Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Jógvan Petersen, ættaður úr Haldarsvík, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 17. juni, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Sam Høgnesen fer til gravar úr Elduvíkar kirkju mikudagin kl. 14.30. Sungið verður úr sálmabókini. William Holm Jacobsen, Tórshavn, andaðist í heiminum mánamorgunin 18. juni, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Andlát og jarðarferðir Fyrr í hesum mánaðinum var eitt norskt ferðalið á vitjan í Føroyum. Talan var um hálvthundrað eldri fólk frá økinum kring Stavanger, sum við egnum bussi ferðaðust kring um á meginøkinum. Eingin teirra hevur verið í Føroyum áður. - Vit høvdu væntað at koma til eitt land við regni, toku og vindi, siga tey, men tað var júst øvut. Veðrið var av tí fagrasta allar dagarnar, tey vóru her. Tey siga seg vera væl nøgd við túrin. Eitt sera vakurt og áhugavert land, við sjáldsamari náttúru. Føroyingar eru eitt blítt og fyrikomandi fólk, og at alt er so reint og væl hildið, bæði hús, vegir og annað, halda tey. Tey bitu merki í, hvussu reinar og væl hildnar kirkjurnar eru, sum tey vitjaðu: - Føroyingar mugu vera góðir við teirra kirkjur, tá ið teir røkja tær so væl, siga tey. Serliga áhugað vóru tey í nýggju kirkjuni í Gøtu og listaverkinum hjá Tróndi Patursson. Ein sonn frøi at síggja. Eisini ein ferð við Palla Lamhauge undir Vestmannabjørgini, hugtók teir nógv. - Hetta verður ikki seinasta ferð vit vitja Føroyar, tí nógv støð eru eftir, sum vit ikki náddu hendan túrin. Eisini fara vit so avgjørt at ráða øðrum av landsmonnum okkara til, at vitja hetta sjáldsama landið, siga tey at enda. sb Nøgdir norðmenn Norsku ferðafólkini lótu væl at Føroya-ferðini Dagurin 20. juni. Sylverius, deyður ár 537. Hann var sonur pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi, men av politiskum grundum varð hann skjótt frákoyrdur. Navnið merkir Skógarbúgvi. Tøkk Heilsa til tykkum øll, ið gleddu okkum so ómetaliga nógv, tá ið vit hildu føðingardagarnar. Vit og foreldur okkara takka hjartaliga øllum tykkum, ið vitjaðu okkum henda dagin og aftaná. Takk fyri gávur, tit ið ringdu og sendu heilsur. Vitanin at eiga so nógvar og ómetaliga góðar vinir týðir so nógv fyri okkum øll. Hesar dagar hava víst, hvat umsorgan og at gleða ein annan kann gera. Lít við takksemi afturá Lít við treysti frameftir Lít við kærleika til síðuna Lít vinarliga rundanum teg Lít við trúgv uppeftir Blíðar heilsur Ann og Tórur Nú ber til at ringa dagliga til vinir og kenningar, bæði her heima og uttanlands, uttan at hugsa um hvat tað kostar, sigur Eyðstein Johanne­ sen, stjóri á sam­ skiftisfyritøkuni »iConcept«, sum bjóðar fram Flat­ RatePluss+ pakkan Tøkni Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Felagið »iConcept« er av álvara er farið at gera um seg á føroyska samskiftis- marknaðinum við FlatRate- Pluss+ pakkanum, sum er eitt tilboð til privata telefon samskiftismarknaðin. »iConcept« bjóða eina nýggja tænastu til viðskifta- fólk síni, sum hava FlatRate breiðband, har tey fyri 299 krónur um mánaðin kunnu tosa við fastnet- og IP-tele- fonfelagar í Føroyum og Danmark við ongum øðrum meirkostnaði enn uppringingargjaldinum. Fyrimunurin við FlatRate- Pluss+ er, at brúkarin nýtist ikki at gera nakra íløga í teldur ella annan útbúnað, og eingin nýggj tøkni er at seta seg inn í. Alt er sum vanligt, bert ein rutari verð- ur settur á telefonleidningin, sum kemur inn í húsið. Annars er eingin munur at síggja til. Brúkarin ringir sum vanligt og skal einans gjalda uppringingargjaldið. Annars er frítt at tosa. Rest- in av samtaluni er heilt ókeypis, líka mikið hvussu leingi. Pluss-pakkin vendir sær serliga til vanliga húsar- haldið. Hjá teimum, ið hava familju uttanlands, sum tey vanliga tosa við, eru nógvir pengar at spara, sigur Eyð- stein Johannesen, stjóri á »iConcept«. »iConcept« er eitt virki, sum heldur til í Bøkjara- brekku í Havn, og veitir kappingarførar vørur og tænastur innan samskifti og kunningartøkni og veitir telefoni og internet til bæði privatfólk, virkir og stovnar. Navnið »iConcept« stendur fyri innovative ella nýskap- andi – nýskapandi konsept. Ring uttan at hugsa um kostnað Eyðstein Johannesen er stjóri á »iConcept« åMynd: Jens Kristian Vang -har tað hendir