fríggjadagur 22. juni 2007síða 48
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 118 - 22. juni 2007
www.fisk.fo
VIT DRAGA EINA LÍNU - VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI
VIT VILJA VITA - VIT BRÓTA SLÓÐ
AVLOYSARASTARV SUM LØGFRØÐINGUR
Av tí at okkara løgfrøðingur fer í barnsburðarfarloyvi í august verður við hesum
søkt eftir løgfrøðingi í tíðaravmarkað starv til setan skjótast møguligt. Møgu-
leiki er fyri, at tann, ið settur verður, kann fáa fast starv sum løgfrøðingur í
Miðfyrisitingini.
Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur, duga væl at samstarva og
eisini tora at vera í sjálvdrátti.
Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru
• at veita løgfrøðiliga ráðgeving innan fiskivinnumál, sjóvinnumál og
tilbúgving,
• at hava løgfrøðiligu ábyrgdina í sambandi við arbeiðið at tilevna uppskot
til lógir, kunngerðir v.m. innan fiskivinnuøkið, tilbúgving og aðra lóggávu
á sjóvinnuøkinum,
• at veita løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við sakarmál, ið antin er lagt
ímóti ella av Fiskimálaráðnum, um eitt mál eigur at kærast v.m.,
• at umsita onnur mál hjá Fiskimálaráðnum, har mett verður neyðugt við
løgfrøðiligari viðgerð, antin við sjálvstøðugari málsviðgerð ella saman
við øðrum løgfrøðingum uttan fyri ráðið,
• at vera skipaskrásetari.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya. Starvsøkið fatar um Fiskimálaráðið og stovnar undir
tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskimálaráðið.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum, og at økið
verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsókn við avriti av prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum kann sendast til:
Fiskimálaráðið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
T-postur: fisk@fisk.fo
Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. juli
2007, klokkan 16.00. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rógva
Reinert, aðalstjóra, ella Rúnu F. Guttesen, løgfrøðing á telefon 353030.
Fleiri upplýsingar um Fiskimálaráðið eru á heimasíðuni www.fisk.fo.
lýsingar
Sunnudagsdøgurði
Forrættur:
Fesk súpan við heimabakaðum breyði
Døgurða:
Oksafi let v/ soppasós og sauté
Omaná:
Úrval av ymiskum kakum
Vit hava bygt um ...
Kom og vitja okkum !
Hotel Norð
Eggjarvegur 1 · Viðareiði · tlf. 45 12 44 · www.hotelnord.fo
210,-
Børn (upp til 13 ár)
½ prís