hósdagur 21. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 21. juni 2007
13
viðmerkingar
Slúsurnar opnast? Eg
haldi, at føroyingar áttu at
hugsað seg væl um og
vurdera, um tað sum
fyrigongur í løtuni er gott
fyri okkum føringar?
Ella um tað kemur at
geva okkum trupuleikar, og
at vit koma at arbeiða sum
trælir í egnum húsi? Ikki
fyri danir - men
brøðratjóðina fyri vestan,
íslendingar.
Í fjør samtykti løgtingið, at
lógarfesta Íslandssátt-
málan og ikki at seta hann
í gildi sum uppskot til
samtyktar. Harvið setti
løgtingið hendan sáttmála
oman fyri nationala
lóggávu.
Hesin sáttmálin skuldi
verða hann, sum
“globaliseraði” okkum
føroyingar, segði onkur í
ovfarakæti.
Virkningurin fyri okkum er
hann, sum væntað av
mongum?
Hvat hava vit so fingið
burturúr av útflutningi, og
av uppkeypum og íløgum í
íslendsk vinnuvirkir, flaka-
virkir og skip, síðan hesin
sáttmálin kom í gildi?
Mær kunnugt eru als
ongar íløgur í vinnu - og
tænastuvirkir á landi gjør-
dar av føroyskum virkjum
síðan hoyvíkssáttmálin
kom í gildi í nov. 2006.
Í útflutningshøpi av vøru
frá Føroyum til Íslands
verður tað ivaleyst eisini
soltið - kanska onkur
trollemmur, paunur,
skerilinja ella transportørur
til fiskivinnuna, mjólka-
vøra, møguliga nøkur egg
av Velbastað, heilsøluvørur
og kt forrit.
Øl og sodavatn frá
bryggjarínum møguliga, tó
einans um hesir klára at
selja ávísa nøgd, annars
rúka hesar vørurnar av
hyllunum aftur. Um mini-
mumkravið til sølu skal
haldast, má bryggjaríið
kanska inn at keypa sínar
egnu vørur fyri at halda
tær á hyllunum í ringasta
fall.
Vónandi fáa tryggingar-
feløgini okkurt burturúr, tá
tryggingarlóggávn verður
samtykt seinni í ár, tað vil
tíðin so vísa.
Útflutningurin og
innflutningurin er lítið
broyttur
Føroyski útflutningurin og
innflutningurin er lítið
broyttur, um tikið verður til
samanbering árini 2004-
2007 fyri tíðarskeiðið nov-
apríl hvørt ár - (Hoyviks-
sáttmálin kom í gildi í nov
2006, tí uppgerð frá nov til
april): Sí talvu
Íslendingar hava
“paradurnar” uppi
Í fiskiskip ber als ikki til at
gera íløgur, orsakað av
verjulóggávu í Íslandi, har
einans íslendingar mugu
eiga í fiskivinnuni á sjógvi.
Í fiskivinnuni á landi
kunnu útlendingar verða
minnilutapartaeigarar.
Tann, sum trýr upp á
javnvág í hesum
sáttmálanum, má verða
superoptimistur. Sáttmálin
skal byggja upp á javnsett
rættindi hvør hjá ørðum,
men sera trupult er at fáa
eyga á hesa javnvág, og eg
vænti hana heldur ikki, og
gjørdi eisini vart við mín
iva undir viðgerðini av
sáttmálanum í
løgtinginum.
Tað byrjaði við uppkeypi
og íløgum í:
SMS og Bónus
Síðani
Skip (farmaskip og
fiskiskip) og Fiska-
virkingsvinnuna
harfrá til infrakervið á
landi (flutningsfyritøkur)
víðari til skipasmiðju-
uppkeyp síðani tænastu-
virksemi innan flutning
síðani betongstoypivirki
og iveleyst okkurt afturat,
sum eg ikki havi fingið
við.
Keypsmynstrið
Hyggur ein eftir keyps-
mynstrinum, so eru flestu
av hesum keypum
strategisk keyp fyri sera
høgan kostnað, ið vit sum
brúkarar koma at gjalda
dýrt fyri - tí tey føra duo-
pol og monopol við sær á
avgerandi økjum.
Tak bert farmaflutningin
og flutningskervið á landi
t. d. – hevði tað eydnast at
fingið meirlutan í Smyril
Line fyri 14 døgum síðani
so var fullgjørt.
Innan skipakeyp hava
íslendingarnir eisini gjørt,
at skip eftirhondini ikki eru
keypandi, tí prísirnir sum
teir umvegis “partnarar”
hava bjóðað, skríggja til
himmals um at okkurt er
púra galið, antin við
okkum ella teimum??
Hvat verður so tað næsta
sum uppkeypt verður??
Atlantic Airways - tá tað
verður einskilt??
Ella kanska Føroya
Tele??
Við tíðini kanska tey
66% av Føroya Banka??
Livst so spyrst.
Lív tá 50% verða seld??
Vestlaks tá Føroya Banki
selur?
Ella stórur partur av
Faroe Farming tá/um Eik
selur?
Um tað høvdu verið
danir og donsk vinnu
lívsfólk, sum høvdu framt
slík aggresiv uppkeyp í
føroyskt vinnulív, sum
íslendingar gera, hvat
hevði loysingarvongurin
tá sagt teir sum nú sita
sum ryssur yvir deyðum
fyli og líta á og halda alt
er so sára gott??
Minnist ein mann sum
nevndist Frank Uhrenholt,
ein dugnaligur danskur
vinnulívsmaður, sum royn-
di at verða við í føroyskum
vinnulívi. Hann var m. a.
nevndarformaður eitt skifti
í Fiskasøluni og átti m. a. í
rækjuskipið og fiska-
virkisvinnu á landi í
Føroyum, men hesin bleiv
tá hongdur út í bløðunum
dag og dagliga, tí hann
dittaði sær at koma her og
gera íløgur og “taka” frá
okkum føroyingum.
Eg haldi, at ein kann
ásanna, at er navnið á
barninum “íslendskt,” so
ber alt til og flestu tiga fyri
frið skuld - og alt er so
sára herligt, men - er tað
hann “danin”, ja so er hann
“fanin”.
Um somu uppkeyp av
virkjum og skipum og
“keypshugur” annars var
blivin framdur av dønum í
føroyskt vinnulív, so eri eg
vísur í, at vit ídag høvdu
havt bæði skrúðgongur og
krav um fólkaatkvøðu og
loysing, tí imperialistarnir
nú aftur vóru við at taka
land og undirgrava okkum
sum fólk, - okkara
sjálvsavgerðarrættur hevði
verið í vanda, rokni eg við
at onkur vildi sagt.
Reella maktin hvar
liggur hon?
Vit eiga at spyrja okkum -
hvør hevur reelt politisku
maktina, tá íslendingar fara
at sita á
vinnulívi, flutningi og
finanssektorinum?
Eg haldi, at føringar áttu
at hugsað seg væl um og
vurdera, um tað sum
fyrigongur í løtuni veruliga
er gott fyri okkum
føroyingar - ella um tað
yvir tíð kemur at geva
okkum trupulleikar, og at
vit, kanska uttan at hugsa
um tað, koma at virka/
arbeiða sum trælir í egnum
húsi - ikki fyri danir, men
brøðratjóðina fyri vestan -
íslendingar.
Vágur 19.06.2007
Íslendska uppkeypið av føroyskum vinnulívi á sjógvi og landi
løgtingsmaður
Johan Dahl
»Uppsagnir fyri at
provokera fakfelagið at
sleppa vunnin rættindi!«
Soleiðis hevur leiðslan í
Postverkinum
marknaðarført nýggjastu
uppsagnirnar á stovni
sínum, og hon vil
samstundis hava
postverkið at sleppa
vunnin rættindi. 15 fólk
mugu í fyrstu atløðu
bløða fyri hesi
provokasjónini frá
Postverksleiðsluni.
Hetta er greiður ágangur
á fakfelagið og tey
fólkini, sum starvast í
Postverkinum. Sum tað
ljóðar, so er hetta ikki
einasti ágangur, leiðslan
í Postverkinum hevur
framt mótvegis
starvsfólkunum/
fakfelagnum. Málið
gerst alsamt meir
álvarsamt, tess fleiri
upplýsingar koma
framm.
Samtak átalar harðliga
framferðina og minnir á,
tær leiðregur, sum
føroyski
arbeiðsmarknaðurin
virkar eftir.
Vegna Samtak
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya
Fiskimannafelag
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Sáttmálar og menniskju
mugu virðast
Hotellið norðuri á Eiði
fekk fyri eini tíð siðan
nýggjar eigarar og nýtt
vertspar. Og sjálvandi gera
hesi broytingar og royna
okkurt nýtt. Og lat tað vera
sagt beinanvegin: Hesar
broytingar hava avgjørt
verið til tað betra.
Var við ferðafólki eitt
leygarkvøld og royndi
teirra ”kalda borð”. Hetta
var fyrstu ferð tey royndu
hetta, so væntast kundi,at
onkrir byrjunartrupulleikar
fóru at stinga seg upp. Men
vit løgdu ikki merki til
nakað sum helst. Og vóru
nakrir trupulleikar so legði
ongin teir til merkis, so
blíð og fyrikomandi vóru
bæði vertir og starvsfólk.
Borðreitt var við nógv-
um og góðum mati, heima-
gjørt meginparturin, og tað
smakkaði framúr væl.
Av onkrum
forkunnugum kann
nevnast:skerpikjøt,
heimagjørd rullupylsa,
lambskjøt,turrur fiskur,turt
tvøst og gott spik, ymisk
sløg av sild, heitir rættir og
mangt annað, you name it.
Alt í alt eitt frálíkt borð.
Mínir gestir vóru sera
væl nøgdir, og tá eg fór og
spurdi aðrar gestir, ið har
vóru, var svarið allastaðni
tað sama:”hetta er frálíkt”
Alt tykist eisini at vera í
góðum standi og sera reint
og nossligt.
Kømur og sengur eru í
góðum standi við góðum
baðimøguleikum.
Og so sum rosinan í
pylsuendanum: tað framúr
góða útsýni eystur í hav,
oman á mølina, suður
gjøgnum Sundalagiðm, og
yvir øllum lyftir seg Slætta
ritindur,hábærsligur og
veldugur.
Les ikki bara um tað,
ROYN TAÐ.
Hotel Eiði er eina vitjan vert
ferðaleiðari
Jørleif
Kúrberg