Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 115 - 19. juni 2007 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænas- tan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Nærverkið søkir eftir KT-leiðara til setan skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt, avbjóðandi og sjálv støðugt starv, har høvuðsuppgávurnar eru skipan og menning av KT í Nærverkinum. Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu og 4 deildum. Virksemið er skipað um alt landið, og uml. 1400 persónar starvast í Nærverkinum. Í løtuni rekur Nærverkið virksemi fyri uml. 460 mió. kr. árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri, og stórar uppgávur liggja fyri framman. Nærverkið er farið undir miðvísa menning av stovninum, og sum ein liður í hesari menning hevur kunningartøknin ein avgerðandi týdning. Nærverkið er eitt dynamiskt arbeiðspláss, har eingin dagur er eins. Økið hevur stóran almennan áhuga. Tú fært ávirkan og kemur í samband við nógv fólk, og tú hevur góðar møguleikar fyri førleikamenning. Vit hugsa okkum ein persón, ið: • hevur skil fyri og sær møguleikarnar fyri at samantvinna kunningartøknina við virksemið, ið fer fram í Nærverkinum • hevur evni at skapa og framleiða vitan burtur úr kunningartøknini, ið kann nýtast sum grundarlag undir støðutakan og kunning • hevur hegni til at skapa framtíðarloysnir og at seta hesar í verk • er sjálvstøðug/ur • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. Nærverkið er stovnur, ið umsitur nógvar persónsupplýsingar. Tí er neyðugt, at tann, ið settur verður, í øllum setir trygdina í hásæti og arbeiðir miðvíst við hesum. Vit leggja eisini dent á, at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni so sum dátufrøðingur, verkfrøðingur, cand.merc. dat. e.l. • Hevur royndir innan KT • Hevur kunnleika til almenna fyrisiting • Hevur málsligt hegni og dugir væl at orða teg skrivliga • Ert praktiskur og tænastusinnaður. Starvið er skipað við tilvísing til stjóran í Nærverkinum. Setanartreytir: Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Nærverkið, tænastustaðurin í løtuni er Meginskrivstovan. Meiri fæst at vita við at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 304020 Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Nærverkið Meginskrivstovan Eirargarður 2, 2. hædd Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Umsóknarfreist: Fríggjadagin 22. juni 2007 Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Spennandi starv sum KT – leiðari Starvslýsing Meginskrivstovan lýsingar