Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 117 - 21. juni 2007 lýsingar Søkir eftir Skrivstovufólki Í samband við at skrivstovufólk okkara fer í farloyvi, søkist eftir einum skrivstovufólki til setan frá 1. august 2007 og fram til summarið 2008. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: • Dagliga gongdin hjá Deyvafelagnum og Deyvahúsinum. • At fyrisita Deyvafelagið undir leiðslu av nevnd felagsins. • At skipa fyri fundum í Deyvafelagnum. • Samskifti Deyvafelagsins við almennu myndugleikarnar. • Samskifti Deyvafelagsins við tænastuveitandi stovnar, t.d. viðv. Sjónvarp Føroya o.ø.. • Samskifti Deyvafelagsins við útheimin m.a. Norðurlandaráðið hjá Deyvum og Danske Døves Landsforbund. • At savna tilfar til heimasíðu Deyvafelagsins – www.deaf.fo. • At hjálpa leiðsluni (nevndini) í Deyvafelag­ num at fyriskipa tiltøkum Deyvafelagsins. • Dagliga samskiftinum við limir Deyvafelagsins. • Innsavning til rakstur Deyvafelagsins. • Dagliga rakstrinum (m.a. útleiguvirksemi) og viðlíkahald av Deyvahúsinum. Neyðug førleikakrøv og persónsmenska: Søkt verður eftir fólki, ið kann arbeiða sjálvstøð­ ugt, hevur útbúgving og royndir innan vanligt skrivstovuarbeiði og annars røkja omanfyri­ nevndu uppgávurnar. Men fyrst og fremst verður dentur lagdur á, at umsøkjarin hevur hug og hegni at seta seg inn í viðurskiftini teirra deyvu, at taka til sín deyva­ mentanina, at hava áhuga í at læra teknmál, og annars er sinnaður at brúka part av orku síni at menna lívsvirði teirra deyvu. Arbeiðstíð og løn: Starvið er ½­tíðarstarv, og verður arbeiðstíðin annars ásett í samráð við leiðslu Deyvafelagsins. Lønin er ásett sambært sáttmála við Starvs­ mannafelagið. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjørg Hjelm á tlf.nr. 31 75 97 ella 51 75 97 Umsóknir skulu verða Deyvafelagnum í hendi í seinasta lagi 23. juni 2007 og verður at senda skrivliga til Deyvafelag Føroya Postboks 2001 FO­165 Argir NámsfrøðiNgar til DagstovNiN gjáarloN í vestmaNNa Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til Gjáarlon at byrja 01. 09. 07. Talan er um fulltíðarstørv við møguleika at arbeiða niðursetta tíð . Størvini verða sett eftir avtalu. Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði – normeraður til 84 børn. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.17.15. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti. Umstøðurnar eru sera góðar – bæði innan og uttandura. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á : • Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum • At skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur • At vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja : • At tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt • At tú ert ágrýtin og nýhugsandi • At tú ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði • At tú kannst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • At tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda­ gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 470134 / 230134 ella Marin í Niðristovu Durhuus, varaleiðara, á tlf. 470138 / 230138. Umsóknir saman við avriti av prógvum og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli kl. 12.00 og sendast til: Gjáarlon Hornavegur 16 FO­350 Vestmanna Umsóknir skulu merkjast: »Námsfrøðingar« Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk fyribils sett í størvini. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Setan­ arsamrøður verða í viku 28. DagstovNuriN gjáarloN Sp/f Andrias Berg Entreprenørvirkið Marinargøta 6 · 188 Hoyvík Tlf. 31 65 58 / 21 65 58 Søkt verður eftir førara til lítlan kranabil. Fyrimunur er, um viðkomandi eisini kann koyra gravimaskinu. Talan verður um fast arbeiði. StarvSfólk til Statoil argir Statoil Argir sóknast eftir dugnaligum starvs­ fólki til at arbeiða skiftandi vaktir. Uppgávurnar eru: Kassin og annað vanligt handils arbeiði. Statoil Argir leggur stóran dent á at veita góða tænastu. Ert tú fyrikomandi, smílandi, og eldri enn 16 ár? So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Róa Snorrason á tlf. 56 40 16. Ljóðar hettar sum tú? Send so eina skrivliga umsókn til: Statoil argir Traðargøta 41 FO­160 Argir Feriuavloysari Feriuavloysari søkist at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri føstum starvi. Ring á tlf. 50 51 91 Lesið -so eru tit við! 6 Go-cart til sølu Fullfíggja Go-cart útgerð, 6 bilar í góðum standi, 2 40 fóts containarar og 400 dekk + nógvir eykalutir. Selist um nøktandi boð fæst. Tlf. 211695