelagsarbeiði, ið eisini hevur
góð samstarvsevnir og hevur lætt at samskifta.
Kravt verður, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
og undir trýsti.
Fyrimunur er at hava umsitingarligar royndir,
góðan telduførleika, umframt góðan kunnleika
til enskt.
Setanartreytir:
Starvið er fulltíðarstarv, við møguleika fyri niður
settari arbeiðstíð. Vit bjóða eitt livandi og av
bjóðandi starv við menningarmøguleikum, har
tænasta og limarøkt er í hásæti.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum
millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknin skal vera Starvsmannafelagnum í
hendi 1. juli 2007. Merkið brævbjálvan: Umsókn.
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til
Gunnleiv Dalsgarð, formann felagsins á tlf.
314868.
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn.
Starvsmannafelagið er stórsta fakfelag á almenna arbeiðsmarkn
aðinum við uml. 1900 limum, sum starvast í teimum 4 sáttmálaøkjum
felagsins, Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før
oya, S.E.V og Føroya Tele (Føroya Arbeiðsgevarafelag), felagið hevur í
dag tilsamans 116 álitisfólk á arbeiðsplássunum innan sáttmálaøkini.
Starvsmannafelagið gevur út Starvsblaðið og hevur umframt kunn
ing á heimasíðu felagsins www.starvsmf.fo. Í umsiting felagsins
starvast formaður og skrivari felagsins.
Maskinmaður
Maskinmaður søkist til Snæfugl SU-20,
laksabrunnbátur í Skotlandi og Noreg.
Báturin sær gott út og lastar uml. 12.000
laksir. Motorurin er 1300 hk og 957 kw.
Áhugaði kunnu venda sær til:
Sildarvinnslan hf.
Hafnarbraut 6 · Neskaupstaður · Ísland
T-postur: hakon@svn.is · Tel 00 354 895 9909
www.svn.is
søkir eftir
lærara
Talan er um fast starv á:
• Maskindeildini
Vit vænta, at tú hevur:
• sveinabræv innan økið
• evni og hegni at arbeiða við ungdómi
• viðkomandi starvsroyndir
• hollan og dagførdan kunnleika innan økið
Fyrimunur er, um tú hevur víðari útbúgving og
teldukunnleika.
Vit bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv, saman
við royndum starvsfeløgum
• møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving
innan økið
• løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Tú:
• skal senda umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndum innan 21. juni 2007
til:
Tekniska Skúlan í Tórshavn
Postrúm 3239,
110 Tórshavn
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú
venda tær til:
Helga Mortensen, deildarleiðara á maskin
deildini tlf. 308050
Starvið, sum umfatar undirvísing av maskin
smiðum og SITnæmingum, skal setast 9.
august 2007. Fyrstu 2 árini eru royndartíð,
har tú, sum settur/sett verður í starv, má vera
til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður
seg námsfrøðiliga ella aðra førleikagevandi
útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur/
sett í fast starv.
Maskindeildin tekur sær av undirvísing av maskinsmiðum
og SITnæmingum. Á deildini starvast 6 lærarar og ein
verkvørður
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og í
ávísan mun víðari útbúgvingum, sum skúlin hevur.
Maskinførari
Søkt verður eftir maskinførara,
at byrja beinanvegin.
Samtakið
Hansen & Jakobsen
Tlf. 211643 · 210471
lýsingar