mikudagur 20. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2007
13
viðmerkingar
Í samband við umrøðuna
av ymiskum viðurskiftum
hjá sálarsjúkum í Føroyum,
er vert at vísa á eina
gleðiliga positiva gongd,
sum seinastu árini hevur
verið á psykiatriska
økinum. Tíbetur er nógv at
greiða frá, men eg skal her
í stuttum bert nevna nøkur
av høvuðsmálunum.
Heildarpsykiatriin
raðfest
Tá hetta landsstýrið varð
skipað, varð gjørt av at
raðfesta sálarsjúkuøkið,
við at fara undir at fremja
ætlaninar í álitinum um
heildarpsykiatri frá 2002.
Tað merkir í stuttum at
menna allar tríggjar
høvuðstættirnir í psykia
triini samstundis, tvs.
sjúkrahúspsykiatriina
(fyri innlagdar sjúklingar),
økispsykiatriina
(ambulant viðgerð í økjun
um, til tess at fyribyrgja
innlegging) og
sosialpsykiatriina
(bústaðar og virknistilboð
til sálarsjúk, ið ikki hava
tørv á innlegging, men
krevja stuðul til at kunna
klára seg sjálvan).
Haraftrat skuldu ytri
umstøðurnar fyri psykia
triina nútímansgerast:
viðv. fysisku
umstøðunum á
Psykiatriska Deplinum, og
nýggj sálarsjúkulóg
skuldi setast í gildi.
Sosialpsykiatriin mest
átrokandi
Í Føroyum hava vit havt og
eru enn trupulleikar á
psykiatriska økinum, m.a.
tí vit nústani eru farin í
holt við neyðuga økis og
sosialpsykiatri. Hetta elvdi
serliga til stórar
trupulleikar fyri
sjúkrahúspsykiatriina, tí
m.a. av manglandi
bústaðartilboðum til
sálarsjúk, var avleiðingin
tann, at nógv sálarsjúk –
eini 40 fólk – vóru noydd
at liggja á sjúkrahúsinum,
hóast tey vóru liðugt
viðgjørd og kundu
útskrivast.
Sosialpsykiatriin varð í
2004 skipað sum sjálv
støðug eind Deildin fyri
Sinnisveik undir núver
andi Nærverkinum, við
felags leiðslu við Stuðuls
tænastuni fyri vaksin, har
nógv størsti parturin av
brúkarunum er heimabúgv
andi sálarsjúk.
Nýtt sambýlið fyri
sálarsjúk, undir Fobbakletti
í Sandavági, varð tikið í
nýtslu seinni í 2004. Hetta
var fyrsta sambýlið síðani
Sólteig í 1985 og Eystur
stræti í 1989, sum Sinnis
bati tók stig til.
Í 2005 varð aftur eitt nýtt
sambýlið, á Traðarvegi,
eisini í Sandavági, tikið í
nýtslu. Av tí at stutt var
millum húsini, vóru tey
samskipað við felags
leiðslu og virknistilboðum.
Stuðulstænastan fyri
vaksin hevur eisini síðstu
34 árini ment eina skipan
við toymum fyri sinnis
veik, soleiðis at í dag eru
52 heimabúgvandi
brúkarar knýttir at
skipanini.
Vit fingu ein nýggjan
miðdepil fyri sosialpsykia
triina, tá Deildin fyri
Sinnisveik fekk hølini í
Løkjatúni á Argjum, sum
eisini er café og tilhalds
stað fyri sinnisveik.
Deildin fyri Sinnisveik
skipar fyri fjølbroyttum
virknistilboðum. Eitt dømi
er reglulig likamsvenjing.
Hetta hevur stóra undir
tøku, sum sást nú eini 100
fólk luttóku, tá skipað varð
fyri Ítróttardegi fyri
sinnisveik í síðstu viku.
Sum dømi um vøksturin
á sosialpsykiatriska øki
num er rakstrarjáttanin til
Deildina fyri Sinnisveik í
hesum landsstýrisskeið
inum økt úr 7,4 mió. í
2003 til 18,4 mió. kr. í
2007.
Ambulant
økispsykiatrisk tænasta
Økispsykiatriin skal hava
um hendi alla eftirviðgerð
av áður innløgdum sjúk
lingum, og skal veita eitt
ambulant fyribyrgjandi
viðgerðartilboð til sjúk
lingar, sum verða ávístir av
kommunulækna.
Sum fyrsta stigið varð
ambulantaøkispsykiatriska
toymið skipað á Psykiatri
ska Deplinum í 2005.
Síðan er m.a. farin fram
ein serútbúgving av
sjúkrarøktarfrøðingum til
eina økispsykiatriska
tænastu, sum skal fáast í
lag úti um alt landið.
Nýtt sambýli í Havn og
økisdepil í Suðuroy
Seinni í ár verður farið
undir tvær nýggjar
byggiverkætlanir fyri
sinnisveik.
Bygginevnd leggur í
hesum døgum síðstu hond
á fyrireikingarnar til at fara
undir at byggja nýtt
sambýli fyri sinnisveik í
Havn. Umframt umstøður
fyri virknistilboðum skulu
vera 16 búpláss, bygt í 2
stigum, soleiðis at farið
verið undir fyrsta byggistig
við 10 plássum seinni í
hesum árinum.
Økisdepil fyri sinnisveik
skal byggjast í Vági.
Bygginevndin er komin so
langt áleiðis, at farið verið
ígongd við byggingina
síðst í hesum árinum. Her
er ætlanin at samskipa
økispsykiatrisk tænastu
tilboð við sosialpsykiatrisk
virknistilboð og bústaðir, 8
búpláss og 2 til umlætting.
Verklagslóg fyri hesar
byggingarnar verður løgd
fyri tingið eftir Ólavsøku.
Á galdandi fíggjarlóg eru
longu settar 6 mió. kr. av
til at fara ígongd við
byggingina í ár.
Barna- og
ungdómspsykiatri verður
skipað
Fyrst í hesum
landsstýrisskeiðinum varð
á Psykiatriska Deplinum
gjørd avtalað um barna og
ungdómspsykiatriska
konsulenttænastu við
almennar og privatar
serfrøðingar úr danska
heilsuverkinum, eisini við
tí endamálið at stuðla
uppbygging av fakliga
førleikanum á hesum øki í
Føroyum.
Í ár er játtan uppá
knappliga millión sett av
til at skipa eina serstaka
barna og ungdóms
psykiatri á Psykiatriska
Deplinum.
Ein serstøk viðgerðar og
songjadeild fyri barna og
ungdómspsykiatri skal
skipast á Psykiatriska
Deplinum eftir byggi
ætlanini fyri Landssjúkra
húsið, sum er samtykt fyri
20062008.
Geronto- ella ellis-
spsykiatri verður skipað
Tað hevur eisini verið
ein trupulleiki at veitt
nøktandi tilboð fyri sálar
sjúklingar, sum eru gomul
og røktarkrevjandi.
Í vetur varð byrjað við
eini gerontopsykiatriskari
royndarverkætlan á Eirar
garði, við pláss fyri 4
fólkum.
Á Psykiatriska Deplinum
er ætlanin at byggja upp
eitt gerontopsykiatrisk
toymi, sum kann veita
røktarheimum o.ø. stuðul
og ráðgeving á hesum øki.
Í íløguætlanini fyri
Almanna og heilsuøkið er
raðfest bygging av
serstakum røktarheimi
burturav fyri geronto
psykiatriskar sjúklingar.
Starvsfólkamenning á
Psykiatriska Deplinum
Reglulig átøk verða sett í
verk á Psykiatriska Depli
num fyri støðugt at menna
viðgerðirnar og arbeiðs
førleikan hjá starvsfólk
unum. Dømi um hetta eru:
Í vetur vóru fyrstu
prógvini handaði í sam
band við verkætlanina á
Psykiatriska Deplinum um
at útbúgva fyrrverandi
sjúklingar sum serstøk
starvsfólk við brúkara
royndum.
Í vár er farið undir
serstaka verkætlan um
fakliga kvalitetsmenning til
tess at menna lærium
hvørvið á Psykiatriska
Deplinum. Verkætlanar
leiðari er settur at stíla fyri
átakinum.
Nútímansgerð av
Psykiatriska Deplinum
Í byggiætlanini fyri
Landssjúkrahúsið, sum
varð samtykt á løgtingi fyri
góðum ári síðani, er
nútímansgerð av Psykia
triska Deplinum raðfest
frammaliga. Peningur er
játtaður til at fara í holt við
umbyggingina í 2008.
Allar einstaklingastovur
og felagshøli verða um
bygd so tey lúka nútíðar
krøv.
Nýggj felags móttøka
skal vera við tænastum
bæði fyri sjúklingar, vitj
andi og starvsfólk.
Deildirnar verða umskip
aðar í integreraðar vardar
eindir, so ikki verður brúk
fyri stongdum deildum.
Nýggja psykiatrilóg er
ávegis
Galdandi psykiatrilóg er
heilt afturi frá 1938 og
tískil avoldað. Hóast hetta
er ikki rætt, sum onkur
hevur ført fram, at føroysk
ir sálarsjúklingar eru uttan
rættartrygd á týdningar
miklum økjum. Praksis og
instruksir á Psykiatriska
Deplinum leggja seg heilt
at ásetingunum í donsku
psykiatrilógini frá 1989 við
seinni reguleringum. Hetta
er eisini ásett í rundskrivi
frá Almanna og heilsu
málaráðnum.
Nýggj psykiatrilóg er tó
ávegis, at verða sett í gildi
fyri Føroyar. Hon verður
løgd fyri løgtingið eftir
Ólavsøku, væntandi síðst í
september.
Ásetingar um eftirlit og
innihald á sambýlum
Í sambandi við kritisku
frágreiðingina hjá Løgting
sins Umboðsmanni um
viðurskifti á sambýlum
undir Nærverkinum, sum
húsa bæði menningartarn
aðum og sálarsjúkum, skal
nevnast at arbeiðið við
hesum er longu farið
ígongd.
Síðsta summar fór
Nærverkið undir heilsu
fakligt eftirlit á nøkrum
stovnum og sambýlum í
Nærverkinum. Hetta
heldur fram í heyst, so
komið verður á mál við
øllum stovnum og sambýl
um. Eftirlitið verður framt
av eksternum fakfólki og
snýr seg um heiligvág,
heilsustøðu og sjúklinga
rættindi.
Samstundis er Trivnaðar
tænastan í Nærverkinum
farin undir arbeiðið at fáa
skipað pedagogiskt eftirlit
á sambýlunum og bústovn
unum. Hetta verður gjørt
eftir avtalu við konsulent
og eftir ásetingunum í
galdandi donsku lógini á
økinum.
Í svarskrivi til Umboðs
mannin havi eg fyri 6
døgum síðani, t. 13. juni
2007, boðað frá, at farið
verður undir arbeiðið at
gera neyðugar ásetingar í
lógum og reglum um
eftirlit við og innihald á
øllum sambýlum og stovn
um, sum Almanna og
heilsumálaráðið varðar av.
Stór menning á økinum
Samanumtikið kunnu vit
vera fegin um stóru fak
ligu, viðgerðarligu og
tænastuligi menningina á
psykiatriska økinum í
Føroyum. Hetta takkað
verið góðum, konstruktiv
um samspælið millum
politiska myndugleikan,
leiðslu og starvsfólk við
professionalismu og
eldhuga á Psykiatriska
Deplinum og Nærverk
inum, og virkisfúsna
felagið hjá sálarsjúkum,
Sinnisbati, sum eg at enda
vil ynskja tillukku við 25
ára degnum.
Stór menning á psykiatriska økinum í Føroyum
landsstýrismaður
Hans Pauli
strøm
Fyri nøkrum mánaðum
síðan kom hesin bilur at
standa á hesum plássi við
tunnilsmunnan í
Kalbaksbotni. Tá hevði
hann heilar rútar og sá ikki
út sum nú.
Eg skilji, at onkur hevur
verið á veg ein leygardag
til bilamóttøkuna á Hjalla
við honum, men so var
stongt. Hvat er so rætt at
gera?
Ein møguleiki er at taka
bilin við heim aftur. Hin
møguleikin er at seta hann
á Hjalla. So kundi ein flutt
hann inn har hann skuldi,
tá móttøkan aftur var opin.
Hesin møguleikin eigur
ikki at verða nýttur. Nú
stendur bilurin sum eitt
vrak og misprýður
náttúruna.
Um nakar kennir
eigaran, sig so honum frá,
at hetta kallast
umhvørvisdálkan og er
nakað forb(biiib) svínarí!
Um onnur góð grund er
til hesa gerð, mugu tit
halda mær til góðar.
Annars gott summar!
Kennist nakar við hendan?
JákuP E.
JEnsEn
Tað er ein syndarlig sjón
at síggja yvir á toftirnar av
“Nýggja húsi”, gentu
kostdeildini, í Hoydølum,
sum brann í grund.
Sum nærmasti granni til
skúlan, við einastu
koyrileið at húsum
gjøgnum skúlatúnið, orki
eg ikki at ímynda mær
støðuna, um eldsbrunin
hendi ein vanligan
skúladag, í vanligari
skúlatíð.
Hesa tíð á
degnum hevði ikki verið
hugsingur um hjá
sløkkiliðsbilum og
sjúkrabilum at sloppi
framat.
Orsøkin til, at vega
gerðin eftir fløtuni varð
steðga, segðist vera, at tað
fór at skemma tað náttúru
vakra umhvørvið, men
hevði vilja illa til, kundi
dalurin skjótt verið
broyttur til ein sorgardal.
Vónandi ringir ein
klokka hjá teimum, sum
ikki kunnu semjast um
vegagerðina, at fáa hetta
arbeiðið tikið upp aftur alt
fyri eitt.
Nýggja hús í Hoydølum
Hoyvík
sigrid
dalsgaard