fríggjadagur 15. juni 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
47
Lærarastørv og størv sum stuðul í
Fuglafjarðar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar:
• 2 lærarar í fast starv frá 1. august 2007
• 3 lærarar í tíðaravmarkað starv
skúlaárið 2007/2008 fyri lærarar í farloyvi,
lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar
• 1 lærari í tíðaravmarkað
parttíðarstarv (uml. 0,75) frá 16.
august til 12. oktober 2007 fyri lærara í
farlovyi
• 3 tíðaravmarkað parttíðarsstørv sum
stuðul skúlaárið 2007/2008. Hesi 3
størvini eru 20 t/viku, 27 t/viku og 24 t/viku.
Talan er um stuðul til næmingar, sum hava
serligan tørv.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum
eru í skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Harafturat skulu lærararnir hava førleika
at átaka sær eina ella fleiri av hesum
lærugreinum:
• kristnikunnleika, føroyskum, donskum,
enskum, støddfrøði, náttúru/tøkni, ítrótti,
tónleiki, evning, handarbeiði, bókasavn og
serligan tørv
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu hava
læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum
Tey, sum verða sett í starv sum stuðul, skulu
hava útbúgving sum námsfrøðingar ella sam
svarandi førleika.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara
størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn
1. september 2007.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
í lønarflokkunum 18.127.4
Starvið sum stuðul verður lønt sambært sátt
mála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar
málaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóra
num í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. juni
kl. 10
Setanarsamrøður verða í døgunum 18. og 19.
juni.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 444087 ella
737761. Eisini ber til at senda teldupost til
skúlastjóran: suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár um
leið 320 næmingar í 18 flokkum. Við skúlan
fara at starvast 33 lærarar, 3 stuðlar, 1 skrivari,
1 húsavørður og 45 reingerðingarfólk.
Komandi skúlaár fer skúlin at arbeiða við at
seta í verk fleiri menningarætlanir.
Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heima
síðuni: www.ffs.fo
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9 · FO530 Fuglafjørður · Tlf. 444087 / 737761
Lærarastørv
Hesi størv verða lýst leys at seta frá
1. august 2007
• 8 lærarar í føst størv
• 4 størv fyri lærarar í farloyvi
• 3 størv fyri lærarar í barnsburðarfarloyvi
• 2 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið
2007/08 vegna lækkað tímatal, serligan tørv
og avlopstímar.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• duga at samstarva, eru virkisfúsir og
fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir
og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
• leggja dent á stundvísi, nærlagni, fakliga og
námsfrøðiliga menning
Førleikakrøv
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.
Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu
eisini søkja størvini.
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu
undirvísa í hesum lærugreinum:
Føroyskum, støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, týsk
um, tøkni, ítrótti, donskum, lívfrøði, søgu og
kristni.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastu
mannasett frammanundan. Størvini eru lønt í
lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørv
unum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep.
2007.
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti prógvum og møguligum
ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi
í seinasta lagi 21. juni 2007 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlastjórans, tlf. 30 25 80 ella 21 19 47.
Tórsgøta 25 · 100 Tórshavn · Tlf. 30 25 80
Fax. 30 25 81 · www.skulin.fo/KOM · kom@skulin.fo
Kommunuskúlin hevur komandi skúlaár 573 næmingar, 2 flokkar í
hvørjum árgangi frá 1. til 7. flokki, 5 flokkar í 8. – 9. og 3 flokkar
í 10. árgangi.Innskúlingin heldur til í nýggja Skúlanum í Kongagøtu,
miðdeildin í Realskúlanum og 7. – 10. flokkarnir í høvuðsbygningi
num. Í skúlanum starva 56 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 skúlavørðir og
15 reingerðingsfólk. Vit leggja dent á at menna KT í undirvísingini, at
allir næmingar fáa sínar fakligu avbjóðingar í fjølbroyttari og mennandi
frálæru í styrktum samstarvi millum heim og skúla. Áhugað kunnu lesa
meira um skúlan á heimasíðuni.
Varaskúlastjóri
Starvið sum 2. varaskúlastjóri í Tórshavnar Kom
munuskúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august
2007.
Søkt verður eftir 2. varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við
leiðslu, starvsfólk og samstarvspartar skúlans
annars skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og
námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
• dugir at samstarva, er virkisfúsur og
fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir
og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
• leggur dent á stundvísi, nærlagni, fakliga og
námsfrøðiliga menning.
Harumframt skal 2. varaskúlastjóri saman við
1. varaskúlastjóra vera næsti medarbeiðari skúla
stjórans og
• átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av
leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri
skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri
medávirkan og medábyrgd
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving
og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verður
sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum
sett/ur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 20. juni
2007 kl. 12.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlastjórans, tlf. 30 25 80.
Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni,
www.skulin.fo/kom
Tórsgøta 25 · 100 Tórshavn · Tlf. 30 25 80
Fax. 30 25 81 · www.skulin.fo/KOM · kom@skulin.fo
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Venjingaramboð til sølu
Venjingaramboðini hjá Fragd & Fimi eru til sølu.
Ring á tlf. 51 71 00 og hoyr nærri.
Myndir kunnu síggjast á www.skyn.fo
lýsingar
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in