týsdagur 26. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 120 - 26. juni 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Ein av mongu
nýklaktu studentun
um, sum í hesum
døgum fær húgvu
og studentsprógv,
er 19 ára gamli
Aljosa Sarcevic.
Ungi maðurin úr
Runavík hevur mill
um annað verið
uppi í føroyskum,
og hóast hann var 13
ára gamal, áðrenn
hann kom til Føroya
fyrstu ferð, fekk hann
11 í munnligum
føroyskum
STUDENTSPRÓGV
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Sluttspurturin á Kambsdali
endaði við einum 10 tali í
alisfrøði, og 19 ára gamli
nýføroyingurin, Aljosa Sar
cevic, sum hevur búð seks
ár í Føroyum, er glaður fyri
tíðina á Studentaskúlanum
í Eysturoynni.
Her ganga nógv ymisk
fólk, vit koma úr fleiri
ymiskum
bygdum,
tosa
ymiskt og hava ymiskar
áskoðanir. Skúlin er so lítil,
at vit koma øll hvørjum øðr
um við, og tí havi eg lært
nógv um toleransu av at
ganga her.
Ungi studenturin sigur
smílandi, at um onkur í
klassanum hoyrir hetta, fara
tey sikkurt at flenna.
Eg eri ikki so lættur og
haldi ofta fast um mítt, men
eg havi lært ótrúliga nógv
av at ganga her, serliga um
at skilja onnur menniskjur,
sigur ungi maðurin, sum er
føddur í Bosnia og upp
vaksin í Serbia.
Tað ljóðar kanska løgið,
at ein drongur úr Jugoslavia
heldur, at ein føroyskur
studentaskúli hevur nógvar
ymiskar mentanir, men sam
bært Aljosa, so vóru øll
meira líka, har hann kom
frá.
Skúlagongdin í Serbia
er nógv meira merkt av
harðari disiplin. Lærarin
hevur valdið, næmingarnir
terpa, og tú lærir at innordna
teg. Her er tað meira frítt,
fólk tora betur at vera tey,
sum tey eru, heldur Aljosa
Sarcevic.
Stríðið í Balkan herjaði,
meðan Aljosa Sarcevic var
smádrongur. Hann minnist
ongar ræðusøgur, men held
ur tó, at kríggið hevur ávirk
að hann.
Eg minnist einaferð ein
bumba brast tætt við, har
sum eg og nakrir aðrir
dreingir spældu kurvabólt.
Men vit flentu bara og
spældu víðari. Hetta var, tá
NATO bumbaði Serbia. Eg
haldi, ein verður eitt sindur
kaldur av at vaksa upp í slík
um umstøðum.
Tá eg hugsi aftur á slíkar
løtur og hugsi um, hvussu
tætt eg var deyðanum, fáa
dagligu
trupulleikarnir
minni týdning. Eg yvirlivdi
hatta, so yvirlivi eg eisini
eina studentsroynd, sigur
Aljosa Sarcevic flennandi.
At vera útlendingur
Aljosa kennir seg sum før
oying. Hann hevur tvær
ferðir verið og ferðast í
Serbia, men har kennir
hann seg nú fremmandan.
Eg skilji ikki fólkini har
niðri. Tá eg fari í býin her,
kann eg práta við øll og
vera náttúrligur. Har niðri
gongur tað ikki at vísa, hvør
tú ert. Tú skalt lata sum um
og halda teg vera.
Eg haldi eisini at fólk í
Serbia eru nógv meira
strongd. Tað er ein spenn
ingur í luftini alla tíðina.
Tey hava eitt nógv strævnari
lív, og støðan gerst verri og
verri fyri hvønn dag. Inn
tøkurnar minka, meðan tað
gerst dýrari at liva.
Men hóast hann er hundr
að prosent føroyingur, so er
hann eisini altíð tilvitandi
um, at hann er eitt sindur
uttanfyri ella øðrvísi.
Mamma segði við meg,
áðrenn vit komu, at eg mátti
ansa serliga væl eftir, hvat
eg gjørdi og segði. Sum til
flytari mást tú alla tíðina
ansa eftir, hvørja fatan onn
ur hava av tær. Um børn arg
aðu meg og høvdu hug at
berjast, var eg noyddur at
royna ikki at siga nakað, at
lata sum onki og bíta tað í
meg.
Sól og strendur
Aljosa Sarcevic var 13 ára
gamal, tá hann flutti til Før
oya. Pápin hevði tá spælt
hondbólt í felagnum Tjaldri
í eitt ár, og í 2001 fluttu
hann og mamman aftaná.
Aljosa er føddur í Bosnia,
men familjan flutti til Ser
bia, tá hann var heilt lítil.
Hetta var beint áðrenn jugo
slaviska
borgarakríggið
breyt út. Familjan flutti
nógv runt, millum annað tí
pápin skifti hondbóltslið.
Hvat ímyndar ein stórur
smádrongur sær, tá foreldr
ini siga at hann skal flyta til
eitt land, sum eitur Faroe Is
lands? Aljosa Sarcevic minn
ist, at hann beit merki í orðið
‘islands’. Ein oyggj var eitt
stað við nógvum strendum,
nógvari sól, og góðum møgu
leikum at fiska. Tað ljóðaði
spennandi.
So kom hann til Runa
víkar, og hóast har hvørki
vóru nógvar strendur ella
nógv sól, fall hann skjótt til.
Eg var væl móttikin. Eg
fekk bjóðað eykatímar í før
oyskum, og lærarin, Jens
Dalsgaard, hjálpti mær ótrú
liga nógv. Nýggju vinmenn
irnir, sum eg fekk, stuðlaðu
mær eisini við bara at tosa
føroyskt. Og eftir trimum
mánaðum dugdi eg føroyskt
nóg væl til at klára meg.
Ongan útlongsul
Í dag stendur ungi runavík
ingurin á gáttini til eitt nýtt
kapitul. Hann hevur søkt til
Danmarkar og Skotlands
og er sloppin inn at lesa
fysik í Aberdeen. Men hjá
honum er tað eitt sindur
roksutari at fara uttanlands
at lesa, enn tað er hjá øðrum
ungum føroyingum.
Eg havi búð í Føroyum í
seks ár og havi tí ikki fast
uppihaldsloyvið enn. So nú
havi eg ein advokat, sum
kannar, hvat hendir, um eg
flyti til Keypmannahavn
ella Aberdeen, og hvussu
dýrt tað verður at lesa.
Aljosa Sarsevic hevur
ongan hug at útseta lesturin,
men vil sleppa víðari skjót
ast gjørligt. Og tá hann er
liðugur, ætlar hann sær
heim aftur til Føroya.
Hetta er tað nærmasta
eg komi einum heimstaði,
sigur hann.
Nógv av vinfólkunum í
studentaskúlanum fara út at
ferðast, men tað hevur ungi
nýføroyingurin ongan hug
til.
Eg havi sæð nokk av verð
ini, og eg havi onga romant
iska ímynd um, at verðin
kann gerast eitt gott stað
fyri øll. Kanska er tað tí, at
eg eri uppvaksin í Jugo
slavia, men eg trúgvi ikki,
at eg kann broyta verðina.
Eg taki hvønn dag, sum
hann kemur, og royni at liva
mítt lív so gott, sum eg
kann, sigur Aljosa Sarcevic
at enda.
Nýføroyingur fekk 11 í føroyskum
Hóast hálvvaksin, tá hann kom til Føroya fyrstu ferð, megnaði Aljosa Sarcevic at skora eitt 11 tal í føroyskum á Studentaskúlanum á Kambsdali
Mynd: Høgni Thomsen