Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kaj Lykke Jensen, búsitandi í Ålborg, andaðist 15.juni 65 ára gamal. Jarðarferðin verður hósdagin 21.juni kl. 13 úr Vejgaard Kirke. William Holm Jacobsen, Tórshavn, fer til gravar úr Ebenezer hósdagin 21. juni, kl. 13. Jógvan Petersen, ættaður úr Haldarsvík, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnu­ dagin 17. juni, 64 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Í gjár, týsdagin 19. juni, fylti Ragnhild Hansen í Klaksvík 80 ár. Ragnhild er ættað úr Heimistovu í Svínoy. For­ eldrini vóru Anna og Jóannes Joensen. Tey áttu sjey børn – tríggjar dreingir og fýra gentur. Ragnhild er elst av systrunum. Í 1949 giftist Ragnhild Karsteni Hansen, sum var ættaður uttan av Toft­ um, og sum vaks upp í Svínoy. Tey fluttu í 1950 úr Svínoy og til Klaks­ víkar, har tey bygdu á Gerðareiði. Ragnhild var, sum mest sum allar konur tá í tíðini, heima hjá børnunum, meðan tey vóru smá og vuksu til. Í býlinginum á Gerðareiði, sum fyri tað mesta varð bygdur fyrstu árini eftir kríggið, vóru ógvuliga nógv børn í fimmti og seksti árunum. Børnini hjá Ragnhild og Karsten eru Hanus (1949), Jóannes (1955) og Finngerð (1961). Hanus og Finngerð búgva í Klaksvík, og Jóannes býr á Toftum. Ragnhild eigur átta ommu­ børn, og tað eru komin seks í næsta ættarliðnum. Heimið í Kráargøta hevur altíð ver­ ið hugnaligt og friðfult í góðum grannalagi, og gestablídnið hevur verið stórt. Tað var stórur smeitur fyri Ragnhild, tá ið hon í 2001 misti mann­ in. Hóast heilsan ikki nú er, sum hon hevur verið, so fylgir Ragnhild fram­ vegis væl við í tí, sum gongur fyri seg. Í familjuni er hon nátúrligi mið­ depulin. Hon hevur umvegis telefonina samband við nógv fólk, hon er fegin um heimahjálpirnar, sum vitja tvær ferðir um dagin, hon fegnast um tey, sum trúliga støkka inn á gólvið, og hon fylgir væl við í bløðunum, útvarp­ inum og sjónvarpinum. Dótturin er inni á gólvinum hjá Ragnhild mest sum hvønn dag. Í gjár varð føðingardagurin hildin í heim­ inum hjá dóttrini, og har vóru næstan hálvt annað hundrað fólk inni á gólv­ inum og heilsaðu upp á Ragnhild. J Ragnhild Hansen 80 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá í elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróður okkar Árni Johansen Tórshavn andaðist og var jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri vøkur og troystarfull orð í kapellinum og í Vesturkirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og tykkum, ið hjálpti til við ervinum. Tøkk fyri heilsanir, vitjanir, blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Solveig, Randi og Áki Dagurin 21. juni. Longsti dagur. Sólstøður, tá ið sólin stendur hægst á luftini um miðdagin. Kann vera 21. ella 22. juni. Dagurin eitur eisini Albanus. Hann var úr Onglandi, og gjørdist biskupur í Mainz, har hann varð hálshøgdur, tá ið vandalar um ár 400 søktu at býnum. Tað er ikki einans í ítróttin­ um at medaljur verða lætn­ ar. Ransin Napoleon Djur­ huus í Havn, sum eru í læru sum bygningsmálari hjá málarafyritøkuni Falken­ berg, fekk karakterin 10,0 og bronsumedalju tá hann gjørdi sítt sveinastykki á Tekniska Skúlanum í Glad­ saxe í døgunum 4. til 13. juni 2007. Uppgávan hjá honum var m.a. at blanda ymiskar litir og at mála ein bás við hurð­ um og vindeygum. Hetta arbeiði var so væl úr hond­ um greitt, at hann fekk bronsumedalju, sum bert verður givið fyri sera gott avrik. Silvurmedalja verður eis­ ini latin, men tað eru bert tveir málarar, sum hava fingið silvur síðan 1989. Ransin skal møta á ráð­ húsinum í Keypmannahavn seinni í summar, tá hann verður heiðraður av drotn­ ingini. Ransin fekk silvurmedalju Ransin Napoleon Djurhuus fekk bronsumedalju, tá hann gjørdi sítt sveinastykki á Tekniska Skúlanum í Gladsaxe. Hann er í læru sum bygningsmálari hjá málarafyritøkuni Falkenberg Mynd: Jens Kristian Vang