Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2007 13 viðmerkingar Borgarstjórin í Havn vísir aftur, at óreglusemi hevur verið í sambandi við avgerðina um umvælingararbeiðið í Gamla Realskúlanum í Havn. – Eftir at hava tosað við partarnar í málinum, vísi eg staðiliga aftur, at nakað skeivt er farið fram, sigur Heðin Mortensen, sum sam­ stundis hevur heitt á ein advokat um at gera eina óhefta lýsing og gjøgnum­ gongd av málinum Umsitingarliga avgerðin um at umvæla Gamla Realskúlan í Havn verður nú lýst til fulnar av einum óheftum advokati. Tað hevur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tikið stig til, eftir at ivi er sáddur um avgerðina. Í Degi og viku fríggja­ kvøldið varð ivi sáddur um gegnið hjá tekniska stjóra í Tórshavnar kommunu, Jákup Egholm Hansen, tí sonur hansara er stjóri í fyritøkuni Viking Smíð, ið ger part av umvælingar­ arbeiðinum í Gamla Realskúlanum í Havn. Eisini var í sjónvarps­ tíðindunum róð framundir, at tað er í stríð við vanligar mannagongdir, at umvælingararbeiðið ikki er boðið út. Álit á umsitingini Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vísir aftur, óreglusemi hevur verið í sambandi við avgerðina um umvæling­ ararbeiðið, og at tekniski stjórin skal hava ein gegnistrupulleika í hesum sambandi. – Eftir at hava tosað við ymsu partarnar í málinum, vísi eg staðiliga aftur, at nakað skeivt er farið fram. So skjótt tað gjørdist greitt, at fyritøkan Viking Smíð var inni í myndini, boðaði tekniski stjórin frá, at hann ikki vildi vera við til at taka nakra avgerð víðvíkj­ andi avtalu við hand­ verkarar, tí sonur hansara var stjóri í fyritøkuni, sigur Heðin Mortensen. – Hesum boðaðu býar­ arkitekturin og leiðarin fyri Húsaumsitingini mær frá, áðrenn nøkur avgerð varð tikin um, at Viking Smíð skuldi gera arbeiðið. Sostatt hevur tekniski stjórin ikki havt nakað at gera við tann partin av málinum, ið snýr seg um Viking Smíð sum arbeiðstakara. Óheft lýsing Eftir at ein einstakur býráðslimur hevur tikið málið upp og kravt tað fyri á fíggjarnevndarfund, hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, tikið stig til, at ein óheft gjøgnumgongd og lýsing verður gjørd av øllum málinum. Endamálið er at burturbeina ivan, ið nú er sáddur um avgerðina. Ætlandi verður henda lýsing liðug í vikuni, so allur ivi um gegni og annað í málinum endaliga verður beindur burtur sum skjótast. – Viðvíkjandi vantandi útbjóðing av arbeiðinum, er heldur einki skeivt farið fram, tí tað er vanligur framferðarháttur, at slík umvælingararbeiði verða ikki boðin út. Tað er heldur ikki eitt krav sambært reglunum. Sum øllum kunnugt, er trot á hand­ verkarum til slíkt arbeiði í løtuni, og tí mælti Húsa­ umsitingin til at taka av tilboðnum frá Viking Smíð og øðrum fyritøkum, tí so kundi farast í holt við arbeiðið beinanvegin, sigur Heðin Mortensen. Óegnaður til undirvísing Borgarstjórin heldur fast við avgerðina um, at Gamli Realskúlin er óegnaður til vanliga floksundirvísing, tí hann ikki er nóg bruna­ tryggur. Harumframt er bygningurin ov lítil, um hann skal uppfylla krøvini í einum nútímans skúla. – Tì verður Gamli Realskúlin ikki aftur brúktur sum undirvísingar­ høli hjá skúlaflokkum, men bert til skúlafyrisiting og arbeiðshøli hjá lærarum. Vit taka atlitið til trygdina hjá okkara skúlabørnum fram um alt annað, sigur Heðin Mortensen. Óheft lýsing av avgerð um umvæling Tórshavnar Býráð Tíðindaskriv Tóri Højgaard hevði í Dimmalætting fríggjadagin eitt svar til eina grein, sum eg hevði í bløðunum týsdagin. Eg haldi ikki, at vit skulu fara ov nógv í smálutir við kjakinum okkara millum, tí tað tænir ongum endamáli. Tí verður hetta seinasta íkastið frá mínari síðu til hetta kjakið. Tóri Højgaard ger í seinastu grein síni nógv burturúr at vísa á, at ein feilur var í míni grein. Hann sigur, at tað er ikki rætt, tá eg sigi, at líkamikið um vit missa blokkstuðulin frá einum degi til annan, ella hetta hendir líðandi yvir fleiri ár, so broytir tað ikki upphæddina, sum vit missa. Hann vísir á, at hetta hevur nógv at siga fyri sjálva skiftistíðina. Har eri eg sjálvsagt púra samdur. Jú fyrri vit missa blokkstuðulin, fyrri sleppa føroyskir skattgjaldarar at gjalda fyri missin. Tað sigur seg sjálvt. Men tað sum eg vísti á var, at tá allur blokkstuðulin er burtur, tá hava vit mist 615 mió. krónur í árligari inntøku afturat tí sum vit longu hava mist frammanundan, og tað er líkamikið um niðurskurðurin er gjørdur eftir einari nátt, ella eftir fleiri árum. Vit verða tí noydd at finna aðrar 615 mió. krónur at seta ístaðin, og tað er lættari sagt enn gjørt, tí vit tosa hóast alt um einar 60.000 skattakrónur um árið frá hvørjum einasta húski í landinum. Hetta kemur afturat tí, sum vit longu mistu, tá blokkstuðulin minkaði í 2002, og umframt hetta, rindar ríkiskassin eisini fleiri hundrað milliónir krónur árliga uttanum blokkstuðulsskipanina, sum vit eisini mugu gjalda, um loysingin gerst veruleiki. Tillagingartíðin er vandamikil Eg haldi, at politikarar brúka ofta langar tillagingartíðir, fyri at yvirtala fólk, tí tað virkar ikki so møtimikið, tá tíðin er long, sum tá hon er stutt. Undan valinum í 1998 segði onkur, at allur ríkisstuðulin skuldi burtur eftir 6 til 8 árum. Tað virkaði kanska lætt tá, men nú (nýggju ár seinni) kunnu vit konstatera, at tað hevði verið ein vanlukka fyri bæði landskassan og allan tann føroyska búskapin, um tann ætlanin hevði verið gjøgnumførd. Og nú royna teir so aftur at krógva veruleikan aftanfyri eina langa skiftistíð. Men sum eg fyrr havi sagt: Tað ger okkum hvørki ríkari ella fátækari (altso tá øll ríkisveitingin er burtur). Eg eri als ikki samdur í tí, at tað at blokkstuðulin minkar í virði, ger okkum minni bundin av donskum pengum. Tvørturímóti haldi eg, at vit eru bundin at øllum verandi inntøkum (donskum so væl sum føroyskum) so leingi sum vit ikki klára at finna nýggjar inntøkur ella sparingar. Fyri hvørja krónu sum vit missa, mugu vit finna eina nýggja krónu ella spara eina krónu, um úrslitið skal verða tað sama. Tí virkar tað púra øvugt fyri mær, tá onkur sigur, at vit blíva minni bundin við at minka inntøkurnar. Kunsturin er ikki at minka verandi inntøkur, men at fáa nýggjar inntøkur at vaksa. Til Tóra Eg haldi ikki at vit koma víðari við hesum kjakinum so eg gevist her. Vit eru ósamdir um ríkisrættarligu støðuna og um týdningin av blokkstuðlinum, og tað hava vit sjálvsagt loyvi til at vera. Eg eri sambandsmaður, sum vil varðveita ríkisfelagsskapin og tú ert miðflokkamaður, og vilt tí hava loysing. Tað er ikki annað enn okkara demokratiski rættur. Annars takk fyri eitt sakligt kjak. Samdir um at vera ósamdir Helgi abraHamsen Nú vit í Degi og Viku sóu Føroya Náttúrugripasavn seta fylgisveinasendarar á fýra kópar, kundi eg hugsað mær, at vit eisini settu somu merkir á fýra politikarar. Tað er áhugavert at fylgja við, hvussu oman­ fyri nevndu kópar hava ferðast síðan teir vóru merktir fyrst í hesum mánaðinum. Teir ferðast sera víða ­ tí hetta stutta tíðarskeiði hava teir verið norðan fyri Viðoynna, eystan fyri Fugloynna, suður um Stóru Dímun og vestur um Mykjunes. Aðrir skøltar Tað sum fekk meg at tríva í pennin var, at hesir somu sendarar, sum vera límaðir niður á skøltin á kópunum – til støddar sum ein svávulpinnaeskja – høvdu óivað kunnað verið brúktir til eina aðra ­ minst líka áhugva verda kanning. Við at fest teir á skallan á fýra av harðmæltastu Føroyar­sum­eitt­valdømi­ politikarum, høvdu føroy­ ingar fingið týðandi vitan um, hvar hesir búleikast, og hvussu víðja teir ferðast her á landi. Fremstu kandidatarnir til at fingið sendara høvdu óivað verið Edmund Joensen, Finnur Helmsdal, Kári P. Højgaard, Poul Michelsen, John Johannes­ sen, Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann og Anita á Fríðriksmørk. Aðrir kandi­ tatar eru eisini, og eg fari beinanvegin at biðja um umbering, um eg havi gloymt onkran, men hetta eru teir sum í skrivandi løtu fella mær í huga. Zakarias Wang um Gerrymandering Í sambandi við viðgerina av uppskotinum hjá Sjálvsstýrisflokkinum, sum fall, skrivaði Zakarias Wang hetta um tey sum vilja broyta vallógir. ”Tað er ikki óvanligt, at tey, ið vald hava til at broyta vallógir, royna at smíða tær til egnan fyri­ mun. Ein av teimum monnum, sum skrivaðu undir frælsisyvirlýsingina hjá USA í 1776, gjørdist seinni guvernørur í Massa­ chusetts. Hann bar ótta fyri, at hann ikki varð aftur­ valdur, og fyri at betra um møguleikarnar broytti hann í 1812 mark millum valdømini. Hann æt Elbridge Gerry, og at broyta valdømini til egnan fyrimun hevur síðan á ensk­ um máli verið kallað gerry­ mandering. Henda manna­ gongd er framvegis kend í USA, og nú hevur Schwarzenegger guvern­ ørur í California skotið upp, at markini millum val­ dømini skulu ásetast av dómarum og ikki av nøk­ rum av teimum fólkavaldu. Hetta verður longu gjørt í nøkrum av teimum ameri­ konsku deilstatunum.” Um motivini hjá Føroyar­sum­eitt­valdømi politikarunum eru sum tey hjá guvenørinum í Massa­ chusetts, skal eg sjálvandi ikki døma um, men tað er eingin ivi um, at verður Føroyar eitt valdømi, fara vit at síggja eina munandi lækking í valluttøkuni ­ sum í Føroyum er sjálv­ sama høg, samanborin við onnur lond. Tá Føroyar verða eitt valdømi fara tey, sum eru næst politiska systeminum, at hava bestu møguleikar­ nar, og tí verður Suður­ streymur avgerandi fyri, hvør tað er sum stillar upp, og hvørji verða vald. Í dag arbeiða veljara­ feløg kring alt landið við at reka fólk á val, og eingin ivi er um, at hetta grasrótar­ arbeiðið doyr sama dag, sum Føroyar verða eitt valdømi. Eg má siga sum er, at eg eri ógvuliga svartskygdur um føroysku politisku skip­ anina tann dag vit bert vera eitt valdømi. At tingmannabýtið millum flokkarnar skal vera fremsta málið við eini tingskipan eri eg grund­ leggjandi ósamdur í. Størri týdning hevur tað, at borgarin kring alt landið er umboðaður á tingið. Nú tað er so populert at merkja skøltar Formaður í Norðoya Sambandsfelag JoHn William Joensen