Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 116 - 20. juni 2007 tíðindi Í dag, 20. juni, verður Henrik Old, løgtingsmaður 60 ár. Henrik fekk ikki nakra blíða byrjan á lívin­ um. Mamma hansara, Henr­ ikka, sum hann er uppkall­ aður eftir, giftist við bretsk­ um hermanni Dennis Willi­ am Connor Old. Men longu tá Henrik var nýføðingur, doyði mamman. Pápin fór aftur til Bretlands, har hann fekk eina nýggja familju, sum Henrik hevur samband við. Henrik kom tískil at vaksa upp hjá mostrini Ing­ er og manni hennara Johann­ es, og hann hevur ofta tikið til, hvussu gott hann hevði tað hjá teimum. Henrik er sum øll vita vágbingur, og hann fór sum allir dreingir tá í tíðini til skips, tá farið var úr skúl­ anum, og var hann tá 17 ár. Sum frá leið gjørdist Henrik eisini skipari, og mest kendur er hann sum skipari á kraftblokkaskipin­ um Nýborg hjá Jákupi Joen­ sen. Nýborg var eitt tað fyrsta skip, sum varð bygt til nótaveiðu, og hetta gekk óført. Tískil er Henrik ein av undangongumonnunum í hesum veiðuhátti. Men Henrik hevði eisini onnur áhugamál, og tað var politikkur. Hann stillaði upp til løgtingsval og varð fyrstu ferð valdur í 1984, so hann hevur havt síni meira enn 20 ár á tingi. Hóast hann flutti til Havnar, hevur hann viljað verið nær sínum veljarum. Tí hevur hann hús í Vági, har hann býr, tá tað ber til. Í tinginum hevur hann serliga markerað seg á fiski­ vinnuøkinum. Her hevur hann eisini kent seg meira og meira einsamallan, tí sig­ ast kann í hvussu er, at fiski­ vinnan ikki er yvirumboðað í løgtinginum. Tað er ein spurningur, um nakar annar enn Henrik kann kalla seg fiskimann í tinginum í dag. Í tingsins summarferium hevur hann í mong ár verið við svenskum nótaskipum, og hetta gevur honum eisini innlit í, hvat ið rørir seg uttanfyri landoddarnar. Í tingnevndum var tað tískil fyrst og fremst fiski­ vinnunevndin og nú vinnunevndin, har hann hev­ ur havt sín fremta leikpall. Í hesum nevndum hevur hann eisini verið formaður í mong ár, og tað er hann eisini nú. Vit hava verið saman bæði á tingi og nevndararbeiði. Í vinnu­ nevndini kundi ofta vera sera rokut, og annað kundi tað ikki vera, tá ein annar markantur limur var Heini úr Kunoy. Men tá avtornaði, varð nærum altíð rokkið á mál til ásetta tíð, og ofta var tað gjørt í semju. Henrik er ein markantur og eisini undirhaldandi pol­ itikkari. Hann dugur væl at taka ramliga til, so eingin ivi er um, hvat hann meinar, og sigast kann, at hann altíð er í parti við tí minna mann­ inum. Eitt tingarbeiði hevur ofta ført til onnur politisk álitis­ størv. Í nógv ár var Henrik av landsstýrinum valdur til formann í nevndini fyri løn­ javningargrunnin, har nevndarlimirnir annars vóru umboð fyri manningar­ feløgini og reiðarafelagið. Hetta var í ringastu tíðini fyrst í 90­unum, tá tað ikki var mark fyri trupulleikun­ um. Til dømis kundu vera trupulleikar við at fáa goldið fiskimonnum for­ skot, sum er eitt tað ringasta sum kann henda. Her máttu loysnir finnast, og varð tað gjørt við at taka lán, har allir nevndarlimirnir máttu skriva undir. Ein annar dystur var, tá avtala varð gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina um at skerja inn­ tøkutrygdina hjá fiski­ monnum. Tað gekk ikki so væl at fáa hetta gjøgnum tingið, tí mátti tað gerast á onkran kreativan hátt. Ein av hesum var at umdoypa týdningin av orðinum »fiski­ partur«, so hann ikki longur skuldi merkja ein dekkara­ partur, sum hann ger sam­ bært orðabókina. Nú skuldi politiskt ásetast ein nýggjur týdningur av orðininum, nevniliga samlaði parturin, íroknað yvirmannapartar­ nar. Endamálið var at spara nakað av peningi til inntøku­ trygd. Hetta vildi verið eitt rættarbrot av teimum stóru. Men hetta varð forpurrað av eini samdari nevndini í lønjavningargrunninum, og har var Henrik á odda. Síð­ an er nevndin avtikin, og í dag er eingin møguleiki at steðgað slíkum rættarbrot­ um. Tað skal tó eisini sig­ ast, at eg og Henrik hava ikki altíð verið samdir, men altíð hevur drigið saman aftur. Til stuttleika skal nevnast eitt dømi um, hvussu Henrik hevur upplivað, hvussu tað kann broytast í politikki. Í síni tíð var Henrik ofta í hornatøkum við Helenu Dam á Neysta­ bø, og tað kundi ganga nokk so harðliga til. Men ein morgunin Henrik vakn­ ar, nú eru tey floksfelagar. Soleiðis kann eisini ganga. Henrik hevur eisini í nógv ár verið limur í ting­ mannaráð útnorðurs, og hevur eisini verið formaður eitt skifti. Her havi eg eisini eitt fitt minni. Ein dagin kemur hann inn á gólvið við Ruth Heilmann, kendur grønlendskur politikkari. Vit bæði vistu bert um hvørt annað frá tí, eg var á háskúla í 1961 saman við manni hennara Ottorak, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Síðan tá hava vit havt samband okkara millum. Tað er eingin ivi um, at Henrik hevur verið eitt virðiligt umboð fyri Føroyar í hesum høpi. Henrik er giftur við Else­ beth, dóttir Jenny og Petur í Gong, kendur býráðspolit­ ikkari í Havn í ártíggir. Tað kann sigast, at uttan eina friðarligu konu, sum tryggj­ aði heimafrontin, hevði tað neyvan borið so væl til hjá Henriki. Tey eiga børnini John William, Inga, Jenny og Petur. Abbabørnini eru trý í tali. Henrik er burtustaddur føðingardagin. Ynskt verð­ ur honum og hansara hjarta­ liga tillukku við føðingar­ degnum. ó. Henrik Old 60 ár Her sæst Henrik saman við kvinnnunum í lívi sínum, Elsebeth, Jenny og Ingu Føroysku myndugleikarnir ætla at seta eina klippikort­ skipan í verk, uttan nágreini­ liga at hava set seg inn í hvørjar avleiðingar skipanin hevur, stendur at lesa á heimasíðuni www.koyr­ ilararin.fo Ein kann siga, at myndug­ leikarnir ætla hasta eina stigaskipan ígjøgnum við donskum hagtølum sum ikki eru dagførd, ístaðin fyri at bíða eina tíð fyri at vita hvussu hon kemur at hilnast í t.d. Danmark. Í Danmark hevur skipanin ikki haft tað ávirkan sum ætl­ anin var. Tað er næstan ógjør­ ligt at fáa trý klipp, sum skal til fyri at missa koyrikortið. Síðan skipanin varð set í verk í 2005 eru tað einans 266 persónar, sum hava fing­ ið trý klipp. Ferðslugranskarin Micha­ el Sørensen frá Aalborg Uni­ versitet sigur, at vandin fyri at verða fangaður av løgregl­ uni er ómetaliga lítil, og at fólk hava varnast, at hetta er so. Tá skipanin kom fram, minkaði ferðin á vegunum, men nú er ferðin vaksandi aftur, og nøgdin av fólki sum lata lív í ferðsluni er vaksandi í 2007. mynd: www.koyrilararin.fo Næstan ógjørligt at fáa trý klipp Lesið -so eru tit við!