Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 121 - 27. juni 2007 Í hesum døgum arbeiðir leiðslan á Føroya studentaskúla við at gera eina kostnaðarmeting, ið skal vísa, hvar til ber at hava tón­ leikaundirvísing í framtíðini. Hóast gamla gentukost­ deildin herfyri brann, fer tó helst at eydnast at varðveita tónleikaumhvørvið í Hoydølum SKÚLI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Eftir at gamla gentukost­ deildin ella tað sokallaða Nýggja hús í Hoydølum brann, hevur leiðslan á Før­ oya studentaskúla fingist við at finna nýggj høli til evning og tónleik. Mikkjal Helmsdal, rekt­ ari, sigur, at arbeitt verður við eini ætlan at umbyggja eini goymsluhús, sum standa millum sjálvan skúl­ an og sonevnda Gamla hús til tónleikahøli. Annars verður eisini um­ hugsað at húsast á annan hátt á skúlans øki, og har­ afturat verður helst sam­ komuhøllin helst eisini brúkt til tónleikaundirvís­ ing. Mikkal Helmsdal sigur, at tey helst vilja hava læru­ greinina tónleik á skúlans øki í Hoydølum, og ikki í leigaðum hølum aðrastaðni í býnum, av tí at tónleikur verður mettur at vera ein so týdningarmikil partur av umhvørvinum í Hoydølum. Rektarin sigur seg vóna, at gamla gentukostdeildin verður bygd uppaftur. Til hetta møguliga verður gjørt, er avgjørt, at lærugreinin evning verður í gamla læknahúsinum niðan fyri Hvítanesvegin. Rektarin minnir á, at hvør loysn enn so verður vald á hølistrupulleikunum á skúla­ num, so skulu tey í øllum førum húsast í Hoydølum eini 4­5 ár afturat, og tí vónar hann, at gentukost­ deildin verður bygd upp­ aftur. Eykajáttan Leiðslan á skúlanum hevur søkt fíggjarnevnd Løgting­ sins um eykajáttan, og hes­ um væntar rektarin, at tey fólkavaldu í tinginum fara at eftirlíka. Í húsunum, sum brunnu, stóð m.a. eitt flygil og nýggj trummusett, og tilsamans fóru ljóðføri fyri yvir eina millión fyri skeytið. Haraftu­ rat fórst eitt týdningarmikið plátusavn, og nú má ar­ beiðast við at gera eitt nýtt savn, so tey týdningarmikl­ astu tíðarskeiðini í tónleika­ søguni aftur kunnu ljóða í studentaskúlanum – hvørt hetta so verður á vinyl ella undir geisla. Í dag fáa tær nýfloygdu pisurnar annars prógv, og Mikkjal Helmsdal sat og setti tað seinasta av hátíðar­ røðuni saman, tá Sosialurin ringdi til hansara. Hann avdúkaði tó, at røðan fór at snúgva seg um framtíðina og møguleikarnar hjá pisu­ num, heldur enn um eldin í Hoydølum. Herfyri varð staðfest, at eldurin í Hoydølum kom av einum óhappi, tá arbeiðið varð gjørt uttan fyri kost­ deildina. Per Skov Christen­ sen, kriminalpolitistur, sig­ ur, at í fyrstu syftu varð hildið, at ravmagn var orsøkin, men síðani varð staðfest, at eingir leidningar vóru, har eldurin kyknaði. Vandamikil dani flýddur Um middagsleitið í gjár flýddi 31 ára gamli Kalle Holmgaard Knudsen úr fongslinum í Viborg, har hann sat fongslaður. Farligi fangin var dømdur 7 ára handan rimar fyri at hava bukað ein mann til deyðis, og verður tí lýstur sum lívsfarligur. Tað eydnaðist honum at renna út í garðin, tá ið døgurðatíð var. Herfrá klintraði hann upp um ein 3 metrar høgan garð. Løgreglan í Viborg væntar at maðurin framvegis er at finna í býnum, av tí at rýmingin ikki var ætlað. Virða ikki ferðslulógina Á bryggjubakka í Havn er ikki líkt til, at parkeringsbannið verður yvirhildið. Nú nógv ferðafólk eru í landinum og ávegis til landið, er sett bann á at parkera í hugnaliga umhvørvinum niðri við sjóvarmálan. Bilførarar tykjast tó ikki at hava virðing fyri hesum, og alt ov nógvir bilar perkera á økinum kortini. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu eru tey eisini kedd um, at tey nógvu ferðafólkini ikki sleppa at síggja vakra útsýnið yvir flotta bátahylin, men bert síggja í reyvina á parkeraðum bilum. Varðveita tónleik í Hoydølum Fíggjarnevndin játtaði fyrrapartin tvær milliónir eyka til rakstur og umbygging í Hoydølum Savnsmynd tíðindi