mikudagur 20. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 116 - 20. juni 2007
tíðindi
Á kamari í Center Sand
holm á Sælandi situr nítjan
ára gamla Merna Samir Al
hozy á einari song, ið verð
ur brúkt sum sofa um dagin.
Á vegginum yvir spísiborði
num er mynd av faðir henn
ara, ið varð myrdur av fregn
artænastuni hjá Saddam
Hussein í 1998. Hann hevði
verið høgtstandandi yvir
maður í herinum, men varð
revsaður fyri ikki at fylgja
hernaðarligum
boðum.
Merna flýddi síðan úr Norð
urIrak saman við mammuni
og tveimum systkjum.
Familjan hevði verið sera
væl fyri, sigur Merna, við
fleiri stórum flottum bilum
og risastórum húsum í
Mosul. Tey flýddu við gulli
num og prýðislutunum hjá
mammuni. Fyrst fóru tey til
Jordan, síðan til Turkalands
og Teilands, har tey búðu
uttan loyvi við verju frá
katólsku kirkjuni.
“At enda avgjørdu vit at
royna at sleppa til Danmark
ar, har mostur mín hevur
havt uppihaldsloyvi síðan
1993”, sigur Merna. Tey
fóru til Turkalands og ferð
aðust hvør sær víðari við
menniskjasmuglarum
til
Danmarkar. Tað kostaði
60.000 krónur. Merna stóð
knappliga einsamøll á Hov
edbanegården í Keypmann
ahavn. Maðurin, ið hevði
flutt hana gjøgnum Evropa,
hvarv, og eftir at hava bíða
eftir honum í nakrar tímar,
spurdi Merna eina kvinnu,
hvar hon var stødd. Í Dan
mark. Síðan hjálpti konan
hjálparleysu gentuni til løg
regluna. Síðan gekk leiðin
til ein barnastovn í Lynæs.
Og tvær vikur seinni komu
mamman og systkinini til
Danmarkar.
Tað var í august 2001.
Síðan hevur familjan búð á
sjey ymiskum stovnum. Í
apríl 2004 fekk familjan
endaligt avslag fyri friðskjól
frá Flygtningenævnet, ið
skrivaði teimum, at bardag
arnir í Irak hvørki høvdu
átrúnaðarligt ella etniskt
grundarlag, og at irakar,
sum venda heimaftur til
Irak eftir at hava verið uttan
lands, ikki eru mál fyri
álopunum.
Familjan skuldi til Center
Sandholm at bíða. Og har
er Merna framvegis. Í byrj
anini var tað sum at búgva
á hotelli, sigur hon, men
sum mánaðirnir og árini
gingu, varð alt keðiligt.
Man troyttast av ikki sjálvur
at sleppa at taka avgerðir,
til dømis um hvat man vil
hava at eta. Nú dámar mær
næstan ongan mat, sigur
Merna, men um vit sjálvi
sluppu at gera mat, so kundi
tíðin farið til tað. Nú geri
eg onki. Onki er at gera.
Tað er einans tómleiki.
Hevði eg vitað at Danmark
var soleiðis, so vóru vit ald
ri komin til landið, sigur
Merna. Hon droymir um at
verða sakførari.
Hini í familjuni eru eisini
merkt av uppihaldinum á
Center Sandholm og øðrum
stovnum og av ævigu ræðsl
uni fyri at verða send aftur
til heimlandið. Eg minnist
bara ein dag, tá eg havi ver
ið glað í Danmark, sigur
Merna. Tað var tá 35 gentur
skuldu saman til Lalandia.
Genturnar avtalaðu, at tær
altíð skuldu vera saman í
Danmark. Men nú er bara
Merna eftir... Hinar hava
antin fingið uppihaldsloyvi
ella eru farnar avstað, sigur
Merna, ið næstan aldrin er
úti, tí hon hevur ongar peng
ar.
Tvær ferðir um vikuna
skal familjan tosa við løg
regluna, ið hvørja ferð spyr,
um tey ætla sær at fara aftur
til Irak. Systkin hennara, ið
eru 15 og 16 ár, eru blivin
alt meira innilokað. Systirin
er koyrd á ein stovn fyri
gentur við atferðartrupul
leikum. Hon var ein fitt og
stuttlig genta fyrr, sigur
Merna, men nú er hon still
og spyr ofta, hví hon ikki
bara doyr... Vit eru ikki
longur sum systkin, vit eru
ikki longur sum familja, sig
ur Merna.
Familjan er kristnir keld
anar og móðurmálið assyr
iskt. Men Merna tosar eisini
flótandi danskt og enskt.
Haraftrat skilir hon spanskt,
serbiskt, kurdiskt, thai og
arabiskt. Málini hevur hon
lært á stovnunum, ið hon
hevur búð á. Tað er sum at
búgva á eini jarnbreytarstøð,
sigur hon, tí fólk koma og
fara, øll bíða eftir at sleppa
víðari. Ein dag kemur okk
ara tok eisini, sigur hon,
men vit vita ikki hvar tað
fer.
Tað, ið hon er mest bang
in fyri, er, at løgreglan ein
dag bankar á dyrnar klokk
an 5 um morgunin. Tað veit
hon at fleiri av vinum henn
ara hava upplivað. So fáa
tey 2 tímar til at pakka sínar
taskur og fara út á flogvøllin.
Men nógv fólk verða rænd
og løgd undir trýst, tá tey
koma heim, sigur Merna, tí
fólk halda, at man er ríkur
og hevur pengar, tá man
kemur heim úr útlondum.
Tá Anders Fogh Rasmus
sen fyri stuttum kom við
uppskoti
um
at
irakar
skuldu fáa útbúgving og
starvsvenjing, varð Merna
ovurglað. Men dagin eftir
frættu tey, at hetta var bara
eitt tilboð til irakar, ið skri
vaðu undir uppá, at teir ætl
aðu sær aftur til Irak. Eg
veit ikki, hvat eg skal gera í
Irak, sigur Merna. Hennara
samleiki er meira danskur
enn irakiskur, og hon hevur
onga
familju
eftir
í
heimlandinum.
Tann dagin eg skrivi und
ir upp á at fara aftur til Irak,
sig ur Merna, so er tað fyri
at doyggja.
Úr blaðnum Amnesty (Danmark)
Nr 2 2007
Týðing: Firouz Gaini
Merna – ung irakisk genta á Center Sandholm
Pól Jespersen
Vónandi fer eldsbrunin í
Hoydølum at noyða
politikarar at geva skúlanum
betri arbeiðsumstøður, sum
hann alt ov leingi hevur bíðað
eftir
Á heysti í 2005 skrivaði eg eitt
íkast til bløðini undir yvirskrift
ini “Skúlin í Hoydølum í and
róðri”. Hetta snúði seg um hølis
umstøðurnar, arbeiðsumstøður
nar, skúlavegin og um ófriðin,
sum tá hevði verið um upptøku
na til nýggja skúlaárið. Andróð
urin er einki linkaður, men eitt
og annað er hent síðan tá. Til
dømis segði gamli rektarin og
umsitingarleiðslan seg úr starvi.
Ein av grundgevingum rektar
ans var politiska ryggloysið.
Løgið arbeiðslag
Í vetur nakað undan jólum varð
kjallarin, sum var fullur í soppi,
ruddaður í Nýggja Húsi
húsinum frá 1932, sum brann í
grund fríggjadagin 15/607,
men skjótt steðgaði hetta arbeiði
upp. Pengarnir vóru uppi,
frættist. Pláta varð negld fyri
hurðina. Soleiðis misti tónleikur
sítt telduhøli. Sum ein
fyribilsloysn varð so eitt høli
skildrað av í ganginum við
høvuðsdyrnar í sjálvum
skúlabygninginum í Hoydølum!
Nakað um somu tíð varð loksins
farið undir at gera ein veg um
fløtuna við harðliga tiltrongdum
parkeringsplássum, men gakk.
Bara fáar dagar seinni varð hetta
arbeiði hjá Landsverki steðgað,
tí Tórshavnar Býráð legði seg í
buktina og hótti við fútaforboði.
Býráðið skuldi eitast at hava
eina heildarætlan fyri økið alt,
og vegurin skuldi takast upp
aftur hoyrdist. Men enn er einki
hent, og hetta ólidna arbeiðið
hevur síðani ligið sum ein
skomm. At eingi høvd enn eru
rullað av hesum máli og
byggimálinum í Nýggja Húsi er
mær ein gáta.
Brandfella
Nú brann so húsið frá 1932.
Sannleikin er, at hetta “hús”,
sum í veruleikanum var eitt
tómt hylki, í mong ár hevur
verið óegnað hjá fólki at
búleikast í. Ein brandfella av
ringasta slag, og vit, sum
starvast í Hoydølum, orka ikki
at hugsa tankan, at henda
vanlukka var hend ein vanligan
skúladag við nógvum
næmingum innandura og hópi
av parkeraðum bilum í túninum.
Eldsbruni kemur altíð óvart á,
og tað ber ikki til at siga, hvat ið
kundi verið hent, t.d. um
panikkur kom í. Nú sluppu vit
við hvøkkinum, eisini okkara
kendasti sløkkiliðsmaður, sum
tað sama kundi havt latið lív.
Tey vilja øll flyta skúlan
Í Dimmu og Sosialinum
mánakvøldið 18/6 snúgva báðir
leiðararnir seg um eldsbrunan
og skúlan. Niðurstøðan í báðum
er, at nú skal nýggjur skúli
byggjast í Marknagili! Nýggi
blaðstjórin á Dimmu, sum
krevur undirskrift undir øllum
íkastum í blaðnum, torir ikki at
seta sítt egna navn undir
leiðararnar, og hitt blaðið
undirskrivar teir Sosialurin.
Hann? og hin blaðstjórin? skriva
um stórar samanlagdar skúlar.
Hava teir kannað líkskapir og
ymiskleikar hjá hesum skúlum
og hjá teimum, sum søkja teir?
Hava teir kannað royndirnar av
slíkum megalomanum ætlanum
sum Marknagilsætlanini í
øðrum londum? Neyvan! Hava
teir spurt, hví stórir vælvirkandi
skúlar í høvuðsstaðnum skulu
leggjast saman, sumstundis sum
smáir skúlar skulu byggjast á
bygd? Og hví spyrja teir og
sjónvarpið ikki tey, sum reka
skúlarnar, um teirra sjónarmið?
Eg minnist ein kunningarfund í
Hoydølum fyri nøkrum árum
síðan. Tá greiddu byggikøn frá
depilsætlanini, t.d. frá einum
sonevndum auditorium, sum
bara hevði rúm fyri 300 fólkum.
Tað er minni enn helmingurin
av tí, sum skúlin í Hoydølum
einsamallur hevur tørv á. Upp
kom eisini, at kantinan
somuleiðis var alt ov lítil. Tá var
spurningurin hjá teimum
byggikønu, um øll í samanløgdu
skúlunum høvdu tørv á at eta
samstundis?!
Hetta sama mánakvøld vísti
Dagur og Vika myndir av
Gunnari Hoydal arkitekti á
brandstaðnum. Hann talaði um
søguligar bygningar og um ta
døpru tuberklatíðina, sum rakti
flestar familjur í Føroyum. Við
nostalgiskum yvirbrái talaði
hann fyri at byggja upp aftur
húsið í upprunaligum líki! Hann
talaði eisini fyri at geva
skúlanum betri umstøður á
øðrum stað! Tað er væl
skiljandi, at Gunnar Hoydal
hevur eymar kenslur fyri hesum
bletti, tí abbi hansara hevði til
arbeiðis at bera líkini út úr
hesum deyðans dali. Men
Gunnar gloymdi at siga, at
dalurin í eini 45 ár hevur hýst
okkara góða ungdómi, sum í
túsundatali hevur havt tann
framíhjárætt á søkja sær lærdóm
á einum tí náttúruvakrasta
plássinum í landinum í 2 ella 3
ár. Betur egnað stað at halda
skúla er ikki til, og umhvørvið
er ein inngrógvin partur av
samleika skúlans. Tað kann als
ikki koma uppá tal, at ein
vælvirkandi skúli við 500600
næmingun skal víkja fyri slíkum
nostalgiskum hugsanum. Søgan
um tuberklarnar er væl
dokumenterað, og føroyingar
allir hava syrgt tey deyðu væl og
leingi, og gleðst um tey, sum
sluppu undan við lívinum.
Latum okkum heldur varðveita
Hoydalar sum ein ungdómsins
og lívsins dal.
Eitt hugskot
Í Hoydølum er ein onnur
brandfella enn hon, sum brann
fríggjadagin 15/6. Tað er Gamla
Hús, sum fyllir 100 ár komandi
ár. Hóast ábøtur er tað húsið
heldur ikki trygt hvørki at búgva
ella arbeiða í. Vónandi fer
eldsbrunin í Hoydølum at gera
tað, at føroyskir politikarar tora
at taka ábyrgd av, at skúlin fær
nøktandi arbeiðsumstøður. Tað
hava teir við fáum undantøkum
ikki torað higartil. Hava ikki
havt rygg til tað, sum gamli
rektari tók til. Og eg skal leggja
teimum tey ráð, at byggja
nýggjan bæriligan skúla í 4
hæddum frá vestara enda á
húsinum, sum brann, eystureftir,
ella rættari í ein landnyrðing, til
og við verandi samkomuhøll.
Hetta hevði borið væl til, meðan
skúlagongdin helt fram í
eftirverandi bygningum og
øðrum fyribilsloysnum. Bygt
skuldi verið í stigum, so at
stigini kundu verið tiknin í brúk
so hvørt, sum bygt varð. Gamla
Hús skuldi verið tikið niður
halt mær til góðar Gunnar
Hoydal tá ið komið var so
langt, og síðani samkomuhøllin.
At enda skuldi verandi
skúlabygningur, skrímslið, verið
tikið niður, og tað plássið verið
gjørt til parkeringsøki. Hetta
hevði nervað dalin sum minst
og føroyskir politikarar høvdu
víst, at teir tóku sínar egnu
visiónsætlanir í álvara. Tí betri
íløgu ber ikki til at hugsa sær,
og pengarnir sýnast ikki at tróta,
nú ætlanin er at fara undir ikki
minni enn tveir
undirsjóvartunlar. Og skjótt fara
privatiseringsmilliónirnar at
rulla. Hvat skap, skúlin skuldi
havt, og hvussu hetta
byggitekniskt skuldi verið
skipað, eri eg ikki førur fyri at
meta um, men at ein nýggjur
skúli í Hoydølum kundi verið
eitt satt prýði, um rætt varð
atborið, eri eg ikki í iva um.
Megna vit ikki at raðfesta skúlar
í góðum tíðum, tá ið at vísa seg
eingin verkætlan kann bíða, so
ber einki til. Í ringum tíðum fáa
vit teir ikki; tað vita vit.
Eg leggi við eina mynd, sum
vísir skúlaøkið úr erva.
18/62007
Eldur í Hoydølum