týsdagur 19. juni 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2007
29
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og
tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas-
tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400
fólk starvast í Nærverkinum.
Søkt verður eftir pedagogi til Sambýlið í
Smærugøtu 29 til setan 15. juli ella eftir nærri
avtalu. Fólk við heilsurøktaraútbúgving hava
eisini møguleika at søkja.
Talan er um fulltíðarstarv við skiftandi
arbeiðs tíðum. Arbeitt verður í dag-, kvøld-,
nátt- og vikuskiftisvaktum (3. hvørt
vikuskifti) og serstakar frídagar.
Sambýlið í Smærugøtu 29 er heim hjá 4
fólkum við menningartarni. Endamálið er
at skapa eitt trygt og mennandi heim og
umhvørvi fyri hvørt búfólkið. Í Sambýlinum
eru 8 starvsfólk, harav 6 hava útbúgving.
Løn og setanartreytir:
Starvið er sáttmálasett pedagogstarv, sum
verður lønt sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Um pedagogur, ið frammanundan er
tænastumaður, verður settur í starvið, heldur
tænastu mannasetanin fram, og verður
lønin sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Verður starvsfólk sett við aðrari útbúgving
enn pedagogur, verður lønt eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Um eingin pedagogur søkir starvið, verður
starvið sett við hjálparfólki sambært
sáttmála millum Føroya pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Julionnu Næs Olsen, leiðara, á tlf. 224177.
Umsókn:
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og C.V.
skal sendast til:
Sambýlið í Smærugøtu
Smærugøta 29
100 Tórshavn
Stílað: Julianna Næs Olsen
Umsóknarfreist: 2. juli 2007
Pedagogur til Sambýlið í Smærugøtu 29
Starvslýsing
Les meira á www.naerverk.fo / leys størv
Trivnaðartænastan
Jóansøkusiglingin, M/F Smyril
22/6-24/6 2007
Fráferð/
Dep.
Fríggjad./
Friday
Leygard./
Saturday
Sunnud./
Sunday
Tvøroyri
06.00
07.00
07.00
Tórshavn
10.00
10.00
10.00
Tvøroyri
12.30
20.30
17.30
Tórshavn
15.00
23.00
20.00
Tvøroyri
17.30
Tórshavn
20.30
BUSSSAMBAND VERÐUR TIL TÚRARNAR (Í SUÐUROY)
BUS CONNECTION AVAILABLE (IN SUÐUROY)
lýsingar