fríggjadagur 15. juni 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
41
Brót upp úr nýggjum
Trý spennandi fulltíðarstørv í Suðuroy til nýggja
skipan innan sernámsfrøði
NSR-tænastan (námsfrøðiliga-
sálarfrøðiliga ráðgevingin) fer at
liggja í Vági, men arbeiðsøkið er øll
Suðuroy.
NSR-tænastan
• samskipar serundirvísing og
ráðgeving millum skúlar, stovnar,
myndugleikar og foreldur í økinum
• veitir kommunum ráðgeving í
sernámsfrøðiligum spurningum
• skipar fyri skeiðum til starvsfólk og
foreldur
• skipar heildartilboð til næmingin
við serligum tørvi. Tænastueindin
• hevur samstarv við barnaverndar-
stovur, heilsusystrar og sosialar
deildir
2. Sálarfrøðingur
Tú hevur útbúgving sum sálarfrøð -
ingur. Tað er ein fyrimunur, at tú
hevur arbeitt við børnum. Arbeiðs-
uppgávurnar vera m.a. at kanna
børn í økinum og vera við til at
samskipa og ráðgeva í sambandi
við tiltøk kring børn við serligum
tørvi.
3. Skrivstovufólk
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur
skrivstovuútbúgving og arbeiðs-
royndir. Arbeiðsøkið er m.a. vanligt
skrivstovuhald, skráseting og skriv-
arauppgávur.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sum skjótast.
Lønar- og setanarviðurskifti verða
sambært galdandi sáttmála við av -
varðandi fakfeløg. Samskiparin
verður sett ur í Sernámsdeplinum
við fyri bils tænastu í Suðuroy.
Sálarfrøðistarvið verður skipað í
samstarvi ímillum Sernámsdepilin,
Barna verndartænastuna og
sálarfrøðingin, ið settur verður.
Skrivstovufólkið verður sett í Vágs
Kommunu vegna kommunurnar í
Suðuroy.
Umsókn
Umsóknir við neyðugum prógvum
og viðmælum skulu í seinasta lagi
13. juli 2007 sendast til:
Sernámsdepilin, Frælsið 32,
110 Tórshavn
Meira fæst at vita um størvini við at
venda sær til Hans Eli Dahl, stjóra
í Sernámsdeplinum, tlf. 314522,
t-postadr. hanseli@snd.fo, ella til
Janus Jensen, undirvísingarleiðara í
Mentamálaráðnum, tlf. 355050,
t-post janus@mmr.fo
Nýskapan og menning eru neyð ug
innan sernámsfrøðiliga økið. Tað
hava Mentamálaráðið, Ser náms-
depilin og kommunurnar í Suður-
oy ásannað og hava tí valt at seta
á stovn eina nýggja skipan innan
sernámsfrøði.
Søkt verður eftir 3 framfýsnum
starvsfólkum til at manna eitt gott
toymi saman við serlærarunum í
økinum í einari sernámsfrøðiligari
eind í Suðuroy, sum verður stovn -
sett 1. august 2007 ella skjót ast
til ber eftir hetta. Tænastu eindin
virkar sum sjálvstøðug eind undir
Sernámsdeplinum.
Størvini
Tú gert tær hugsanir um, hvussu
sernámsfrøðin kann mennast og
samskipast. Tú skalt kunna arbeiða
sjálvstøðugt og samstundis hava
hug og hegni at arbeiða tvørfakligt
og at samstarva við aðrar fakbólkar.
1. Samskipari
Tú hevur útbúgving sum lærari og
hevur arbeiðsroyndir. Tað er ein
fyrimunur, at tú hevur leiðsluroyndir
og viðkomandi eftirútbúgving.
Arbeiðsuppgávurnar vera m.a. at
leiða og fordeila arbeiðið í tæn astu-
eindini og vera tann, sum er andlitið
úteftir.
sansir.fo
SERNÁMSDEPILIN
Lærarastørv og
størv sum stuðul
í Norðskála-Oyrar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar:
• 3 lærarar í fast starv frá 1. august 2007
• 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan
tørv og avlopstímar
• 1 starv sum stuðul 30t/v
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru
í skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Skúlanum tørvar fólk til:
• Skúlabyrjan við serligum atliti at
byrjunarlesing
• Innskúlin, so skiftið frá barnagarði til skúla er í
góðum hondum
• Undirvísing í sangi og tónleiki
• Skúlabyrjan við serligum atliti at rokning
• Rokning við eldru flokkunum
• Toymisarbeiði
• Frálæru í ítrótti og svimjing
• Frálæru í leiki
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu hava
læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørv
unum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1.
september 2007.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar
flokkunum 18.127.4
Starvið sum stuðul verður lønt sambært sátt
mála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar
málaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera 1.læraranum
í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. juni kl. 10
Setanarsamrøður verða í døgunum 21. og 22.
juni.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Óla Jákup Joensen, 1. lærara, á tlf. 442245 ella
771035. Eisini ber til at senda teldupost til 1.
læraran: oli.jakup.joensen@skulin.fo
NOrðskála-Oyrar skúli
Postboks 39 · FO400 Oyrarbakki
Tlf. 442245 / 422275 og 771035
Norðskála-Oyrar skúli hevur komandi skúlaár umleið
70 næmingar í 5 flokkum. Við skúlan fara at starvast 8
lærarar, 1 stuðlul, og reingerðingarfólk.
Komandi skúlaár fer skúlin at arbeiða við at seta í verk
fleiri menningarætlanir.
Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni:
skular.sunda.fo
Hús ella íbúð
Fyri eitt av starvsfólkum okkara verður sóknast
eftir húsum ella íbúð til 1. august 2007.
ALMANNASTOVAN
Postboks 3096 · 110 Tórshavn
lýsingar
Handilsútgerð til sølu
Millum annað tráðhillar og tráðkurvar, sum
kunnu stáplast.
Tel 443080 ella 743080