Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 116 - 20. juni 2007 – Hølisviðurskiftini hjá Kringvarpi Føroya verða avgreidd í heyst. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 Løgreglan í Runavík hevur illgruna um, at sami persónur var uppá spæl, tá tveir bilar blivu stolnir inni í Eysturoynni tíðliga sunnumorgunin. Annar av bilunum var eisini partur av einum ferðsluóhappi í rundkoyringini oman fyri Norðskála LØGREGLAN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tíðliga sunnumorgunin bleiv løgreglan í Runavík kallað til rundkoyringina omanfyri Norðskála, tí eitt bilóhapp var hent í sjálvari rundkoyringini. Eftir øllum at døma var ein bilur komin við ov nógvum farti inn í rundkoyringina og hevur ikki klárað at vent. Í staðin hevur hann rent inn í grót­ vegginum á ovaru síðuni. Tá løgreglan kom á staðið, var eingin í bilinum, og líkt er til, at persónurin, sum hevur rent á, er rýmdur av staðnum og hevur tikið lyklarnar við sær. Seinni hevur løgreglan so funnið útav, at bilurin er stolin innan av Glyvrum, har hann hevur staðið við eini hús. Lyklarnir vóru ikki í bilinum, tá hann stóð á Glyvrum, so tann, sum hevur stolið bilin, hevur helst leitað eftir lyklunum. Stjól ein bil afturat Sum um eitt tjóvarí ikki var nokk, so bleiv ein annar bilur stolin niðri á Norðskála eina løtu seinni sunnumorg­ unin. Her er talan um ein hvítan Nissan Sunny við nummarplátuni GT. 195. Løgreglan hevur mistanka um, at sami maður, sum rendi á uppi í rundkoyringini, hevur gingið oman á Norð­ skála, har hann hevur stolið enn ein bil, sum hann er farin víðari við. Hetta er tó bert gitingar, tí tann hvíti Nissan Sunny bilurin er enn ikki funnin aftur. Løgreglan hevur leitað alla staðni inni í Eystur­ oynni, samstundis sum løg­ reglan kring landið eisini hevur havt eyguni eftir einum slíkum bili. Enn hava teir tó ikki funnið bilin, og tí vita teir heldur ikki, hvør hevur stolið teir báðar bilarnar. Løgreglan biður fólk boða frá, um tey vita nakað um teir báðar tilburðirnar, sum fóru fram sunnumorg­ unin, og um fólk síggja ein hvítan Nissan Sunny, so vera tey eisini biðin um at boða løgregluni frá. Ferðslu­ óhapp og stuldur Hesin bilurin, sum bleiv stolin inni á Glyvrum sunnumorgunin, endaði inni í grótvegginum við rundkoyringina oman fyri Norðskála. Førarin rýmdi av staðnum, og mistanki er um, at hann hevur stolið enn ein bil niðri á Norðskála. Mynd: Rólant W. Dam Skaðafrøðingur søkist TRYGD leitar eftir skaðaviðgera STARVIÐ Talan er um spennandi starv, har høvuðsuppgáva tín verður at standa fyri skaðaviðgerð, frá fráboðan til útgjald. Tú fert at standa fyri skaðaviðgerð av ábyrgdarskaðum og kaskoskaðum á privatakførum og vinnuakførum, umframt at tú fert at hava um hendi skaðaviðgerð av leysafæi og bygningsskaðum á bæði privatøkinum og vinnuøkinum. Tað er sera umráðandi, at tú hevur førleika at veita kundanum eina góða tænastu í skaðaviðgerðini, og at tú samstundis tryggjar honum tað endurgjald, ið hann hevur rætt til. TÚ Tú hevur nøktandi útbúgving til starvið og hevur helst fleiri ára royndir á viðkomandi øki. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, men tú trívist somuleiðis í toymum. Tú hevur eisini yvirlit og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Tú tekur ábyrgd, dugir væl at raðfesta og at arbeiða saman við øðrum, umframt at tú hevur ein fínan sans fyri handilslívi. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet. Tú fært eina góða, fasta løn. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan 1. juli 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, att.: Ella Mortensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til elm@trygd.fo. R E P R O Z lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO UMSÓKNARfREIST ER 1. jUlI 2007 SOlEIÐIS ER TRYGD TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og vit umseta fyri meira enn 75 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møguleikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við?