Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 113 - 15. juni 2007 Søkir eftir Skrivstovufólki Í samband við at skrivstovufólk okkara fer í farloyvi, søkist eftir einum skrivstovufólki til setan frá 1. august 2007 og fram til summarið 2008. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: • Dagliga gongdin hjá Deyvafelagnum og Deyvahúsinum. • At fyrisita Deyvafelagið undir leiðslu av nevnd felagsins. • At skipa fyri fundum í Deyvafelagnum. • Samskifti Deyvafelagsins við almennu myndugleikarnar. • Samskifti Deyvafelagsins við tænastuveitandi stovnar, t.d. viðv. Sjónvarp Føroya o.ø.. • Samskifti Deyvafelagsins við útheimin m.a. Norðurlandaráðið hjá Deyvum og Danske Døves Landsforbund. • At savna tilfar til heimasíðu Deyvafelagsins – www.deaf.fo. • At hjálpa leiðsluni (nevndini) í Deyvafelag­ num at fyriskipa tiltøkum Deyvafelagsins. • Dagliga samskiftinum við limir Deyvafelagsins. • Innsavning til rakstur Deyvafelagsins. • Dagliga rakstrinum (m.a. útleiguvirksemi) og viðlíkahald av Deyvahúsinum. Neyðug førleikakrøv og persónsmenska: Søkt verður eftir fólki, ið kann arbeiða sjálvstøð­ ugt, hevur útbúgving og royndir innan vanligt skrivstovuarbeiði og annars røkja omanfyri­ nevndu uppgávurnar. Men fyrst og fremst verður dentur lagdur á, at umsøkjarin hevur hug og hegni at seta seg inn í viðurskiftini teirra deyvu, at taka til sín deyva­ mentanina, at hava áhuga í at læra teknmál, og annars er sinnaður at brúka part av orku síni at menna lívsvirði teirra deyvu. Arbeiðstíð og løn: Starvið er ½­tíðarstarv, og verður arbeiðstíðin annars ásett í samráð við leiðslu Deyvafelagsins. Lønin er ásett sambært sáttmála við Starvs­ mannafelagið. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjørg Hjelm á tlf.nr. 31 75 97 ella 51 75 97 Umsóknir skulu verða Deyvafelagnum í hendi í seinasta lagi 23. juni 2007 og verður at senda skrivliga til Deyvafelag Føroya Postboks 2001 FO­165 Argir Skrivstovufólk Vegna økt virksemið verður hervið søkt eftir einum fólki til skrivstovu okkara at arbeiða fulla tíð. Møguliga kann talan blíva um skrivstovu­ lærupláss, og í so fall, má umsøkjari hava HH ella FHS prógv. Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella royndum innan skrivstovuyrki hava fyrimun. Høvuðsuppgávurnar vera: • Bókhald • Lønaravgreiðslur • Og annað sum hoyrir skrivstovuyrkinum til Til tíðir kann nógv vera at gera, so tí má umsøkjarin tola at arbeiða uttanfyri arbeiðstíð, um tað gerst neyðugt. Ynskt verður, at tú byrjar skjótast gjørligt, men vit eru tó til reiðar at bíða eftir rætta umsøkjaranum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jan Danielsen, stjóra á tlf. 44 99 77 ella 74 99 77. Til ber eisini at senda teldupost til jandan@post.olivant.fo Heldur tú at hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn saman við avritum av prógvum og viðmælum í seinasta lagi 22. juni 2007 til: SEA-STAR Contractors Spf. Heiðavegur 72, Box 220 FO­610 Saltangará Viðmerk: “umsókn um skrivstovustarv” SEA-STAR Contractors Spf. er eitt av nýggjaru byggifeløgunum í Føroyum. Vit hava uml. 40 fólk í starvi. Í løtuni hava hava vit nøkur byggiarbeiðir í Grønlandi, og nøkur í Føroyum. Eisini reka vit ein persónbilaverkstað. Afturat tí hava vit eitt felag, sum burturav tekur sær av kavaraarbeiði. Skrivstova okkara er í leigaðum hølum í Saltangará, men vit eru ígongd við at byggja bygning á Toftum, og tá hann er liðugur um vónandi eitt hálvt ár, verður skrivstovan flutt á Toftir. Hús á Strondum til sølu Talan er um hús á Lágarvegi 20, matr. nr. 522. Húsini eru frá umleið 1910 og standa í friðaligum og veðurgóðum umhvørvið. Grundøkið er 584 m2 til støddar. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst og kann síggjast eftir avtalu. Áhugað kunnu seta seg í samband við Jens Wang, adv. á teldupost jwa@ faroe-law.fo ella við at ringja á tlf. 359900/ 219903. Kassafólk Søkt verður eftir fólki at passa kassan og fylla vørur upp fyrrapartar og seinnapartar, aðruhvørja viku og annanhvønn leygardag, at byrja beinanvegin ella smb. avtalu. Pf. Johannes Andreasen · Grønlandsvegur 16 Tel. 31 20 87 · ja@post.olivant.fo Pick uP Til sølu Mitsubishi L200 árg. 09/01 koyrt 85.000 km. Lastbilurin hevur sleipikrók. Tlf 211269 lýsingar