mánadagur 18. juni 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2007
39
Arbeiðseftirlitið
søkir verkfrøðing, maskinstjóra ella skipsførara.
Eitt av okkara starvsfólkum hevur tikið við nýggjum avbjóðingum og tí er eitt
áhugavert starv sum eftirlitsfólk á Arbeiðseftirlitinum leyst at søkja. Miðað
verður eftir, at seta starvið sum skjótast. Starvið er avbjóðandi og sjálvstøðugt,
og fer fram í einum góðum umhvørvi har leiðsla og starvsfólk javnan arbeiða
saman við ymiskum uppgávunum.
Vit ynskja at tú
- hevur hægri útbúgving, sum t.d. verkfrøðingur, maskinstjóri ella skipsførari.
- hevur áhugað í at menna føroyska arbeiðsumhvørvi.
- hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
- skrivar rætt føroyskt á ein lættskiljandi hátt.
- dugur at arbeiða sjálvstøðugt.
- hevur góð samstarvsevni.
Starvið umfatar
- at ogna sær vitan um eitt gott arbeiðsumhvørvi á tekniska og sosiala økinum.
- at seta seg inn í galdandi lógir og reglur á arbeiðsumhvørvisøkinum.
- kunningar og eftirlits vitjanir á virkjum og stovnum kring landið.
- viðger av ymiskum tekniskum spurningum innan arbeiðsumhvørvi.
- málsviðgerð sum fólk uttanífrá ella tú sjálvur byrjar.
Vit bjóða tær
- eitt gott arbeiðsumhvørvi har trygd, heilsa og trivnaður er umráðandi.
- góð hølisviðurskifti við øllum viðkomandi hentleikum.
- lagaligar arbeiðstíðir.
- sjálvum at vera við í tilrættaleggingini av arbeiðinum.
- viðkomandi skeiðluttøku her heima og uttanlands.
- at tín førleiki verður mentur.
Lønar og setanartreytir
Starvið er fast heiltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarstaðurin er Tórshavn. Arbeiðsøkið fevnir tó um alt landið og er tí
neyðugt at viðkomandi hevur koyrikort og bil. Ferðing kring oyggjarnar gevur
tíma, dag og náttarviðbót, eins og koyring við egnum bili gevur kilometurpening
eftir semju millum tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Skrivlig umsókn skal sendast til :
Arbeiðseftirlitið
Falkavegur 6
Boks 1400
110 Tórshavn
í seinasta lagi 25. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Karl Joensen, stjóra
á tlf. 357811 ella um Arbeiðseftirlitið á heimasíðu okkara www.arb.fo
Arbeiðseftirlitið
Falkavegur 6 - Boks 1400 - 110 Tórshavn
tlf. 35 78 11 - fax. 35 78 10 - www.arb.fo
lýsingar
Frá S & K felagnum
Kunnandi fundur fyri limir í S & K felagnum
verður í húsunum hjá S & K felagnum,
Traðarvegur 20 í Havn, mikudagin 20.6.2007
kl. 20:00
Á skránni verður kunning um nýggja
lønarsáttmálan og eftirlønarskipanina.
Nevndin í S & K felagnum
søkir eftir
lærara
Talan er um fast starv á:
• Maskindeildini
Vit vænta, at tú hevur:
• sveinabræv innan økið
• evni og hegni at arbeiða við ungdómi
• viðkomandi starvsroyndir
• hollan og dagførdan kunnleika innan økið
Fyrimunur er, um tú hevur víðari útbúgving og
teldukunnleika.
Vit bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv, saman
við royndum starvsfeløgum
• møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving
innan økið
• løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Tú:
• skal senda umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndum innan 21. juni 2007
til:
Tekniska Skúlan í Tórshavn
Postrúm 3239,
110 Tórshavn
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú
venda tær til:
Helga Mortensen, deildarleiðara á maskin
deildini tlf. 308050
Starvið, sum umfatar undirvísing av maskin
smiðum og SITnæmingum, skal setast 9.
august 2007. Fyrstu 2 árini eru royndartíð,
har tú, sum settur/sett verður í starv, má vera
til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður
seg námsfrøðiliga ella aðra førleikagevandi
útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur/
sett í fast starv.
Maskindeildin tekur sær av undirvísing av maskinsmiðum
og SITnæmingum. Á deildini starvast 6 lærarar og ein
verkvørður
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og í
ávísan mun víðari útbúgvingum, sum skúlin hevur.
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
Lýsið
við
brúktum
bilum