Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 22. juni 2007 55 Starvslýsing Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsu mála ráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Les meira á heimasíðuni www.naerverk.fo/ leys størv Eitt áhugavert starv sum fíggjarfulltrúi í Nærverkinum er leyst at søkja til setan skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt nýtt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv í fakligum umhvørvi, har møguleiki er fyri at vera við til at ávirka menningina av fíggjarøkinum í Nærverkinum. Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu og 4 deildum. Virksemið umfatar alt landið. Umleið 1400 persónar starvast í Nærverkinum. Í løtuni rekur Nærverkið virksemi fyri uml. 460 mió. kr. árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri, og stórar uppgávur liggja fyri framman. Nærverkið leggur dent á at hava eina miðvísa og javna tænastu, innan teir karmar, politiska skipanin ásetur. Fíggjarstýring og áhaldandi leiðslukunning, hevur í hesum sambandi ein avgerandi leiklut. Vit hugsa okkum ein persón, ið hevur skil fyri tølum og dugir at samantvinna fíggjarliga tilfeingið við virksemið, ið fer fram í Nærverkinum. Hevur evni at skapa og framleiða vitan, ið kann nýtast sum grundarlag undir allari støðutakan og leiðslukunning. Hevur hegni til at skapa framtíðarloysnir og at seta hesar í verk, er sjálvstøðugur, hjálpsamur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir. Vit leggja eisini dent á, at tú: • hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • hevur royndir innan fíggjarstýring • hevur kunnleika til almenna fyrisiting • hevur málsligt hegni og dugir væl at orða teg skrivliga • ert álítandi og nærlagdur. Starvið er skipað við tilvísing til stjóran í Nærverkinum. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Nærverkið, tænastustaðurin í løtuni er Meginskrivstovan. Meiri fæst at vita við at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 304020 Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Nærverkið Meginskrivstovan Eirargarður 2, 2. hædd Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Umsóknarfreistin er 23. juli Fíggjarfulltrúi til Meginskrivstovuna Meginskrivstovan „Skifta vit ikki kós, enda vit helst har, vit stýra“ Kinesiskt orðatak FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti vi› privat- og vinnukundar, alt GSM-øki› og øll stø›arútger› fyri fastettelefoni og brei›band. Í felagnum starvast 115 fólk. Tænastur frá FT-Samskifti ver›a markana›arførdar undir navninum Føroya Tele. Montørur til FT Samskifti Norðurøki Søkt verður eftir montøri til Tænastudepilin á FT Samskifti Norðurøki (Eysturoy/ Norðoyggjar) at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið er í stóran mun nýgerð, brekrætting og viðlíkahald av telefoninstallatiónum. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiði, sum umfatar: • Nýgerð, brekrætting og viðlíkahald av telefoninstallatiónum • Vanliga telefonútgerð • Vekslarar • Innanhýsis kaðalskipanir • Terminalar av ymiskum slag • Internet, ISDN og ADSL • At ráðgeva viðskiftafólk um felagaútgerð og tænastur. Útbúgving: Elektronikkmekanikari, elektrikari, líknandi útbúgving og/ella hollar royndir sum montør/ kaðalmaður. Tann, ið sett/-ur verður, má kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera opin og duga væl at samstarva og tosa við viðskiftafólk og hava royndir innan EDV á brúkarastøði. Uppmøtingarstaður er í Runavík, og arbeitt verður í øllum Norðurøkinum. Starvið er lønt sambært sáttmála mill um Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvs- mannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. Áhugað kunnu venda sær til Jan M. Andreasen ella Jákup Danielsen, depilsleiðarar, á tlf. 30 30 30. Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. juli 2007 og skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postrúm 27 110 Tórshavn Studio PegaSuS tlf 456500 Studio Pegasus – ein kreativur orkudepil Ljóð- og videolýsingar Videoupptøkur og redigering Tónleika/fløgu-upptøkur lýsingar Lesið -so eru tit við!