fríggjadagur 15. juni 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 113 - 15. juni 2007
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Dumpari til sølu
Við hesum verður fylgjandi dumpari lýstur til sølu:
Cat 769 Dumpari árg. 1979, 8.974 tímar, LV-D 36.
Øll eru vælkomin at geva tilboð uppá dumparin.
Tilskilast skal, um tilboðini eru við ella uttan mvg.
Dumparin verður seldur, um nøktandi tilboð verður givið.
Tilboð skulu vera í afturlatnum brævbjálva og vera Landsverki í hendi
í seinasta lagi tann 30. juni, 2007 kl. 15.00.
Dumparin kann eftirhyggjast og roynast eftir avtalu við Jóan Petur
Patursson, rakstrarleiðara á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, á tlf. 540 950.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
SØLA
Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo
Handverkari og maskinførari til Kommunalu Brennistøðina
Søkt verður eftir tveimum dugnaligum og røskum starvsfólkum til jarnplássið á Kommunalu
Brennistøðini. Størvini umfata í høvuðsheitum skiljing, sundurkuting og samantrýsting av jarni;
lossiarbeiði; umhvørvisviðgerð av bilvrakum; umframt reinhald og viðlíkahald av øki og útgerð á
plássinum.
Setanarviðurskifti: Um skikkaðir umsøkjarar eru til størvini, verða tey sett skjótast gjørligt og
sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfeløg.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar
kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juni 2007. Merkið
umsóknina „Starvsfólk til Kommunalu Brennistøðina“.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bárð Michelsen, deildarleiðara, tlf 302040, ella Berg
Johansen, arbeiðsleiðara á jarnplássinum, tlf. 211238.
Pedagogar til Býlingshúsið á Norðasta Horni
Søkt verður eftir tveimum pedagogum, til barnagarðsstovu, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja
6. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum á
Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi leygardagin 30. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906.
Pedagogar til Barnagarðin og vøggustovuna við Velbastaðvegin
Søkt verður eftir tveimum pedagogum, til vøggustovu, at arbeiða ávíkavist 20 og 25 tímar um vikuna
at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir tveimum pedagogum, til barnagarð, at arbeiða 35 tímar at byrja 6. august
2007 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir tveimum pedagogum, fyri pedagogar í farloyvi, at arbeiða 32-35 tímar um
vikuna at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Farloyviðstíðin er fram til juli 2008.
Um pedagogar ikki eru til øll størvini, verða hjálparfólk sett í starv.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Barnagarðinum við
Velbastaðvegin, Velbastaðvegur 41, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Monu Rasmussen Mohr, stovnsleiðara, tlf. 302180.
Pedagogar til Stella Maris vøggustovuna
Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða ávíkavist 25 og 30 tímar um vikuna at byrja 6.
august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eisini eftir einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna, fyri pedagog í farloyvi, at byrja
6. august 2007. Farloyviðstíðin er fram til 1. mai 2008.
Søkt verður eisini eftir einum varaleiðara, fyri pedagog í farloyvi, at arbeiða 40 tímar um vikuna at
byrja 6. august 2007. Farloyviðstíðin er fram til 1. februar 2008.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Stella Maris
vøggustovu, Varðagøta 11, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Eldevig, tlf. 312853 / 212853.
Pedagogur til Frítíðarskúlan Smílibýlið
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 6. august 2007 ella eftir
nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Frítíðarskúlanum
Smílibýlið, Stoffalág 82, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 2. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Dahl, leiðara, tlf. 214879.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
blandt soldater i Danmark
cafémedarbejder med sociale funktioner
på KFUMs soldaterhjem
VOLONTØR
Arbejdet som volontør består i at sælge mad og drikke til soldaterne,
lave mad, vaske op og gøre rent samt i at nå ud med evangeliet til
soldaterne ved samtale, andagt, hygge og ved den gode menneskelige
kontakt.
Det er et job, hvor du vokser i selvstændighed og lærer at tage
beslutninger, og du får værdifulde erfaringer med at indgå i et team, hvor
åbenhed, samarbejde og humor prioriteres højt. Du opnår både per
sonlige og faglige kompetencer, som kan bruges senere i livet.
Der stilles værelse til rådighed, og volontøren spiser på soldaterhjemmet.
God volontørløn.
Søg direkte på www.kfumssoldatermisssion.dk under »jobmuligheder«
og »Unge medarbejdere«. Vælg et soldaterhjem, og udfyld et ansøg
ningsskema eller send
ansøgning til tj@kfumssoldatermission.dk
www.kfums-soldatermission.dk
lýsingar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo