Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 116 - 20. juni 2007 Annað enn tónleikur á Jóansøkufestivali Tónleikurin verður í hásæti, tá Jóansøkufestivalurin verður á skránni um vikuskiftið, men har vera tó eisini onnur ting á skránni á festivaløkinum. M.a. vera fleiri smáar og forkunnugar sølubúðir á staðnum. Her fert tú at kunnu keypa heimagjørd føroysk pløgg frá Annu og Daniu Pau, leirlist frá Gurið Poulsen, kaffi, the og konfekt frá Brell og heimagjørd prýði frá Tinu. Norðlýsið fer eisini at liggja við bryggju á festivaløkinum, og har ber til at keypa góða fiskasuppu frá Elin Dimon, sum er serkøn í heilsugóðum mati, og sum hevur nógvar spennandi og øðrvísi rættir at bjóða. Jóansøkubál í Funningsfirði Leygarkvøldið 23. juni verður Jóansøku hildið á bryggjuni í Funningsfirðið. Byrjað verður kl. 21.00, har Anita Fríðriksmørk bjóðar vælkomin. Á skránni verður m.a. felagssangur og bryggjudansur har Vágaverk saman við Sámali Ravnsfjall spæla. Eisini verður høvi at grilla á staðnum og keypa sær okkurt drekkandi afturvið. Bygdar­ fólkið í Funningsfirði bjóðar øllum vælkomnum til Jóansøkubálið. Runavík verður fríðkað Ein skal ikki hava koyrt leingi, fyrr enn ein sær tað stóra arbeiðið, ið gjørt er at fríðka um Runavíkar Kommunu. - Okkara ynski er, at býurin skal vera vakur og verandi vakur, sigur arbeiðsformaðurin, Bjarni Kjeld Býarprýði Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: Í roynd og veru sær ein tað í somu løtu, ein kemur inn í kommununa: Longu á Skipanesi síggjast fyrstu teknini um eina kommunu sum ynskir eitt vakurt stað fyri borgarar­ nar. Eitt vakurt grønt øki við alskyns blómum tekur ímóti tí vitjandi. Hesar blómurnar verða settar soleiðis, at tær laga seg til árstíðina. – Vit hava sum so einki slagorð fyri okkara arbeiði. Eg veit hinvegin, at teir siga í Klaksvík, at »Reinur og fríður er Klaksvíkar býur«. – Okkara uppgáva er bara at gera tað betri enn teir, sigur Bjarni við einum brosi. Saman við sær hevur hann gott fólk, sum bert hava eitt fyri eyga: At tað vera vakurt og snøgt í kommununi, bæði summar og vetur. – Okkara arbeiði er sera áhugavert og fjølbroytt. Vit gera stutt sagt alt ­ you just name it!, sigur Bjarni. Fleiri grøn øki eru longu at síggja. Ætlanin er at gera eitt størri øki í Runavík, har ein einaferð í framtíðini fer at planta ymiskt, gera gøtur og kanska fær sær eitt springvatn eisini. Fríðking og kloakkir Runavíkar kommuna er við teimum seinastu saman­ leggingunum vorðin sera stór í vavi og fólkatali. Hon fevnir um bæði Skála, Elduvík, Oyndar­ fjørð, Rituvík og Æðuvík umframt allar bygdirnar á eystara armi á Skálafjørði­ num – í alt er talan um 14 bygdir við íalt 3.681 íbúgv­ um í mars mánaði í ár. Talan er tí um eitt rætti­ liga stórt øki sum Bjarni og hansara 10 menn skulu halda og halda skil á hvønn einasta dag. – Men eg havi sera gott fólk aftrat mær. Og tí gongur tað bara væl, sigur hann og brosar til starvs­ felaga sín, Sigmund. Arbeiðsøkini hjá teimum eru sera fjølbroytt og krevja ymiskt hegni av monnum: Frá teim mongu grønu økjunum í kom­ mununi til kloakkirnar, eins og teir hava sín stóra leiklut tá tiltøk verða hildin í kommununi. Hetta arbeiðið er eisini rættiliga víttfevnt, tí til­ tøkini kunnu vera sera ymiskt: Eystanstevna farna vikuskiftið, framsýningin Faroe Expo, fiskikapping, seta hegn upp og luttøka við tey mongu tiltøkini í samband við jólini. Er brúk fyri eini hond til viðlíkahaldið á teimum mongu stovunum í kom­ mununi, eru teir somuleiðis við tað. – Vit fara eisini út um býin, t.d. í samband G­ festivalin. So tú skilir, at vit hava eitt sera víttfevnt arbeiði, sigur Bjarni við einum brosi. Vakrasti býurin Tað arbeiðið, sum kanska mest sæst eftir, er alt arbeiðið við at fríðka býin – at gera hann grønan. – Vit kunnu gera nógv, men ikki alt. Tá tað kemur til tað grøna, plaga vit at fáa onkran gartnara at leggja okkum lag á við planting av trøum, plantum og øðrum. – Og sum tit síggja, so er hetta eisini vakrasti býur í Føroyum, sigur Bjarni eitt sindur errin. Tíðin hjá tulipanunum er skjótt at enda komin. Eftir at henda myndin var tikin, fóru Bjarni Kjeld (vinstrumegin), starvsfelagi hansara Sigmund og allir hinur undir at taka leykirnar burtur og planta summarblómur ístaðin Mynd: Jens Kr. Vang