fríggjadagur 22. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 22. juni 2007
19
tíðindi
vegin móttøkuna, og tað
sama gjørdu teir á Aust
firðingi, sum beinanvegin
vendu aftur. Tá var ein tími
farin, síðan skipini hittust.
Axel hevði víst dugna
skap og dirvi, tá ið hann
var við í Egil Rauða for
lissinum, og tað sama gjør
di hann í hesum førinum,
tá stór ábyrgd varð løgd á
hansara herðar at hava
sambandið við bjargingar
fólkini.
Vónirnar um bjarging
vóru góðar. Tað sást jú ljós
frá bygdum á landi og vóru
hesar ikki so langt burtur
heldur.
Minni hugaligt var at
hoyra, hvussu tað hvein í
botninum á skipinum, tá ið
tað rørdi seg og skavaði
móti skerinum. Afturat tí
lupu plankar úr dekkinum
av somu orsøk.
Mistu bjargingar
bátarnar
Farið varð til bjargingar
bátarnar at fáa teir settar á
sjógv. Men meðan teir
loysa annan teirra kom eitt
óløgi, sum sleit bátin leys
an. Teir mistu bátin, hann
holvdist, fanglínan slitnaði,
so var hann burtur. Tað
gekk ikki stórt mætari við
hinum
bátinum.
Tískil
misti teir báðar bjargingar
bátarnar, sum teir høvdu.
Hetta var eitt øgiligt vón
brot.
Samstundis
skiltu
teir, at skipið fór ikki at
halda leingi at standa og
rilla á Flesjunum.
Teir sendu neyðrakettir
við jøvnum millumbili, og
skjótt sóust tvey skip. Tá
fóru teir at rigga til at skjóta
línu til teirra. Men tað var
ov langt burtur, og línan
kom ikki fram.
Meðan hetta fór fram,
fór manningin á Góðanes
at loysa bjargingarflakan,
sum teir framvegis høvdu
eftir. Flakin varð bundin í
stavnin á trolaranum, men
tá fór skipið at søkka aftan.
Menninir máttu bjarga sær
upp á brúnna, og har máttti
øll manningin troðka seg
saman. Nú var tað ómøgu
ligt at koma framat flaka
num. Hann sleit skjótt og
fór sama veg sum bjarging
arbátarnir.
Axel var framvegis virk
in í telegrafistarúminum.
Tað kom nú væl við, at teir
vóru væl útgjørdir við
eykabattaríum, so teir ikki
mistu streymin til send
aran.
Nú varð avrátt, at Aust
firðingur skuldi royna at
koma so nær, at tað bar til
at senda bjargingarlínu um
borð á Góðanes. Manningin
fylgdi við í spenningi, men
eingin lína koma nærindis
Góðanes. Hóast hetta vóru
menninir róligir og royndu
at eggja hvønn annan.
Vesturhavið Blíða
kom væl við
Fyrsta skipið á staðnum
var Vesturhavið Blíða við
Jákup Andreas Vang sum
skipara. Hetta var fyrsti
stállínuskipið í flotanum,
og teir vóru júst komnir til
Føroya. Tað hjálpti nógv, at
millum ta nútímnas útgerð,
sum Vesturhavið hevði, var
ljóskastari, sum kom sera
væl við í myrkrinum. Hitt
skipið var Rókur hjá Skipa
felagnum.
Avrátt varð, at Rókur
skuldi fara inn til Runavík
ar at læna bjargingarútgerð
frá týskum trolarum, sum
lógu har. Meðan Rókur var
burtur komu alsamt fleiri
skip og bátar á staðið.
Tað føldist leingi, áðrenn
Rókur var aftur um mid
náttina, men tá hevði hann
við sær línubyrsu, línu og
bjargingarstól. Ímeðan var
støðan versnað umborð á
Góðanes. Ein av dekkar
unum sigur, at tað einasta,
sum stóð uppúr sjónum,
var brúgvin. Allir rútar
vóru brotnir, og manningin
var bæði køld og vát. Men
kortini merktist ikki ræðsla
á monnunum.
Eydnaðist at fáa
línu umborð
So skjótt, sum Rókur við
skiparanum Rubek Rubek
sen kom aftur, varð roynt
at skjóta línu yvir á Góða
nes. Fyrsta skotið miseydn
aðist, men tað gekk betri
við tí næsta. Tað kom beint
í brúnna, og tá fekk mann
ingin fatur í línuni. Tá fór
at lætna hjá monnunum.
Skjótt var klárt hjá fyrsta
manninum at koma í bjarg
ingarstólin. Tá var klokkan
fimm á morgni, og átta
tímar vóru lidnir, síðan
Góðanes strandaði. Nakrir
av manningini á Austfirð
ingi vóru umborð á Róki at
hjálpa til. Teir høvdu eisini
samband við Axel, fjar
ritaran, umvegis telefonina
hjá Róki til síðstu løtu.
Síðan fóru teir ein fyri
og annar eftir í stólin, hetta
gekk væl. Roynt var at fáa
teir smáu bátarnar, sum
kundu koma nærri Góða
nes, at taka menninir upp
fyri at lætta um bjargingina.
Mennninir vóru so av bát
unum fluttir umborð á
Rók, Thorshavn hjá Ríkis
umboðnum og Vesturhavið
Blíða. Hetta riggaði eisini
væl. Klokkan hálvgum sjey
vóru tó enn nakrir menn
umborð á Góðanes. Tá
breyt meira uppá skipið, tí
tá var háflóð. Skipið brotn
aði tá eisini í helvt. Nú gav
skiparin boð um, at tveir
mans skuldu fara í stólin í
senn. Men tá kom eitt óløgi
og skolaði annan mannin
úr stólinum. Hann helt tó
fast um stólin, meðan drig
ið varð. Axel var tann sein
asti sum bjargaðist, og tá
fossaði sjógvurin inn gjøg
num stýrhúsrútin. Sjálvur
slapp hann út gjøgnum
dyrnar á stýrihúsinum bak
borðsmegin, og hann klár
aði at svimja til tann
nærmasta bátin. Teir sein
astu vórðu tiknir upp úr
sjónum, og vóru teir í
bjargingarbelti. Ein hevði
fingið snudd í høvdið.
Ein maður saknaður
Tá ið manntal varð hildið
aftaná, var ein maður sakn
aður, og tað var skiparin
Pétur Hafsteinn. Teir smær
ru bátarnir royndu til fá
nýtis at leita eftir honum.
Petur hevði fyrst og fremst
hugsað um at bjarga síni
manning, og nú var hann
sjálvur sjólátin. Tað sein
asta sum sást til hansara
var beint áðrenn skipið
sakk, og var hann tá við at
skera leysa eina boyu, sum
var føst í einum blokki í
bjargingarstólinum.
Beint áðrenn deadline
fingu vit at vita eitt dømi
um umsorganina hjá skip
aranum. Anthon Petersen
úr Runavík var kokkur við
Góðanes. Hann var tí lætt
klæddur, og var tí verri fyri
enn hinir. Men skiparin lat
Anthon fáa sína ulpu!
Anthon er deyður, men
hetta hevur familjan hjá
honum ikki gloymt skip
aranum. Ulpan hevur í
hvussu er inntil fyri kortum
verið í varðveitslu heima
hjá Anthon.
Góð móttøka í Havn
og Reykjavík
Tey nevndu skipini, sum
høvdu luttikið í bjargingini,
sigldu
til
Havnar
við
manningini, og her var stór
mannamúgva savnað, sum
vildi vísa hesum fiski
monnum samhuga. Síðan
var farið á sjómansheimið,
har teir fingu klæðir, og
har alt var gjørt fyri teir,
sum kundi gerast. Í Havn
varð flaggað á hálvari
stong. Øll bjóðaðu sær til at
hjálpa so ella so. Manningin
fekk annars til ráð at fara
til sjós aftur sum skjótast.
Tað vildi gera tað lættari at
sleppa burtur úr hvøkki
num. Hetta gjørdu eisini
nógvir av teimum.
Manningin fór til Íslands
við Austfirðingi kvøldið
eftir forlissið.
Íslendingar vístu eisini
takklæti fyri hjálpina teir
fingu úr Føroyum. Hetta
kom Vesturhavið Blíða at
merkja. Teirra fyrsti túrur,
sum var undir Íslandi,
kundi eins væl blivið teirra
síðsti, tá teir fingu um
skrúvuna.
Tann, sum hevur áhuga
fyri hesum, kann finna
hesa søgu á heimasíðuni
hjá
fiskimannafelagnum,
blað nr. 284.
Í hesum sambandi komu
teir á Reykavík og vóru
móttiknir sum hetjur fyri
sín leiklut við Góðanes.
Íslendska slysavarnarfel
agið vísti eisini sítt takklæti
við at geva Føroya Fiski
mannafelag eina fullfíggj
aða bjargingarútgerð. Hetta
gjørdist birtanin til stovnan
av bjargingarfeløgum kring
landið, og fleiri teirra eru
um tað lagi at vera 50 ár.
Í sjómannadegnum sama
ár handaði kvinnudeildin í
slysavarnarfelagnum
í
Neskaupstaði føroyingum
eitt takkarskjal fyri bjarg
ina.
Sjálvur havi eg eisini
fleiri ferðir havt vitjan av
íslendskari
manning
á
Góðanes, sum hava takkað
fyri innsatsin í 1957.
Eitt annað ítøkiligt úrslit
av hesi vanlukku var, at
radarendurskin varð sett á
Flesjarnar.
Lagnufelagsskapur
millum føroyingar
og íslendingar
Sum sagt verður hátíðar
hald á Strondum sunnu
dagin, har tað fyrst verður
gudstænasta í Sjóvar kirkju
kl. 11, og minningarsteinur
fyri skiparan verður av
dúkaður við minnisvarðan
kl 15. Aftaná verður drekka
munnur í missiónshúsinum
á Strondum.
Úr Íslandi koma átta
gestir til minningarhaldið,
og er hetta fyrst og fremst
ættin hjá skiparanun. Mill
um onnur sonur hansara,
sum var nýføðingur tá ið
pápin fórst.
Júst hendan hending er
enn eitt dømi um lagnu
felagsskapin millum føroy
ingar og íslendingar. Sjálv
ur havi eg verið við til fleiri
minngarhald í Íslandi í
sambandi við slíkar van
lukkur, sum hava kravt
nógv føroysk mannalív. Vit
hava altíð verið væl mót
tikin í Íslandi, eisini í
samband við slíkar hend
ingar. Tí skulu íslendsku
gestirnir vera sera væl
komnir, nú teir eru her í
somu ørindum.
Vit koma væntandi í
komandi viku at hava frá
søgn frá minningarhaldi
num, og tá verður helst
eisini meira at frætta um
hesa hending.
Keldur:
Sjómannadagsblað Austurlands 2007
FF-blaðið
Jacob Andreas Vang var skip-
ari á Vesturhavinum Blíða.
Tá teir komu á Reykjavík
stutt eftir vórðu teir móttiknir
sum hetjur
Skiparin Petur Hafsteinn Sigurðsson. Eftir hann sat unnusta
við barni á fyrsta ári. Var eisini við Egill Rauða
Telegrafisturin Axel Oskars-
son fekk seg royndan við
tveimum forlissum. Fyrst
við Egill Rauða og síðan við
Góðanes. Var so framskygdur
at hava nóg mikið av batta-
ríum til radiostøðina.
Hetta eru Flesjarnar, har Góðanes sigldi á. Radarendurskinið kom seinni, sum úrslit av hesi vanlukku.