mánadagur 18. juni 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2007
41
ForeldraFundur
í Mentanarhúsinum
tý. 19. juni kl. 19.30
Skrá
1. Kunning um roykipolitikkin hjá Fuglafjarðar
kommunu. Formaðurin í Sosialu nevnd
greiðir frá.
2. Reglugerð skúlans um royking frá august
2007. Skúlastjórin og skúlastýrisformaður
in greiða frá.
3. Ymiskt
Skúlastýrið og
Fuglafjarðar skúli
Leiðari til
Musikkskúlan í
Suðuroy
Musikkskúlin í Suðuroy søkir eftir leiðara.
Musikkskúlin væntar at umsøkjarar skulu:
• hava kunnleika til musikkskúlaarbeiði
• vera kveikjandi
• duga at skipa fyri
• hava góð samstarvsevni
Setanartíðarskeið: 1. august 2007 – 31. juli 2009
Løn eftir avtalu, ið skal góðkennast sambært § 5
stk. 5 í kommunustýrislógini.
Umsóknarfreist: 2. juli 2007
Musikkskúlin í Suðuroy er partur av føroysku
musikkskúlaskipanini.
Umsókn skal sendast til:
Musikkskúlin í Suðuroy
v/Elin Nielsen · 870 Fámjin
Skrivstovufólk
Vegna økt virksemið verður hervið søkt eftir
einum fólki til skrivstovu okkara at arbeiða fulla
tíð. Møguliga kann talan blíva um skrivstovu
lærupláss, og í so fall, má umsøkjari hava HH
ella FHS prógv.
Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella
royndum innan skrivstovuyrki hava fyrimun.
Høvuðsuppgávurnar vera:
• Bókhald
• Lønaravgreiðslur
• Og annað sum hoyrir skrivstovuyrkinum til
Til tíðir kann nógv vera at gera, so tí má
umsøkjarin tola at arbeiða uttanfyri arbeiðstíð,
um tað gerst neyðugt.
Ynskt verður, at tú byrjar skjótast gjørligt, men
vit eru tó til reiðar at bíða eftir rætta
umsøkjaranum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til Jan Danielsen, stjóra á tlf. 44 99 77
ella 74 99 77. Til ber eisini at senda teldupost
til jandan@post.olivant.fo
Heldur tú at hetta er nakað fyri teg, so send
eina umsókn saman við avritum av prógvum
og viðmælum í seinasta lagi 22. juni 2007
til:
SEA-STAR Contractors Spf.
Heiðavegur 72, Box 220
FO610 Saltangará
Viðmerk: “umsókn um skrivstovustarv”
SEA-STAR Contractors Spf. er eitt av nýggjaru byggifeløgunum
í Føroyum. Vit hava uml. 40 fólk í starvi. Í løtuni hava hava vit
nøkur byggiarbeiðir í Grønlandi, og nøkur í Føroyum. Eisini reka
vit ein persónbilaverkstað. Afturat tí hava vit eitt felag, sum
burturav tekur sær av kavaraarbeiði. Skrivstova okkara er í
leigaðum hølum í Saltangará, men vit eru ígongd við at byggja
bygning á Toftum, og tá hann er liðugur um vónandi eitt hálvt
ár, verður skrivstovan flutt á Toftir.
Søkt verður eftir
StarvSfólkum
til frítíðarSkúlan í trongiSvági
Av tí at vit fara at víðka um okkara frítíðarskúla,
koma vit at hava brúk fyri fleiri starvsfólkum.
Stovnslýsing:
Frítíðarskúlin er normeraður til 40 børn í 1. 2. og
3. flokki. Hildið verður til í hølunum hjá Trongis
vágs Skúla.
Størvini:
Talan er um 2 pedagogstørv á 25 t. um vikuna,
og eitt starv sum stuðul 15 t. um vikuna.
Arbeiðstíðin kemur at liggja ímillum kl. 11.00
17.30. Størvini verða sett 16.08.07.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi
• At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða
sjálvstøðugt
• At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfeløgum
• At tú ert nærløgd/lagdur og vírsir umsorgan
• At tú ert kreativ/ur
• At tú vísir áhuga og ynskir at mennast í
arbeiðinum
• At tú ert opin fyri broytingum
• At tær dámar at gera brúk av
nærumhvørvinum
Lønarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um pedagogar ikki fáast til størvini, verða hjálp
arfólk sett tíðaravmarkað ístaðin.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jeanette Joensen, virkandi leiðara, á tlf. 372750.
Umsókn:
Saman við upplýsingum um útbúgving, royndum
og møguligum viðmælum skulu vera Frítíðarskúla
num, FO826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi
29.06.07.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
&+ Ó (OYVÓK
&+ Ó (OYVÓK SØKNAST EFTIR
FØLKUM AT GERA PIZZA
AT BYRJA MÈNADAGIN JULI
!RBEI¦STÓ¦IN VER¦UR HVNN MÈNADAG FRÈ KLOKKAN OG
TÓMAR FRAM
4Þ ERT MILLUM OG ÈR
.RRI FST AT VITA VI¦ AT VENDA SR TIL SLAKTARAN ,ARS (ANSEN TEL
&+ (OYVÓK
"REKKUTÞNI
&/ (OYVÓK
ATT ,ARS (ANSEN
lýsingar