Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Nr. 116 - 20. juni 2007 jóansøka Poul F. varð sagdur úr starvi sum lærari í Froðba, tí hann dugdi ov lítið úr bíbliuni. Røðan sum Vilborg Michelsen helt, tá minnisvarði yvir pápa hennara varð avdúk­ aður í Froðba sunnu­ dagin Røða Myndir & lagt tilrættis: Dagfinn Olsen Fyrst av øllum vil eg takka fyri at eg eri biðin um at avdú­ka minnisvarða eftir pá­pa mín Poul F. Pabba var føddur í Sumba 1898, elstur av 9 systkjum. Pabba fór sum aðrir ungir dreingir til sjós, men gavst skjótt við sjólívinum, mam­ ma mín hevur fortalt mær, at pabba hevði sagt henni, at ein av grundunum til at hann ikki valdi sjólívið til sítt lísvsstarv var, at hann misti sín besta vinmann á­ sjónum. Pabba fór bert 15 á­ra gam­ al til Havnar á­ læraraskú­la, har hann millum annað gekk á­ skú­la saman við Vic­ tor Danielsen. Eftir lokna ú­tbú­gving fór pabba aftur til Sumbiar, har hann var eina tíð. Eg havi hoyrt at pabba skal verða yngsti næmingur, ið hevur lokið prógv frá­ læraraskú­lanum. Í 1920 fekk pabba starv í Froðbiar skú­la, og kom hann at bú­gva hjá­ skyldfólk­ um sínum í Kristinhú­si á­ Hamri. Tá­ rann saman ímill­ um mammu og pabba, og blivu tey borgarliga vígd av unga sýslumanninum Krist­ ian Djurhuus, sá­la, inni í stovuni hjá­ abba mínum Johannes í Kelduni. Mam­ ma hevur fortalt mær, at har um leiðir var ikki van­ ligt við borgarligum vígsl­ um, so tað vóru mong ið settu spurnartekin við um vígslan í stovuni hjá­ abba­ num var gildug. Pabba var so lærari í skú­lanum á­ Hamri í nøkur fá­ á­r. Ágangurin ímóti hon­ um av á­vísum persónum førdi so til, at pabba varð sagdur ú­r starvi í Froðba. Pabba segði fyri mær, at hesir persónar, ið fingu hann ú­r starvi, teir liggja all­ ir undir grønu torvu, teir vil­ du ikki góðtaka hann sum lærara, tí hann dugdi ov lít­ ið ú­r Bíbliuni, tað vil siga at næmingarnir fingu ov lít­ ið av andaligari føði, og tí var pabba ikki kompetentur at undirvísa teirra børnum, men pabba var ikki ein, ið bar hatur til nakran , hann segði altíð; “ sama ger, lat fara”. Sostatt bleiv lívstarvið hjá­ pabba ikki lærari, men hann bleiv arbeiðsmaður, var eisini valdur í sóknar­ stýrið í 12 á­r. Tað er ongin loyna, at pabba til tíðir dá­mdi gott tann sterka løðin, men hví? Je sigi sum hann sjá­lvur segði: “sama ger, lat fara”. Tað hevur nokk verið ein orsøk til tað. Mamma hevur sagt mær, at pabba var til­ komin maður, tá­ hann byr­ jaði at drekka. Pabba var føroyingur, tjóðskaparmaður um ein há­ls. Pabba og mamma giftust sum sagt í 1923, og bú­ði hann á­ Hamri líka til sín deyðadag á­ Jóansøku 1970. Hann var ein góður pá­pi, og ogur høvdu ein góðan barn­ dóm. Hann elskaði børn, seinni abbabørn, og annars øll børn. At enda vil jeg takka Lions Club, Suðuroy, fyri henda minnisvarða um pá­pa mín, tøkk til Óla Holm, tøkk til Ljóm, tøkk til tykk­ um øll, ið er her eru møtt, og eina stóra tøkk til Hanus Johansen, sum eg meini hevur gjørt pá­pa mín so liv­ andi aftur. Friður verði við minni­ num um pá­pa mín Poul F. Joensen. Vrakaður sum lærari Fleiri framsýningar á Jóansøku Jóansøka hevur fleiri framsýningar á­ skrá­nni. Í Bú­ðini, miðskeiðis á­ Tvøroyri, hevur italiumaðurin, sum býr í Vá­gi, Gianfranco Nonne framsýning við keramikklist. Hann er m.a. kendur fyri bringumyndina av Poul F, sum varð avdú­kað í skú­lanum í Sumba fyri kortum. Absalon Absalonsen hevur má­lningaframsýning og Tvøroyrar Býrá­ð sýnir fram miðbýarætlan í hølum niðanfyri Hotel Tvøroyri. Gallarí Oyggin hevur framsýning við Rannvá­ Mortensen, Peter Boye og Palle Julsgart, umframt at politikarar sýna list fram. Torbjørn Jacobsen skipar fyri uppboðssølu. Naddoddur hevur sýning av myndum í neystinum, nú­ felagið er 10 á­r. Aggi Ásgeirsdóttir og Vigdis Sigmundsdóttir sýna fram í Gomlu Doktarahú­sunum. Stevnunátt Handlar á­ Tvøroyri skipa fríggjakvøldið fyri undirhaldið, samstundis sum handlarnir hava opið til klokkan 24. Í miðbýnum verður mótasýning, dansiframsýning og dansisýning. Tað er handilsfelagið í býnum, ið skipar fyri.