Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 22. juni 2007 51 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas- tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Barnatænastan søkir eftir heilsufrøðingi. Talan er um eitt avloysarastarv, sum í løtuni umfatar Streymoynna, og sum verður at seta skjótast tilber og fram til 1. januar 2008. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeiðið er samansett virksemi, við tænastu til barnafamiljur og skúlar í økjunum. Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir sum er um Streymoynna, men skal møguleiki verða fyri fl yting, um neyðugt. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Barnatænastuna tel. 354010. Umsókn skal sendast til: Barnatænastan Niels Finsensgøta 28, 2. hædd, Postboks 132 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 9. juli 2007. Heilsufrøðingur Starvslýsing Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Heilsutænastan lýsingar