hósdagur 21. juni 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 117 - 21. juni 2007
tíðindi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
Innskriftin á gravsteini
num sigur, at Heine er
føddur 21. oktober 1902 og
deyður í Vancouver 24.
januar 1927. Niðast á steini
num stendur: Er ikke død
men sover.
Heine gjørdist tískil bert
24 ára gamal. Hetta ber
boð um eina serliga søgu,
og hana hava vit í blaðnum
í dag.
Heine var næstelsti sonur
Carolinu
og
Zacharias
Heinesen í Havn. Zacharias
var jú stórkeypmaður fyrst
í undanfarnu øld. Fyrra
partin í undanfarnu øld,
hevði hann handil í húsi
num, har Sosialurin heldur
til nú.
Zacharias vildi, sum tað
eisini var náttúrligt, seta
synirnar við í síni fyritøku,
so virksemið kundi varð
veitast í ættini. Ein sonur
var William, har pápin
eisini hevði hesar ætlanir,
men hetta eydnaðist ikki
ov væl. Kanska var tað líka
frægt, at hann slapp at
brúka síni evni sum hann
sjálvur vildi.
Tað sama var við Heina,
sum var nøkur fá ár yngri
enn William. Heine starv
aðist sum heilt ungur í
handlinum hjá pápa sínum
í Bringsnagøtu. Hetta er
seinni handilin hjá Katrinu
Christiansen. Pápin vildi
hava
Heina
at
gerast
skræddari. Zacharias hevði
eisini klædnahandil, og
sagt verður, at øll fólk við
virðing fyri sær sjálvum
keyptu klæðini frá Heine
sen. Heine fór eisini niður
fyri at fara í læru sum
skræddari. Men hetta var
als ikki nakað fyri hann,
sum var eitt náttúrumenn
iskja. Hann vildi arbeiða
úti í náttúrini, og hann
hevði ongan hug til at sita
inni og seyma.
Úrslitið varð, at Heine
fór til Amerika í fylgi við
einum vini. Hesin var
Martin Eystberg, var av
Viðareiði og var beiggi
Jóan Jakku skómakaran í
Havn. Martin var verandi í
Amerika til ellisár.
William
skrivar
um
Heina: Min broder Heine
holdt meget af god musik,
hans yndlingsstykke var
Beethovens Egmont Ouver
ture, som han i sin cana
diske udlændighed forsøgte
at fremtrylle ude på Præ
rien ved hjælp af en Har
monika.
Heine var skóghøggari í
Canada, og hetta svaraði
eisini til hansara lyndi. Tað
sama gjørdi Martin fyrstu
tíðina, so tað kann hugsast,
at teir hava verið saman.
Heine kann hava fingið
hugin at fara til Canada frá
mammubeiggjanum Johan,
vanliga kallaður Jan, sum
fór til Canada í 1911. Hann
kom tó heim aftur í 1915.
William skrivar um teir
báðar, at teir høvdu »en
urolig natur med en vis
skæbnesvanger udvé i brys
tet.« Annars verður Heine
væl lýstur í frásøgnini hjá
systkinabarninum Torleif
Restorff.
Til Vancouver eftir
líkinum av soninum
Ein dagin fáa foreldrini hjá
Heina fyrst boð um, at
Heine er sjúkur, og var
hetta vist tyfus ella tu
berklar. Síðan frættist, at
hann er við at kom fyri seg
aftur. Men so hevur hann
fingið afturstig, og síðan
fáa foreldrini deyðsboðini.
Hetta kom sjálvsagt illa við
hjá teimum. Kanska hevur
pápin følt nakað av skuld
fyri, at Heine var farin so
langt. Serliga mamman tók
hetta sera tungt.
Men hvussu var og ikki.
Zacharias fer allan tann
langa vegin til Vancouver
eftir líkinum av soninum.
Hetta hevur verið ein sera
long ferð, ein triðing av
knøttinum. Fyrst var at
sigla til Danmarkar. Hetta
hevur tikið sínar tríggjar
dagar. Síðan mátti farast
við ferðamannaskipi, helst
til New York. Ikki fyrr enn
tá var Zacharias komin
hálva leið. Tað er nevniliga
longri teinur tvørtur um
Canada, nevniliga 5.600
km, enn um Atlantshavið.
Ferðin um Canada má hava
verið við toki og hevur í
hvussu er tikið fleiri dagar,
Deyður í Vancouver
– jarðaður í Havn í 1927
Seinasta hósdag boðaðu vit frá eini nýggjari greinarøð undir heitinum »Hendur ið
sleptu«. Her vilja vit lýsa søguna hjá persónum, sum eru grivnir í gamla kirkjugarði í
Havn. Summar søgur er kendar, meðan aðrar eru ókendar. Men nógvar eru áhugaverdar.
Fyrsta frásøgnin er um Heina Heinesen, sum var beiggi William Heinesen. Hetta er
ein hjartanemandi søga um foreldur, sum fyri alt í verðini vildu hava sonin jarðaðan í
Føroyum, hóast hann var deyður hinumegin knøttin í Vestur Kanada.
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Sofie Helene Jacobsen við
ommubørnum:
Aftara rað frá vinstru:
Stig og William Heinesen,
omman, Andreas Restorff á
Skálatrø, Heine Heinesen,
Marin Restorff Jacobsen
Fremra rað:
M.C.Restorff, Andreas
Restorff Jacobsen og Tórleif
Restorff.
Stig, William og Heine
Heinesen vóru brøður. Marin
og Andreas Restorff Jacobsen
vóru systkin. M.C. og Tórleif
Restorff vóru brøður.
Tað er Tórleif, sum hevur
skrivað lýsingina av Heina í
hesi grein.
Hetta er handilin hjá Zacharias Heinesen í Bringsnagøtu, har Torleif Restorff, sum er frásøgu
maður til lýsingina av Heina á næstu síðu, og Heine Heinesen spældu í kjallaranum sum
dreingir. Sum tað sæst er hetta eisini seymistovu, og hesa mann pápin hava ætlað Heina. Men
hesum hevði Heini als ikki áhuga fyri.
Børnini hjá Carolinu og Zacharias Heinesen, frá vinstru Heini, Bergliot, Stig og William