Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 Samstarvið i Útnorð­ urráðnum og Hoy­vík­ arsáttmálin bry­nj­ar okkum til at taka støðu til bæði EFTA og ES spurningin, heldur Poul Mich­ elsen, løgtingsmaður ÚTNORÐUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í seinastu viku hevði Útnorð­ urráðið evnisfund í Húsavík í Íslandi, har evnið var Út­ norður í globaliseraða heim­ inum. Poul Michelsen, sum um­ boðar løgtingið í útnorður­ ráðnum, sigur, at nógv varð tosað um handilssáttmálar, um EFTA, Evrop­asamveld­ ið o. s. fr. ­ Tað var ein góð ráð­ stevna, har nógv góð hug­ skot komu fram. Vit tosaðu nógv um Hoy­víkarsáttmál­ an, og grønlendingar gjørdu eisini greitt, at teir ikki vóru so áhugaðir í Hoy­víkarsátt­ málanum, sigur Poul Mich­ elsen. Poul Michelsen vísir á, at meðan føroy­ingar og íslend­ ingar fara ein veg vinnuliga og handilsliga, so draga grønlendingar annan veg. Teir eru ikki so áhugaðir í Hoy­víkarsáttmálanum, og teir siga beinleiðis, at teir vilja ikki gera vegin kláran hjá íslendingum at key­p­a Grønland, sum teir taka til. Grønlendingarnir avvístu kategoriskt at verða við í Hoy­víkarsáttmálánum. Umboð fy­ri EFTA vóru eisini við á fundinum, og teir greiddu frá, hvørjar møguleikar útnorðurlondini hava at taka luta í EFTA­ samstarvinum. ­ Tað var rættiliga týðu­ ligt, at okkara statsrættarligu viðurskifti ikki eru ein forð­ ing fy­ri limaskap­i í EFTA, sigur Poul Michelsen. Ole Stavad, formaður í Norðurlandaráðnum var eis­ ini við, eins og russisk og norðurnorsk umboð eisini vóru við. ­ Eingin veit, hvørjir møg­ uleikar eru við Hoy­víkar­ sáttmálanum. Vit skulu mugu bara gera okkum greitt, at vit á handilsliga økinum eru aftan fy­ri íslend­ ingar, men við hesum sátt­ málanum, so eri eg sann­ førdur um, at vit fara at mennast handilsliga og vinnuliga, sigur Poul Mich­ elsen. Honum dámar ikki kuvøs­ up­olitikk, sum hann tekur til og vísir á grønlendsku støðuna, har tey­ ikki vilja luttaka í hesum samstarvi av ótta fy­ri at verða við und­ irlutan. ­ At by­rgja okkum inni kemur ongantíð at bjarga okkum, men hinvegin fara vit at vaksa við up­p­gávuni, heldur Poul Michelsen, sum sær nógv p­ersp­ektiv í Hoy­­ víkarsáttmálanum og í útnorðursamstarvinum sum heild. ­ Vit kunnu ikki gerast limir í ES. Vit eru ikki limir í EFTA. So er sp­urningurin, hvat vit so kunnu gera. Íslandssáttmálin er tí ein møguleiki, sum vit eiga at troy­ta, vísir hann á. Poul Michelsen heldur eisini, at samstarvið við Ísland fer at menna okkum til betur at duga at taka støðu til bæði EFTA og ES­ sp­urningin. Kjakið um ES fy­llir ann­ ars nógv í íslendskum p­oli­ tikki. Javnaðarflokkurin, sum júst hevur skip­að stjórn saman við stóra Sjálvstæðis­ flokkinum er fy­ri ES­lima­ skap­i. Hóast Sjálvstæðis­ flokkurin er ímóti, so hoy­r­ ast alsamt fleiri y­ngri røddir í flokkinum tosa fy­ri ES­ limaskap­i, vísir Poul Michelsen á. Poul Michelsen letur annars væl at ráðstevnuni og arbeiðinum í Útnorðurráðnum sum heild. Hann sigur, at arbeiðið er nógv broy­tt síðstu árini. Fy­rstu árini var arbeiðið meira ein viðfáningur og hevði heldur sosialan týdn­ ing. Nú verður størri dentur lagdur í arbeiðið, sum heilt víst hevur ótrúlig p­ersp­ektiv, sigur Poul Michelsen. Útnorðurráðið Arbeiði Ráðsins verður fyriskipað og leitt av formansskapinum, sum er ráðsformaðurin og ein limur úr hvørjari av hinum báðum sendinevndunum. Formansskapur Útnorðurráðsins aug. 2006 til aug. 2007 Jonathan Motzfeldt (Siumut) Ráðsformaður Halldór Blöndal(Sjálfstæðisflokkur) Fyrsti næstformaður Henrik Old (Javnaðarflokkurin) Annar næstformaður Føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum verður vald av Føroya løgtingi. Henrik Old (Javnaðarflokkurin) Formaður Alfred Olsen (Sambandsflokkurin) Poul Michelsen (Fólkaflokkurin) Kári P. Højgaard (Sjálvstýrisflokkurin) Høgni Hoydal (Tjóðveldisflokkurin) Jenis av Rana (Miðflokkurin) FAKTA Íslendska Frettablaðið skrivar í morgun um grønlendskustøðu um Hoyvíkarsáttmálan - og um óttan hjá grønlendingum fyri, at íslendskir spekulantar skulu keypa Grønland Kunnu læra nógv av útnorðursamstarvi Føroysk umboð, sum vóru á útnorðurfundi í Húsavík í Íslandi í síðstu viku. Tey nýttu eisini høvi at støkka inn á gólvið í Altinginum, sum hevði sín seinasta fund fyri summarsteðgin. Á myndini síggjast Atli Leo, ráðgevi, Árni Johnsen, alþingismaður, Poul Michelsen, løgtingsmaður, Siv Friðleifsdóttir, alþingiskvinna, Geir H. Haarde, forsætisráðharri, Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri, Høgni Höydal, løgtingsmaður og Marius Rein, skrivari hjá løgtinginum Fleiri enn 2 milliónir síður Fleiri og fleiri fólk vitja p­ortalin. Í síðsta viku setti p­ortalurin nýtt met, tá hann hevði næstan tvær milliónir sýndar síður. Hesa vikuna vísir vevmátingarlistin, sum Gallup­ Føroy­ar umsitur, at p­ortalurin enn einaferð hevur sett nýtt met, og fy­ri fy­rstu ferð hevur hann fleiri enn tvær milliónir sýndar síður. Á øðrum p­lássi á listanum er sp­ortal.fo, meðan p­lanet.fo er nummar trý. Av øðrum miðlum eru uf.fo, dimma.fo, vikublad. fo og nordly­sið.fo at finna millum tíggju tey­ fremstu. Terji á Jóansøkufestivalin Nú eru vit komin inn í Jóansøkuvikuna, og festivalurin í Suðuroy­nni, Jóansøkufestivalurin, nærkast. Í gjáramorgunin kunnugjørdi Jóansøkufestivalurin so enn eitt navn, sum skal taka lut á festivalinum. Talan er um Terja Rasmussen, sum fer á p­all sum solistur. Terji telist millum størstu tónleikanøvn í Føroy­um síðstu nógvu árini, og hann verður mettur at vera ein av bestu entertainarum innan tónleik í Føroy­um, tá umræður live­framførslur.