Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 120 - 26. juni 2007 tíðindi Badminton Samband Føroya gevur tær nú møguleika fyri at royna teg á badmintonvøllinum. Beint eftir seinasta skúladag, tann 2.- 6. juli, verður skipað fyri badmintonskúla. Vit fara at spæla innandura og uttandura, svimja, kappast og hugna okkum. Badmintonskúlin verður í badmintonhøllini í Havn. Skráin: Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag Tími 1 Venja Stafett Venja Uttandura spæl Kapping Tími 2 Uttandura spæl Venja Svimja Venja Steðgur ½ tíma Frukt v.m. Frukt v.m. Frukt v.m. Hugnaløta Tími 3 Venja Venja Venja Venja Børn millum 7-11 ár venja hvønn dag frá kl. 8.30-12.00 Børn millum 12-15 ár venja hvønn dag frá kl. 12.00-15.30. Hvussu skal eg gera: Hetta skal tú hava við tær: Innandura og uttandura skógvar, svimjiklæði, ítróttarklæði og ein ketchara. Hetta hava vit: Badmintonbóltar, 4 venjarar, frukt og drykkjuvørur, atgongumerki til svimjihøllina. Ymiskt til hugnaløtuna. Kostnaður kr. 200,-. Meldið tykkum til hjá Tobias Effersøe. Teldupostur: t@effersoe.dk ella á tlf. 522350. Seinasta freist hósdagin 28. juni. Einastu treytir: Tey børn, sum venja seinnapartar, skulu helst hava vant í einum badmintonfelag í eitt ár. Børn úr øllum Føroyum eru sera vælkomin. Síggjast! BSF, Tobias Effersøe og Marjun Niclasen Fjarðafestivalurin hevur kunngjørt enn eitt útlendskt navn, norsku Trond Erics, ið eisini eru kendir sum norsku Vikingarna TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hesaferð er málbólkurin tey meira tilkomnu, tó so, fleiri ung dáma eisini hetta slagi av tónleiki. Trond Erics bleiv stovnað­ ur í 1984 og hevur síðani ment seg til ein av bestu sokallaðu dans­bandunum í Norðurlondum, skrivar Fjarðafestivalurin. Í 2005 gav bólkurin út fløguna Perleporten, og er tað hendan fløgan sum er orsøkin til, at Fjarðafestival­ urin hevur bjóðað teimum hendanvegin. Á fløguni eru kend løg sum vera sungin í ymisku samkomunum og verður hetta óivað eitt gott høvi at syngja við . Trond Erics hava verið í Føroyum áður, sambært Wikipedia, var bólkurin í 1989 á 14 daga konsertferð í Føroyum. Trond Erics hava eisini á annan hátt vakt ans í Føroyum, í 1987 gav bólkurin út bandið Far­ vel Marita. Tittullagið á bandinum er síðan umsett til føroyskt, og hevur hittað stórt tvær ferðir, fyrst á bandinum hjá Jóannes & co., ið somuleiðis gjørdi ein vissan hr. Kim Hansen til eina kenda rødd í før­ oyskum útvarpi. Tá Kim í fjør gav sína Alt fløgu út, var hetta lagið sjálvandi eis­ ini á henni, og gjørdist enn einaferð eitt giga hitt. Trond Erics hava verið sera nógv spældir í sending­ ini “Hvat Nú” í Útvarpinum og so sjálvandi í ”Upp á Tá” sum sendingin eitur nú. Elis Poulsen, ið um nak­ ar kann kallast føroyski dans band kongurin, hevur fleiri ferðir gjørt samrøður við teir. Og tað fer hann væntandi aftur at gera tá, Trond Erics spæla á Dans­ bandfestivalinum í Sel í Gulbrandsdalinum 11. juli. Elis sigur, at hann ætlar at gera eina samrøðu við bólk­ in, og senda hesa í ”Upp á Tá” fríggjakvøldið 13. juli, ið verður send beinleiðis úr Sel. Elis sendur eisini ”Upp á Tá” beinleiðis úr Noregi longu 6. juli av dansband­ festivalinum í Selfjord. Hvør sendingin er ein tíma. Tað er lítil ivi um, at vit í sendingini 13. juli sleppa at frætta nakrar av tankunum, ið Trond Erics hava gjørt sær, nú leiðin gongur aftur til Føroya. Við at seta Trond Erics á skránna vísir Fjarðafestival­ urin at hann er ein festivalur, ið fevnir víða. Norskt dans-band á Fjarðafestivalin Fjarðafestivalurin gevur okkum møguleikan at uppliva Farvel Marita á konsert í Føroyum