mánadagur 25. juni 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2007
TILBOÐ UPP Á SKÚLA-
BARNAFLUTNING
Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið skúlabarna-
koyringina Hellurnar-Oyndarfjörð skúlaárið
2007-2008 leysa frá 20. august 2007 at rokna.
Talan er um flutning av einum næmingi av
Hellunum til skúlan í Oyndarfirði og flutningur
aftur til Hellurnar eftir skúlatíð.
Tað verður kravt, at tann ella tey,ið átaka sær
skúlabarnakoyringina lúka krav um, at akfarið, ið
nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett til
vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað til
vinnuligan fólkaflutning, og at forarin hevur
galdandi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til
persónbil ávikavist buss.
Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu verða
Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530
Fuglafjörður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
13.juli 2007 kl.15.00.
Nærri upplýsningar um flutningsdagar og tíðir
kunnu fáast frá Halli Ellingsgaard, skúlaleiðara við
Oyndarfjarðar skúla á telefon 252264.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomin tilboð ella einki at taka.
Fuglafjórður, tann 20.juni 2007
Fuglafjarðar kommuna
KUNNGERÐ
um upplatingartíðir í svimjihgllini
og broytan av takstur frá august 2007
Tað verður hervið gjört kunnugt, at svimjihgllin er
opin soleiðis fyri almenninginum eftir summar-
frítíðina 2007:
Mánadagar
Mánadagar
Hósdagar
Hósdagar
Hósdagar
Hósdagar
Leygardagar
Leygardagar
Leygardagar
Leygardagar
1. 19.00-20.00 fyri börnum
1.20.00-21.00 fyri vaksnum
1. 18.00-19.00 foeldrum við börnum
1. 19.00-20.00 fyri börnum
1.20.00-21.00 fyri vaksnum við barnum
1.21.00-22.00 fyri vaksnum
1. 14.00-15.00 fyri foreldrum við börnum
1. 15.00-17.00 fyri börnum
1. 17.00-18.00 fyri vaksnum við börnum
1. 18.00-19.00 fyri vaksnum
Kostnaður: børn kr. 10,00 og vaksin kr. 20,00
Hyljaleiga verður gjørd eftir avtalu við lívbjargar-
arnar. Gjald kr.400,00 pr.tíma íroknað lívbjargara.
Fuglafjörður, tann 20.juni 2007
Fuglafjarðar kommuna
Mentamálanevndin
Sosialurin
Sosialurin
STARV SUM HAVNASTJÓRI
VIÐ FUGLAFJARÐAR HAVN
Starvið sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn
verður hervið lýst leyst at seta tann 1. august 2007
ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Starvið:
Tú kemur at hava dagligu leiðsluna av Fuglafjarðar
havn, somuleiðis sum tú eisini í starvinum kemur at
átaka tær uppgávur við at marknaðarfgra havnina
Í tættum samstarvi við havnanevndina og
býráðsleiðsluna.
Fórleikakrov:
Útbúgving sum skipsfgrari ella aðra viðkomandi
hægri útbúgving og fgrleika í enskum máli bæði í
talu og skrift, somuleiðis sum tú skalt duga at orða
teg væl bæði munnliga og skrivliga, hava teldu-
kunnleika og kunnleika til nýmótans leiðsluamboð.
Haraftrat skal tú eisini hava hollar leiðslufgrleikar
frá almennari ella privatari vinnu, og ávísar royndir
innan sjóvinnu.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstaðugt starv, har tú sum
leiðari fær maguleika fyri at menna havnina.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag, somuleiðis verður skrivligur
sáttmáli gjördur partanna millum um arbeiðstreytir
vm.
Starvstreytir:
Umsgkjarar við royndum innan sjóvinnu hava
fyrimun.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hevur tú áhuga:
So ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn
saman við prógvum og mgguligum CV og
viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530
Fuglafjarður, og skal henda verða ráðnum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 20. juli 2007 kl. 15.00.
Fleiri upplýsningar fáast við at venda sær til Sigurð
S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella
Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon
737702.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjörður, tann 20. juni 2007
Fuglafjarðar býráð
Marknagilsvegur 86
100 Tórshavn
COD: GI a war tb REC
LYSINGAR 33
LYSING EFTIR MENNINGAR /
MENTANARLEIDARA
Leiðari fyri mentanar- og menningardeildini.
Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta á stovn
eina menningar- og mentanardeild til at taka sær av tí
vaksandi talinum av málum innan menning av kom-
mununi og av málum innan skúla- og mentanargkið.
Menningar- og mentanardeildin, sum er deild í býráð-
sumsitingini, hevur sum havuðsuppgávu at verða
fyrisiting hjá fíggjarnevndini í menningarmálum,
somuleiðis sum deildin er fyrisiting hjá mentamálanevnd
býráðsins, sum fyrisitir menta- og skúlamál hetta
sambært kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar
kommunu.
Starvið:
Tú kemur at hava dagligu leiðsluna av deildini, sum
millum annað kemur at taka sær av:
+ Lokalari vinnumenning og menning av handilsvirk
seminum.
+ Serligum verkætlanum.
* Rgkjan heimasíðu kommununar.
+ At verða umsiting hjá mentamálanevndini.
+ At umsita tann partin av faroysku skúlalóggávuni hjá
mentamálanevndini, ið sambært lóg um fólkaskúla,
frítíðarundirvísing og öðrum skúlalógum eru ella verða
lagdar til kommununa.
+ At hava umsitingarligt eftirlit við stovnum og deildum,
og at arbeiða við at samskipa hesar til ein meiri virknan
leiklut í lokalsamfelagnum.
* At fyrireika nýggj tiltak á mentanar- og skúlagkinum.
+ At verða við til at samskipa tiltak í Mentanarhúsinum í
tattum samstarvi við nevndina fyri Fuglafjarðar
sjónleikarafelag.
+ At fyriskipa ávís hátíðarhald, vinarbýarsambond og
samskipa onnur tiltæk.
+ At verða við til at orða tey mentanarpolitisku stevnu
miðini hjá Fuglafjarðar kommunu.
Menningarmgguleikar:
Vit bjóða eitt spennandi umhvgrvi, har deildarleiðarin
fær høvi at ávirka maguligar broytingar, ið kunnu ávirka
arbeiðsinnihald og -umstaður.
Arbeiðsviðurskifti:
Má tola skiftandi arbeiðstíðir og til tíðir stórt arbeiðstrýst.
Fyrisitingarstóði:
Deildarleiðarin hevur beinleiðis tilvísing til
býráðsskrivaran.
Fórleikakrov:
Persónligir eginleikar, viðkomandi miðallanga útbúgving
ella samsvarandi førleikar. Kunnleiki til kommunal
viðurskifti og umsiting og innlit í vinnu- og handilsviður-
skifti og skúla- og mentamál kunnu geva fyrimun. Krav
verða somuleiðis sett til føroyska rættskriving og
málburð bæði í skrift og talu.
Persónligir eginleikar:
Framtakshugaður, leiðaraevni, samstarvshugaður,
dynamiskur, loyalur, staður, tollyntur vm.
Lønar- og setanartreytir:
Verða samsvarandi avtalu við avvarðandi fakfelag.
Byrjan í starvinum:
Starvið verður sett 1. september 2007 ella skjótast eftir
hetta.
Fleiri upplýsningar og maguligir fyrispurningar kunnu
verða settir Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon
737702 ella 737700.
Umsóknir og viðkomandi skjal verða at senda Fugla-
fjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjörður, og skulu
verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juli
2007 kl.15.00.
Fuglafjörður, tann 20.juni 2007
Fuglafjarðar býráð