mikudagur 27. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 121 - 27. juni 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Káta Hornið hjá
Teiti verður í hesum
døgum givin út í
Danmark, og tá
besta songrøddin í
Danmark gevur fløgu
út, eru miðlarnir
skjótir at ummæla
hana, og fløgan fær
sum heild rættiliga
jalig ummæli, hóast
ein ummælari ikki
metur føroyskt vera
eitt serliga sangbært
mál
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Teitur vann fyrr í ár
heiðurslønina við Danish
Music Awards, sum besti
danski sangari. Hann fekk
heiðurslønina handaða í
summarhúsinum har hann
var í ferð við at taka fløguna
Káta Hornið upp, nú er
føroyskt mælta fløgan givin
út í Danmark. At besta
danska sangrøddin í gevur
fløgu út á føroyskum fyllur
nógv
í
teimum
nógvu
ummælunum,
ið
verða
prentað í donskum bløðum
í hesum døgum. Í ókeypis
tíðindablaðnum
Urban,
skrivar ummælarin undir
yvirskriftini ”Færøerne 1 -
Danmark 0” soleiðis um
Teit: “Hvilken utaknemme-
lighed! I marts vandt han
den prestigefyldte grammy
som ’Årets danske sanger’
foran Simon Kvamm og
Thomas Helmig, og nu har
han indspillet sit nye album
– på færøsk! Men sådan er
de tilsyneladende, beboerne
på de 18 vulkanøer langt
oppe i Nordatlanten; egen-
rådige og stolte.” Hann
heldur tó fløguna vera góða,
og gevur henni rættiliga
jaligt ummæli. Hann sigur,
at tá tú sum lurtari ikki skil-
ur orðini, setur hetta stór
krøv til løgini, ið ikki øll
liva upp til hesi krøv. Men
at onnur teirra eru millum
bestu løg, ið Teitur hevur
skrivað.
Ummælarin
hjá
Ber-
lingske Tidende dámar eis-
ini væl fløguna, men fyri
hann er málið ein uppaftur
størri trupulleiki. Undir
heldur
misvísandi
yvir-
skriftini “Nyt fra islandske
Teitur” fær fløgan eins og
hjá Urban fýra av seks
stjørnum.
Ummælarin
nevnir annars fleiri ferðir,
at Teitur er føroyingur, so
tað kann vera, at tað heldur
er ein eitt sindur ov sjusk-
utur redaktørur, ið hevur
smíða
yvirskriftina.
Ummælarin er ikki fjeppari
av føroyskum og skrivar
soleiðis: »...så er færøsk
nok et smukt sprog, men
vanvittigt sangbart, det er
det ikke. og det kan selv en
så fremragende melodi-
mager og dybtfølt sanger
som Teitur ikke gøre meget
ved.« Ummælarin heldur
tó, at Teitur ger sítt besta,
og heldur fram. »Heldigvis
er musik et universelt sprog,
og et sprog som Teitur i høj
grad mestrer. Han evner at
få ufattelig smukke stemn-
inger ud af sin akustiske
guitar og den stemme, der
bare borer og borer sig ind i
hjertekulen på lytteren.« og
endar við teirri niðurstøðu,
at hetta ikki er eitt meistara-
verk men ein vøkur fløga.
Ummælarin hjá Ekstra
Bladet, hevur minnið trupul-
leika við málinum og skriv-
ar í greinini “Følsom fær-
ing” soleiðis: “I forhold til
sidste års fine succesalbum
’Stay Under The Stars’ nynn-
er troubadouren nu på
modersmålet
med
sin
uspolerede røst, og selv om
man ikke fatter et ord af
’Káta Hornid’, så flimrer
det med falmede billeder af
vemod, hjemve og knugende
kærlighed på nethinden.”
Eisini
hesin
ummælarin
gevur fløguni fýra av seks
stjørnum. Eitt sindur verri
er skoðsmálið, ið Teitur fær
hjá Gaffa.dk. Har verður
fløgan skýrd eitt fríkorter
hjá føroyska trubadurinum.
Ummælarin skrivar soleiðis
»Káta Hornid er ellers et
sjældent homogent udspil
fra det inspirerede rode-
hoved Teitur. Kun kvaliteten
af melodimaterialet svinger
lovligt meget på et album,
hvor sprogbarrieren des-
værre sætter sine begrænsn-
inger. I folk og singer-song-
writer er lyrikken per traditi-
on omdrejningspunkt, og
på Káta Hornid misser
ikke-færinger en stor del af
substansen«
Besta skoðsmálið fær
Teitur í ókeypis tíðinda-
blaðnum Metro Express, ið
gevur Teiti fimm av seks
stjørnum, og niðurstøðuni:
“Man kan fornemme, at
Teitur ved at nedtone udskej-
elserne bevidst tvinger lytt-
eren til at lade sig forføre af
det, som er hans største
talent: smukke melankolske
melodier.”
Føroyskt er ikki
sangbært
Á heimasíðuni hjá
G!Festivalinum
kunnger festivalurin
í dag, eina stóra og
fjøllbroytta greipu
av føroyskum
tónleikanøvnum
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
G!Festivalurin
skelkar
neyvan nakran við megin-
partinum av sínum avdúk-
ingum í dag, fastir gestir
sum Kári Sverrisson, 200,
Gestir og Høgni Lisberg,
vóru longu spáddir luttøku.
Flemming Petersen hevur
givið fløgu út á G!Music og
Deja Vu vann GBOB kapp-
ingina, ið G!Music skipar
fyri, so hesi nøvn vóru
eisini í væntu.
Martin Joensen hevur
eisini seinnu árini verið van-
ligur gestur á pallinum í
Syðrugøtu. Einasta navnið,
ið var eitt sindur óvæntað
er Gunnar G. Guttesen, ið á
Asfalt átti eina av teimum
bestu framførslunum, og
uttan iva er eitt gott íkast til
G! skránna. Festivalurin
lýsir Gunnar á hendan hátt:
„Ein blanding av Stevie
Wonder,
Jeff
Buckley,
Queen og Keith Green,
kryddað við einum sindri
av Muse, Koinonia, Toto og
Weather Report til tíðir –
men alla tíðina púra Gunnar
Guttesen.“
G!ott føroyskt á G!
Starvsfólk til:
Tórshavn
Søkt verður eftir lærlingi til Thomas
Dam ítrótt í Tórshavn.
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn
hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í tá á
stendur ert tú vælkomin at søkja hetta læru-
pláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og 3 ár
við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Thomas Dam Ítróttur
Niels Finsensgøta 5
Boks 268
FO-110 Tórshavn
Gunnar G.
Guttesen
verður eitt
av føroysku
nøvnunum
á G!Festi
valinum
Mynd: Ólavur
Frederiksen,
FaroePhoto.com
Føroyska fløgan hjá
Teiti Lassen fær sum
heild góð ummæli í
donsku miðlunum
Savnsmynd