Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 118 - 22. juni 2007 FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst! Søkir eftir Skrivstovufólki Í samband við at skrivstovufólk okkara fer í farloyvi, søkist eftir einum skrivstovufólki til setan frá 1. august 2007 og fram til summarið 2008. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: • Dagliga gongdin hjá Deyvafelagnum og Deyvahúsinum. • At fyrisita Deyvafelagið undir leiðslu av nevnd felagsins. • At skipa fyri fundum í Deyvafelagnum. • Samskifti Deyvafelagsins við almennu myndugleikarnar. • Samskifti Deyvafelagsins við tænastuveitandi stovnar, t.d. viðv. Sjónvarp Føroya o.ø.. • Samskifti Deyvafelagsins við útheimin m.a. Norðurlandaráðið hjá Deyvum og Danske Døves Landsforbund. • At savna tilfar til heimasíðu Deyvafelagsins – www.deaf.fo. • At hjálpa leiðsluni (nevndini) í Deyvafelag­ num at fyriskipa tiltøkum Deyvafelagsins. • Dagliga samskiftinum við limir Deyvafelagsins. • Innsavning til rakstur Deyvafelagsins. • Dagliga rakstrinum (m.a. útleiguvirksemi) og viðlíkahald av Deyvahúsinum. Neyðug førleikakrøv og persónsmenska: Søkt verður eftir fólki, ið kann arbeiða sjálvstøð­ ugt, hevur útbúgving og royndir innan vanligt skrivstovuarbeiði og annars røkja omanfyri­ nevndu uppgávurnar. Men fyrst og fremst verður dentur lagdur á, at umsøkjarin hevur hug og hegni at seta seg inn í viðurskiftini teirra deyvu, at taka til sín deyva­ mentanina, at hava áhuga í at læra teknmál, og annars er sinnaður at brúka part av orku síni at menna lívsvirði teirra deyvu. Arbeiðstíð og løn: Starvið er ½­tíðarstarv, og verður arbeiðstíðin annars ásett í samráð við leiðslu Deyvafelagsins. Lønin er ásett sambært sáttmála við Starvs­ mannafelagið. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjørg Hjelm á tlf.nr. 31 75 97 ella 51 75 97 Umsóknir skulu verða Deyvafelagnum í hendi í seinasta lagi 23. juni 2007 og verður at senda skrivliga til Deyvafelag Føroya Postboks 2001 FO­165 Argir Hús ella íbúð Fyri eitt av starvsfólkum okkara verður sóknast eftir húsum ella íbúð til 1. august 2007. ALMANNASTOVAN Postboks 3096 · 110 Tórshavn Stýrimaður til »Magnus Heinason« Til »Magnus Heinason« verður søkt eftir avloys- ara fyri stýrimann, sum er farin í annað starv. Starvið verður sett til 6. juni 2008. »Magnus Heinason« ger kanningar fyri Fiski- rannsóknarstovuna, m.a. av havfrøði, æti, yngli, botnfiski, uppsjóarfiski og reiðskapi. Ein part av tíðini er skipið eisini til vanligan fiskiskap. Stýrimaðurin skal saman við skiparanum hava ábyrgdina av at føra skipið og annars gera tað arbeiðið, sum vanliga hoyrir stýrimanninum til og sum eru álagdar honum av skiparanum. Stýri- maðurin hevur eisini dagligu ábyrgdina av at stíla fyri arbeiðinum á dekkinum. Stýrimaðurin skal hava hollar royndir og hava neyðuga útbúgving og vinnubræv og annars uppfylla øll krøv, sum vera sett av myndugleikum til tann, sum skal útinna starvið. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Skipara- og Naviga- tørfelag. Umsóknarfreistin er 10. juli 2007. Um- sóknir við prógvum, yrkisgongd (curriculum vitae), viðmælum o.ø. skulu sendast til Fiski- rannsóknarstovuna, Postrúm 3051, Nóatún 1, FO 110 Tórshavn. Starvið verður sett skjótast til ber. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna á tlf. +298 353900. Sp/f Andrias Berg Entreprenørvirkið Marinargøta 6 · 188 Hoyvík Tlf. 31 65 58 / 21 65 58 Søkt verður eftir førara til lítlan kranabil. Fyrimunur er, um viðkomandi eisini kann koyra gravimaskinu. Talan verður um fast arbeiði. lýsingar