týsdagur 19. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 115 - 19. juni 2007
Nær fara teir føroysku
fjølmiðlarnir at taka
dystin upp við Sosialin á
internetøkinum? Meðan
kappingarneytarnir hava
sovið sín tornarósusvøvn,
hevur Portalurin hjá
Føroya Tele og
Sosialinum vunnið
monopol, tá tað kemur til
at gagnnýta
internetmiðilin til
tíðindaflutning. Tað er
tørvur á einum álítandi
og nýskapandi alternativi
til Portalin, sum kann
tryggja føroyingum eina
sunna og neyðuga
kapping á
internetøkinum
Viðmerking
Fróði Jacobsen
frodijac@hotmail.com
Eurogoals. Hjá flestu fót
bóltsglaðum smádrongum í
Føroyum stendur henda
sjónvarpssending eftir sum
ein varði, tá tú vaks upp.
Soleiðis var eisini hjá mær.
Hvørt mánakvøld settist tú
spentur frammanfyri sjón
varpið at hyggja eftir fót
bóltssendingini á rásini
Eurosport. Mundi Barce
lona hava vunnið sín dyst
leygarkvøldið? Hvør fekk
málini? Hvussu gekk tað
hjá hetjuni Ronaldo í
hollendska felagnum PSV?
Gandaði hann aftur hetta
vikuskiftið ella kláraðu
kappingarneytarnir úr
Amsterdam at steðga
honum?
Eurosport borðreiddi við
málum og úrslitum frá
dystum í øllum Evropa um
vikuskiftið, og hetta vóru
tíðindi, sum fangaðu mín
áhuga og høvdu týdning í
mínum lívi. Men eg var
tolin noyddur at bíða til
mánadag, nei mánakvøld,
áðrenn eg bleiv kunnaður
um, hvussu dystirnir í
vikuskiftinum spældu av.
Soleiðis er tað ikki í dag.
Síðan internetið er kom
ið í hvørt heim er eingin
orsøk at bíða eftir nýggj
astu tíðindunum. Í dag fái
eg úrslitið á internetinum í
somu løtu, sum dysturin er
avblástur. Ella á tekstvarp
inum. Tíggju minuttir
seinni er dysturin lýstur í
odd og egg á túsundtals
internetportalum, og
venjarin hevur saman við
leikarum gjørt viðmerk
ingar til dystargongdina.
Soleiðis er tað eisini við
øðrum tíðindum. Útboðið
er vorðið betri. Atgongdin
er lættari, skjótari og ikki
minst ókeypis. Internet
portalar um allan heim
kappast um at vera skjót
astir við tí feskasta innan
politikk, mentan, vinnulívi
og ítrótt, so tú altíð hevur
møguleikan at verða
uppdateraður við, hvat
hendir í heiminum.
Portal.fo
Í Føroyum er eingin
kapping á hesum økinum.
Vevmátarin hjá Gallup
staðfestir viku eftir viku, at
barnið av samstarvinum
millum Føroya Tele og
tíðindablaðið Sosialin er
ein lítil genialitetur.
Portalurin hevur yvir 40
túsund brúkarar um
vikuna, sum er ein vøkstur
á nærum 10.000 brúkarar
upp á eitt ár. Afturat hesum
hava systursíðurnar planet.
fo og sportal.fo ávíkavist
12.000 og 14.000 brúkarar
um vikuna. Tað er eingin
onnur internetsíða, sum
stendur teimum kurl ella
hevur nær námind sama
brúkaratali.
Uttan at gera so nógv
burturúr tí, so skal tað
nevnast, at tað er ein
sannroynd, at portal.fo
hevur havt onkrar fyri
munir í mun til kappingar
neytarnar, tí Portalurin
(ella Olivant, sum síðan
eisini verður kallað) var so
at siga einsamallur á
føroyska pallinum fyrstu
tíðina. Á tann hátt bleiv
føroyski brúkarin vandur
við Portalin. Nógv valdu at
seta Portalin sum byrjanar
síðu, áðrenn onnur
yvirhøvur sóu møguleik
arnar við internetinum.
Internetsíðan hjá Føroya
Tele fekk veruliga vind í
seglini, tá samstarv varð
gjørt við tíðindablaðið
Sosialin um, at manningin
á tíðindablaðnum javnan
løgdu tilfar út á síðuna. Nú
kundi føroyingurin púra
ókeypis lesa føroysk og
útlendsk tíðindi á
føroyskum máli á einum
føroyskum tíðindaportali.
Traffic is King
Javnan bleiv til ofta. Tann
støðuga dagføringin er óiva
størsta styrkin hjá Portali
num, tí tað skapar ein tørv
millum brúkararnar. Fólk
eru von við, at tað støðugt
koma nýggj tíðindi, og
tískil vitja tey javnan
síðuna fyri at fregnast, hvat
nú er á breddanum.
Yvirskipa ætlanin er greið,
og hon verður á fakmáli
kallað Traffic is King
filosofiin. Tað týdninga
miklasta er at skapa nógva
ferðslu á síðuni, heldur enn
at fáa brúkaran til at
gjalda, tá hann kemur inn á
síðuna. Portal.fo hevur
eftirhondini so nógvar
brúkarar, ið javnan vitja
síðuna, at hon er vorðin ein
sera góð fyritøka. Portal.fo
er sera vælumtókt fyri
lýsarar, sum lata nógvar
pengar fyri at fáa
lýsingarpláss.
Innan samskiftis
gransking verður sagt, at
lyklaorðið í dag er ferðsla.
Modernaðir miðlar eru
farnir burtur frá tankanum
um, at tað bert er
innihaldið sum hevur
týdning. Fyrr var
áskoðanin tann, at um tú
bert hevði frægasta
innihaldið, so kom restin
av sær sjálvum. Soleiðis er
ikki longur. Í dag verður
sagt, at tað fyrst og fremst
er ferðslan á síðuni, sum
skapar inntøkunar. Tá
viðskiftafólkini eru komin
inn í handilin, so fylgja
pengarnir við.
Tað hevur eydnast
Føroya Tele og Sosialinum
til fulnar at fáa skapt
ferðslu á portal.fo. Hetta
kemst, sum nevnt áður, tí
síðan altíð verður dagførd.
Tað setir sjálvsagt eisini
krøv til manningina á
tíðindablaðnum, sum
støðugt skal lata tilfar fyri
at nøkta hendan sjálv
skapta tørvin.
Viðhvørt hevur tú tað
kenslu, at trýstið er ov
stórt, tí tíðindini eru ofta
ein sera tunn suppa, og tað
kemur meir enn so fyri, at
vanligu journalistisku
kriteriuni gleppa. Tað
finnast tíverri fleiri dømir
um hetta. Dagin eftir, at eg
hevði sett mær fyri at
skriva hesa viðmerking, sá
eg hetta. Høvuðstíðindini
vóru, at ein studenta
flokkur úr Suðuroy seldi
fisk í Vágsbotni (beint við
Miðlahúsið, er tað tilvild?).
Onnur tíðindir, sum sam
stundis stungu í eyguni
vóru, at Smyril Line skip
aði fyri minicruise til
Íslands, og sanniliga um
ikki har vóru fleiri tíðindir
um Norrønu? Jú, Norrøna
skipar fyri countrytúri fekk
eg at vita.
Altso, eitt er, at tað
kanska ikki finnast mørk
fyri, hvussu smá og
ótýðandi tíðindini kunnu
vera fyri at sleppa á
portalin, men at seta tvær
beinleiðis lýsingar frá
Smyril Line undir yvirs
kriftina tíðindir er púra
burturvið. Hesin saman
vavstur av tíðindum og
lýsingum er stak óheppin,
og hoyrir ongastaðni
heima. Tað er ikki tíðindir,
at tað verður rimmardansur
í Glitnir leygarkvøldið. Tað
er ein lýsing, og tað má og
skal standa undir teiginum
fyri lýsingar. Eg fati ikki,
at leiðslan í Føroya Tele
letur standa til, og góð
tekur ókeypis lýsingar fyri
alt frá neytalortakapp
ingum á Sandi til ølsmakk
ing í Keypmannahavn á
sínum internetportali.
Hvar eru Dimma og
Kringvarpið?
Portal.fo er sjálvsagt ikki
einasti ókeypis tíðinda
portalurin úr Føroyum.
Vikublaðið hevur eina
rímuliga vælvitjaða heima
síðu og 123.fo er ein nýggj
heimasíða, sum hevur
kopierað konseptið hjá
Portalinum. Av teimum
siðbundnu miðlunum
stendur úf.fo seg frægast.
Nærum 8000 brúkarar
vitjað hesa síðuna eina
vanliga viku.
Norðlýsið vóru í roynd í
veru teir fyrstu í Føroyum,
sum veruliga satsaðu uppá
ineternetmiðilin í tíðinda
flutninginum. Og við sera
góðum úrsliti. Einasta
føroyska lokalblaðið hevur
lutfallsliga nógv vitjandi,
sum ókeypis lesa tíðindini
frá redaktiónini í Klaksvík.
Tað, sum er sermerkt við
Norðlýsinum er, at brúk
arin hjá teimum steðga
longri á síðuni, tí har er
ókeypis atgongd til næstan
øll tíðindir og lesarabrøv.
Og hetta skapar størri
áhuga hjá lýsarum at ogna
sær lýsingarpláss.
Tað mótsatta er galdandi
á heimasíðuni hjá Dimma
lætting. Brúkaratalið er
nakað tað sama sum hjá
Norðlýsinum, men
brúkarin vitjar lutfallsliga
stutt. Tann einfølda orsøkin
til tess er, at tann ókeypis
atgongdin er avmarkað.
Um tann vitjandi ikki
hevur goldið fyri nýtsluna,
so sleppur hann/hon bert at
síggja eftir yvirskriftunum.
Tað eru sjálvsagdar
orsøkir til, at Dimma
lætting hevur valt hesa
loysn. Tað er ikki ynskiligt
at undirminera grundar
lagið fyri pappírsavísini,
sum kemur út fimm ferðir
um vikuna. Hugsanin er, at
gjaldast skal fyri vøruna
við hurðina, annars sleppur
tann vitjandi ikki inn.
Elektroniska Dimma
lætting er bert til fyri at
stuðla prentaðu avísina.
Tilfarið er eins og
kostnaðurin er tann sami.
Haraftrat verður heima
síðan bert dagførd beint
undan deadline, tað vil siga
fyrrapart frá átta til tólv.
Hinar 20 tímarnar hendir
einki á dimma.fo. Tað
sigur seg sjálvt, at ein síða
við so fáum dagføringum
ikki skapar nógva ferðslu,
og tí er hemasíðan hjá elsta
miðlinum í landinum ikki
áhugaverd fyri lýsarum.
Grundgevingarnar fyri
valdu kós á Dimmalætting
eru fleiri, og eg havi óiva
gloymt okkurt. Men tá tað
er sagt, so er tað óskiljandi,
at Dimmalætting heldur
fast við hesum ótíðarhósk
andi konsepti. Tíðin er
farin frá at brúka pappírs
avísina sum einasta
formidlara av tíðindum.
Heimurin gongur ov skjótt
til tess. Fólk vilja hava
tíðindini borðreidd beinan
vegin, tá ið tey hava tíð og
yvirskot til tað. Hendan
gongdin er ein partur av
einum breiðari ráki í
samfelagnum, har økt
fokus er á individuali
seringina heldur enn
kollektivið. Internetið er
ein sera individualiseraður
miðil, har tú sjálvur kanst
finna fram tað, tú hevur
tørv á, júst tá tú hevur tíð
ella gjarna vil.
Fleksibiltetur er alt í dag,
og tí er tann støðuga dag
føringin alneyðug!
Hetta er ein avbjóðing
sum ger, at siðundnu
miðlarnir vera noyddir at
hugsa øðrvísi og nýtt. Og
nú hugsi eg ikki bert um
Dimmalætting. Nei, Kring
varpið má, eins og Dimma
lætting taka eitt strategiskt
val um at gerast ein
hybridmiðil, har internet
síðan ikki bert virkar sum
stuðul, men er ein sjálv
støðug fyritøka, sum við
støðugum dagføringum
veruliga styrkir og betrar ta
vøruna, sum framman
undan verður framleidd á
hesum stovnum.
Tú mást vera har sum
lesarin er
Tað kann tykjast paradok
salt, at tíðindabløð kring
allan heim gera íløgur í
internetið. Við at lata
ókeypis tíðindir á netinum
er tú eisini í vanda fyri at
stjala lesarar frá tí prentaðu
avísini. Men hava avísirnar
veruliga nakað val? Sum
útgevari ert tú noyddur at
vera har sum lesarin er. Og
gongdin er greið: Lesarin
nýtir meir og meir inter
netið. Soleiðis er tað bara,
sum ein kendur suðringur
vildi sagt.
Analýsur vísa, at fólk
fyrst og fremst nýta inter
netið til at ajourføra seg
við tíðindir. Tey lesa smáar
tíðindastubbar um hetta og
hatta á internetinum. Prent
aða avísin eigur hinvegin at
verða nýtt til at viðgera
tíðindini og fara í djúpdina
heldur enn bert at endur
geva. Harafturat er
opiniónstilfar eisini væl
egnað.
Blaðstjórin á danska
tíðindablaðnum Politiken
hevur tikið hendan nýggja
veruleika til eftirtektar, og
avleiðingin var, at blaðið í
heyst var fyri stórum broyt
ingum. Stutt og skjót
tíðindir vera nú fyrst og
fremst framleidd til heima
síðuna. Her kann brúkarin
heilt ókeypis fáa eina
skjóta tíðindadagføring,
men um áhugi er fyri bak
grundstilfari og øðrum
viðgjørdum journalistikki,
so skal brúkarin lesa prent
aðu útgávuna av Politiken.
Úrslitið hevur verið, at
Politiken nú samanlagt
kemur út til nógv fleiri
húski, og sjálvt um upp
lagið enn er eitt sindur
dalandi, so stendur hybrid
miðilin Politiken nógv
sterkari.
Dimmalætting er í tí
støðu at hava eitt støðugt
dalandi upplag. Hetta er
ein av orsøkunum til, at
fyrrverandi blaðstjórin
pakkaði saman. Dalandi
uppløg er als ikki nakað
nakað serføroyskt fyri
brigdi. Nei, Sosialurin er
ein av teimum fáu gomlu
omnibusavísunum í
Europa, ið kann vísa á eitt
vaksandi upplag seinastu
árini. Tað má geva Árna
Gregersen djúpar rukkur í
pannuna, at Sosialurin,
umframt hetta, kann vísa á
tað monopol, ið teir hava
vunnið, tá tað kemur til at
formidla tíðindir á
internetinum.
Avbjóðingin hjá Árna er
at vinna aftur marknaðar
partar. Hví ikki byrja á tí
økinum, har kappingin er
minst? Eitt munagott,
álítandi og nýskapandi átak
á internetøkinum er eitt
must; eisini fyri okkum
brúkarar, sum harvið
høvdu fingið eina sunna
kapping á økinum. Hetta
hevði viðført eina neyðuga
innihaldsliga dygdar
menning. Áheitanin er
eisini til Jógvan Jespersen.
Allir aðrir public service
miðlar í londunum kring
okkum hava eina
dygdargóða tíðindafram
leiðslu á internetinum.
Hygg t.d. eftir DR, NRK,
BBC. Vónin má vera, at
aðrir føroyskir kvalitets
miðlar vakna úr tornarrósu
svøvninum og veruliga
taka stigið inn á internet
økið, so vit fáa eina
javnbjóðiskapping um
innihald. Í løtuni hava vit
onga kapping, tí kappingar
neytarnir kappast í hvør
sínari grein.
Internetmiðilin er
soleiðis skrúvaður saman,
at hóast Kringvarpið og
Dimmalætting betraðu
sínar tænastur og fingu
nógv fleiri brúkarar, so
merkir tað ikki, at portal.fo
missir lutfalsliga nógvar
brúkarar. Men marknaðar
parturin hjá verandi mono
polinum gerst sjálvandi
minni, og tað er til gagns
fyri øll.
Hvør skal vekja Tornurósu?