fríggjadagur 15. juni 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
45
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna søkir eftir dagrøktarum at byrja skjótast
gjørligt.
Vit bjóða
• eitt sera sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tað heimliga
umhvørvið hevur stóran leiklut í gerandisdegnum
• hollan stuðul frá økispedagogunum í dagrøktarskipanini
• at ein triðingur av lønini verður skattafríur
Vit vænta at
• tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
• tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
• hølini, har børnini verða ansað, eru hóskandi
• møguleikar eru fyri uttandura virksemi
Setanarviðurskifti
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Ein triðingur av lønini
verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí
skattafríur.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Trónd Ennistíg, dagrøktarleiðara,
tlf. 302010, lokal 1089, teldupostur: trondur@torshavn.fo
Umsókn
saman við royndum, upplýsingum um útbúgving og møguligum
viðmælum skulu sendast Dagrøktarskipanini, Postboks 32, 110
Tórshavn.
Tórshavnar kommuna
Dagrøktarar
AVLOYSARASTARV
FYRI BÓKAVØRÐ
Starvið sum avloysari fyri verandi bókavørð
á Fuglafjarðar Bókasavni tíðarskeiðið 01.
september 2007 til 01. august 2009, verður
hervið lýst leyst til setan tann 01. august
2007 ella skjótast eftir hetta.
Starvið:
Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av
Bókasavninum, har tú kemur at arbeiða við
øllum vanligum bókavarðaarbeiði í tøttum
samstarvi við Kunningarstovuna í Fuglafirði,
sum heldur til í somu húsum, sum bóka
savnið.
Førleikakrøv:
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður,
men um so verður, at eingin umsøkjari er til
starvið við hesi útbúgving, so kann annar
umsøkjari verða settur í avloysarastarvið.
Tú skal hava viðkomandi førleika í enskum
máli í talu og skrift, somuleiðis sum tú skal
duga væl at orða teg bæði munnliga og
skrivliga, hava teldukunnleika og kunnleika
til nýmótans leiðsluamboð.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt avloysara
starv, har tú fært møguleika fyri at menna
bókasavnið.
Setanartreytir:
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sam
bært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Hevur tú áhuga
so ert tú vælkomin at senda skrivliga um
sókn saman við prógvum og møguligum
CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð,
Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda
verða ráðnum í hendi í seinasta lagi fríggja
dagin tann 13. juli 2007 kl. 15.00.
Nærri upplýsningar
fáast við at venda sær til Jákup Frants
Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702 ella
444006 lokal 11.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar Býráð
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Søkt verður eftir avloysara fyri ein av vaktleiðarum okkara, sum fer
í farloyvi. Arbeiðið umfatar rakstur av brenniovni í døgnvaktar-
skipan, umframt viðlíkahald, reinhald og røkt av útgerð, maskinum
o.ø. á brennistøðini.
Førleikakrøv
Tú skalt hava koyrikort og teldukunnleika á brúkarastøði.
Fyrimunur er við útbúgving og royndum sum handverkari.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 16. juli 2007 ella skjótast til ber. Starvið
verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og er
tíðaravmarkað í 1 ár.
Meiri fæst at vita
við at venda sær til Bárð Michelsen, deildarleiðara, tlf 302040, ella
Mikkjal Absalonsen, tekniskan leiðara, tlf. 302040.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal
vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 25. juni 2007.
Merkið umsóknina „Vaktleiðari til Kommunalu Brennistøðina“.
Tórshavnar kommuna
Vaktleiðari
nýggj
vøra
Nógv nýggj vøra heimkomin!
gamalt nýtt
Klaksvíksvegur 70
Tel 45 68 20
Lesið
- so eru tit við
lýsingar