Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 117 - 21. juni 2007 Hvat eru nakrar milliardir millum vinir, spyr formaðurin í Føroya Óðalsfelag og vísir á, at landið er í ferð við at avreiða landsjørðina til bóndur, sum fáa eitt ókeypis umsetiligt festibræv. Hetta merkir, at teir dagin eftir kunnu selja jørðina hvør sær til útstykkingar og annað og stinga milliónir – ella tilsamans milliardir – í egnan lumma Fólksins ogn Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í sambandi við einskiljing­ ina av Føroya Banka skriv­ aði stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskars­ son, eina viðmerking í bløð­ unum, har yvirskriftin ljóð­ aði »Hvat er ein milliard millum vinir?«. Her sipaði búskaparfrøð­ ingurin til einskiljingina av Føroya Banka, har ein ser­ frøðingabólkur metti tað vera mest sannlíkt, at tað kundi fáast 40 prosent meira fyri bankan, um hann varð seldur einum strateg­ iskum ella industriellum keypara. Altso var helst talan um eina milliard krónur, sum landskassin og harvið føroysku skattgjald­ ararnir mistu við at seta avmarkingar í søluleistin, var niðurstøðan hjá Her­ manni Oskarssyni. Hendan niðurstøðan er ikki vorðin minni aktuell, eftir at sølan av Føroya Banka er byrjað og greitt er, hvussu ovurhonds stórur áhugin er millum smáíleggj­ arar at ogna sær partabrøv, sum eru yvirteknaði heili 26 ferðir. Longu í morgun, tá sølan byrjaði á børsinum, fleyg kursurin upp um hægsta kurs á 189. Tá hugt verður eftir mál­ inum um føroysku kongs­ jørðina, sum eftir nýggju lógini um landsjørð tryggjar hvørjum bónda eitt umsetiligt festibræv, sær støðan út at vera uppaftur grovari. Í seinastu útgávu av Óðalstíðindi skrivar formað­ urin í Føroya Óðalsfelag, Kári á Rógvi, løgfrøðingur, um aðrar milliardir, sum verða avreiddar eftir nýggju lógini og sipar til lands­ jørðina, sum bøndurnir eftir nýggjari lóg fáa festbræv uppá. ­ At rokna munin millum prís og virði á stórum banka er ikki hvørjum manni beskorið. Tá ið umræður landsjørðina er lættari at rokna. Í øllum førum prísin, sum landið letur síni virði fyri. Landskassin fær 0,00 krónur, sigur Kári á Rógvi. Roknisstykkið hjá for­ manninum Óðalsfelagnum sær soleiðis út: Ein gyllin í jørð liggur millum 30­40.000 krónur. Landið eigur góðar 19.000 gyllin, og virðið er sostatt í øllum førum um hálva milliard krónur. Men landið eigur bestu óbygdu jørðina í landinum, sum er í Havn, Klaksvík og á Skálafjørð­ inum. Hetta gevur í øllum førum nakrar milliardir krónur afturat, er niðurstøð­ an hjá Kára á Rógvi, sum vísir á, at hetta er galdandi, áðrenn hædd verður tikin fyri søluhátti og framferð. ­ Draga vit null frá, fáa vit nakrar milliardir. Men hvat eru nakrar milliardir millum vinir? spyr Kári á Rógvi. Hann eftirlýsir einum almennum orðaskifti um landsjørðina, men óttast fyri, at sum so mangan verður bíðað til ov seint er, tá lógin er samtykt. ­ Landið fær onki fyri síni rættindi, bóndin kann selja uttan at eiga, men bún­ aðarstova og landsstýris­ maður skulu gera nærri reglur, kunngerð, meta um serliga umstøður, undantøk, frávik og so framvegis. Lógin kundi tað sama bert verið ein paragraff sum sigur »Ari bestemmar«, sig­ ur Kári á Rógvi. Herfyri meldaði Heðin D. Poulsen, sum er vara­ maður hjá Poul Michelsen á Løgtingi, seg úr Fólka­ flokkinum. Tað var júst uppskotið til nýggja jarðar­ lóg, sum fekk dropan at flóta yvir hjá fyrrverandi fólkafloksmanninum. Jørð fyri mia. latin ókeypis Náttúran og menniskja Miðsummarhaldið í Klaksvík verður hildið fríggja­ dagin 22. juni. Sum vanligt tendra skótarnir eldarnar kl. 15 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksn­ um at hugna sær til kvøldið kemur. Kl. 19 verður miðsummarrøðan, sum í ár verður hildin av Jógvan E. Ósá. Hesuferð verður sungið úr Songbók Føroya Fólks, sum fólk tí verða biðin um at taka við. Er áhugi og veður, verður farið ein gongutúr út í náttúruna. Tað er Norðoya Fornminnafelag, sum skipar fyri mið­ summarhaldinum. Bøndurnir fáa landsjørðina fyri onki. Kortini er onki í lógaruppskotinum, sum hindrar teimum at selja jørðina til útstykkingar. Talan er um milliardir, sum bøndurnir kunnu fáa fyri jørðina, teir sjálvir fáa forerandi. Landið eigur nevniliga bestu óbygdu jørðina í landinum, staðfestir formaðurin í Føroya Óðalsfelag Sølan av landsjørðini til bøndurnar fyri 0 krónur er enn eitt dømi um avreiðing av fólksinis ogn, heldur Kári á Rógvi, formaður í Føroya Óðalsfelag Savnsmynd Vit søkja eftir fólki at bera bløð út í Norðra Gøtu. Ert tú 13 ár, og hevur hetta tín áhuga, so ring á tel 35 14 05 frá kl. 10 - 17 ella send ein teldupost: utbering@prent.fo LEYST STARV Útbering av dagbløðum og reklamum. Smyrilsvegur 13 · Postboks 3314 · 110 Tórshavn tel 35 14 00 · útbering tel 35 14 05 · fax 35 14 01 utbering@prent.fo · www.prent.fo