hósdagur 21. juni 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 117 - 21. juni 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Katrin Olsen wurde im Färöboot zweimal
färöischer Meister
Wikipedia um Katrin Olsen
Frem í
andróðri
Felagið hjá Atla Daniel
sen og Gunnari Nielsen,
Frem, er í vanda fyri at
fara á húsagang. Síðani
teir fyri 15 árum síðani
fóru av knóranum, hevur
felagið havt eina tunga
tilveru, og í dag skrivar
Ekstra Bladet, at felagið
enn eina ferð er ávegis
húsagangi.
Soleiðis fingu ognarar
hjá felagnum í gjár bræv,
har felagið fyri aðru ferð
í trý ár biður um at gera
eina akkordskipan um
skuld felagsins. Skal fel
agið hóra undan, er neyð
ugt, at ognarar avskrivað
80% av síni áogn í fel
agnum.
Ekstra Blaðið skrivar,
at í brævinum, sum er
sent, verður upplýst, at
samlaða skuldin hjá fel
agnum er 21,6 milliónir.
Samlaða ognin hjá fel
agnum er bara 3,1 milli
ónir. Tey 20%, sum felag
ið nú sigur seg kunna
gjalda, koma frá nýggjum
íleggjarum, men hesir
eru so bara tøkir, um ogn
ararnir eftirlíka ynskinum
um akkordskipan.
Stjórin í felagnum,
Hans Hermansen, sigur
við
EkstraBladet,
at
spælararnir fáa sína løn
til tíðina, hóast fíggjar
ligu trupulleikarnar.
-mørk
Fyrrverandi thai
lendski forsetin,
Thaksin Shinawatra,
hevur boðið 900
milliónir krónur fyri
Manchester City
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Manchester
City
hevur
seinnu árini roynt at endur
vunnið sætið sum eitt av
fremstu feløgunum í ensk
um fótbólti. Ikki minst tey
árini, tá Kevin Keegan var
venjari, keypti felagið hóp
in av dýrum spælarum, men
úrslitini gjørdust ikki tey
heilt góðu kortini.
Og tað hevur kostað dýrt
á botnlinjuni. Somikið dýrt,
at felagið seinasta hálva
árið hevur leitað eftir nýggj
um íleggjarum, og nú tykist
hesin vera funnin. Nevndin
í felagnum hevur í øllum
førum viðmælt aðalfundin
um, at nýggi eigarin sleppur
at keypa seg inn í felagið,
har Christian R. Mouritsen
og Adrian Cieslewicz teljast
millum spælararnar í ung
dómsrøðunum.
Shinawatra varð í fjør
koyrdur frá sum thailendskur
forseti eftir hernaðarkvett.
Orsøkin handan hetta var
korruptión, og síðani er
ákæra reist móti Sinawatra
um júst korruptíón.
Um tað eru svartir pengar,
sum eru nýttir til keypið,
ber illa til at staðfesta. Og
júst hesin spurningurin er
helst tann, sum vigar mest,
tá aðalfundurin skal taka
støðu til boðið. Eisini tí
enska Premier League skal
góðkenna nýggjan eigara
av einum felag.
Rættarmálið, sum er reist
móti Sinawatra og konu
hansara, verður viðgjørt á
rættarfundi í komandi mán
aði.
Christian fær nýggjan eigara
Verður Thaksin Shinawatra
góðkendur av ensku Premier
League, verður hann mest
sannlíkt nýggjur eigari av
Manchester City
Mynd: Polfoto/AP
Katrin Olsen eigur
nú sína egnu slóð á
Wikipedia. Og um
vikuskiftið kann enn
ein worldcup sigur
møguliga leggjast
afturat síðuni
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki sørt, at Katrin
Olsen ger um seg innan
rógviítróttina.
Somikið
nógv hevur hon gjørt um
seg, at ein lýsing av før
oyska róðrakvinnuni nú er
at finna á internetalfrøðini,
Wikipedia.
Á síðuni, sum er á týsk
um, stendur millum annað
um fyrstu róðrarárini hjá
Katrini umborð á Jarnbardi,
og hvussu hon síðani fór
undir altjóða kappróðurin,
tá hon flutti til Danmarkar.
Síðani 2002 hevur Katrin
róð við danska landsliðnum,
og eru tað ikki minst
úrslitini her, sum hava gjørt
alheimin varugan við navn
hennara.
Komandi vikuskiftið skal
Katrin rógva enn eina
WorldCup stevnu. Hesa
ferð verður tað í Amsterdam,
har 750 rógvarar úr 42 lond
um taka lut. Fyrstu World
Cup stevnuna hetta kapping
arárið vann Katrin í dupult
um scullara saman við Juli
ane elander. Hesa ferð hev
ur landsliðsvenjarin gjørt
av, at manningin hjá kvinnu
liðnum skal blandast nakað
øðrvísi, og tí rør Katrin
saman við Sine Christiansen
úr Hadsund. Vónin hesa
ferð er, at danir fáa minst
eina manning í finaluna,
men talan verður um sterka
mótstøðu. Eitt nú frá Kina,
sum hevur fýra manningar
við, meðan eisini Finnland,
Pólland og Týskland hava
sterkar manningar.
Katrin á Wikipedia
Á slóðinini, de.wikipedia.org/wiki/Katrin_Olsen, ber til at lesa um tað, sum Katrin Olsen higar
til hevur avrikað innan kappróður