mikudagur 27. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2007
11
tíðindi
at stevnurnar líkjast rætti
liga nógv, og at tað er ringt
at finna uppá nakað sum
onnur ikki hava á síni skrá,
sigur hon.
Alt tað vanliga
Hóast hesi heldur døpru
útlitini, hevur tað ikki hildið
fyrireikarunum aftur í at
leggja eina fjølbroytta skrá
til rættis.
Stevnan í ár fer at inni
halda alt tað, sum ein stevna
skal: Fólkafund, midnáttar
samkomu, felagssang, møt
ir, ítrótt, dans, tivoli og alt
hitt.
Eitt verður kortini ikki á
stevnuni í ár, og tað er ferð
in út á sjálva Varmakeldu.
Hetta tiltakið verður ístaðin
inni í býnum.
Kappróðurin verður sjálv
andi á skránni leygardagin.
Og fyri fuglfirðingar verður
hetta ein spennandi seinna
partur, nú lív av álvara er
við at koma aftur í kapp
róðrarfelagið í býnum.
– Nevndin í felagnum
hevur gjørt eitt gott arbeiði,
og er av álvara farin undir
at fáa kappróðurin at menna
seg aftur, sigur Vónbjørt.
Veðrið hevur alt at siga
Eitt er at leggja skránna til rættis. Eitt heilt annað
er, hvussu veðrið skikkar sær. Her kunnu
fuglfirðingar tíverri staðfesta, at veðrið hevur als
ikki verið teimum til vildar tey seinastu árini. –
Nei, veðrið hevur verið bedrøviligt á fýra teim
seinastu stevnunum. Og tað er ikki júst slíkt, sum
ger at fólk fer á stevnu. – Eg haldi, at vit treingja
til eitt vikuskifti við góðum veðri, sigur Vónbjørt
Olsen.
nakað nýtt
Tríggjar bygdir í kommununi
Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna tann 01. august 1918 eftir at bæði
løgting og landsting høvdu tikið endaliga avgerð. Tá kommunan gjørdist sjálvstøðug var
fólkatalið 624, umfatandi bygdirnar Fuglafjørður og Hellur. Grundað á stórt vinnuligt
virksemi vaks kommunan skjótt, so fólkatalið í 1930 varð 780, í 1942 976, í 1950 1227,
í 1960 1267, í 1970 1380 í 1980 1599, í 1990 1643, í 2000 1547 og í 2005 1567. Í 1985
varð so fyrsta niðursetingin á Kambsdali veruleiki, so Kambsdalur sum bygd eftir hetta
kom at verða partur av kommununi. Hóast fólkatalið 1978 fór yvir tey 1500, sum er
lægsta mark fyri eini býarkommunu eftir táverandi kommunustýrislóg, so gingu heili 15
ár, til kommunustýrið tók avgerð um at heita á Føroya landsstýri um at fáa býarheiti.
Henda avgerðin varð endaliga staðfest í juni 1993.
Varmakelda verður í Fuglafirði um vikuskiftið. -
Skráin í ár er stórt sæð tann sama sum í 2006, sigur
Vónbjørt Olsen, sum er ein av fyriskiparunum
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eg havi einki ímóti festivalunum, men tað vísir seg at vera
truplari at fáa fólk á bygdastevnurnar, sigur Vónbjørt Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Eingin rundkoyring hesuferð
Fuglafjørður: Arbeitt verður í løtuni við at íbinda vegastrekkið millum
Traðarveg og Norður í Gerði og tvørturum Skarðsá. Hvussu hetta
arbeiðið skuldi gerast, fekk kommunan trý uppskot um, harav eitt teirra
hevði eina rundkoyring. Á fundi herfyri varð kortini ikki samtykt at taka
við hesum uppskotinum, men einum uttan rundkoyring, samstundis sum
atkoman til skúlan verður flutt. Samlaði kostnaðurin er mettur til góðar
1,4 mió krónur.
Fuglafjørður: Nú skal eitt fólk setast
til at taka sær av tí vaksandi talinum av
málum innan menning av kommununi
og
av
málum
innan
skúla
og
mentanarøkið í kommununi.
Tað hevur býráðið í Fuglafirði sam
tykt, og lýsir í hesum døgum eftir einum
menningar og mentanarleiðara.
Høvuðsuppgávan hjá hesum nýggja
leiðaranum verður m.a. at menna lokala
vinnulívið og handilsvirksemið í býnum
og at umsita tey mál, sum verða løgd út
til kommununar at umsita, tá talan er
um fólkaskúlan og frítíðarundirvísing
ina.
Viðkomandi skal somuleiðis verða
við til at samskipa tiltøk í Mentanarhúsi
num í tøttum samstarvi við nevndina í
sjónleikarfelagnum, og skal haraftrat
fyriskipa ávís hátíðarhald, vinarbýar
sambond og orða tey mentanarpolitisku
stevnumiðini í kommununi.
Til tann, ið settur verður verða sett
ávís krøv, m.a. at viðkomandi skal vera
framtakshugaður,
samstarvshugaður,
loyalur, tollyntur og hava leiðaraevni, og
skal hava eina miðallanga útbúgving
ella samsvarandi førleikar.
– Vit kunnu bjóða viðkomandi eitt
spennandi umhvørvi, verður sagt.
Umsóknarfreistin er sett til 20. juli og
er ætlanin at viðkomandi skal byrja í
starvinum 1. september.
Kommunan skal mennast
Rætt at leggja
fótbóltin saman
Fuglafjørður: Eitt evni sum fleiri helst
fara at hava á orði um vikuskiftið, er fót
bólturin.
Í løtuni eru trý stór fótbóltsfeløg í øki
num, og nú er spurningurin komin um
ikki rættast hevði verið at lagt ÍF, GÍ og
LÍF saman í eitt einstakt og sterkt felag.
Ein av teimum sum er talsmaður fyri
hesum, er Signar á Brúnni í Fuglafirði.
Hansara hugsan er, at tann nógvi pen
ingurin í feløgunum kring landið ger sítt
til, at tað eru tey størru feløgini sum
eiga alt, meðan tey smærru feløgini
verða við sviðusoð.
– Skilagott hevði tí verið at tosa saman
um, hvussu ÍF, GÍ og LÍF kunnu sam
starva í framtíðini, eitt samstarv, ið øll
ítróttarfeløgini kundu fingið nakað
burtur úr, sigur Signar á Brúnni, nú
varmakeldan stendur fyri stavn.
Ein atkvøðugreiðsla, sum Norðlýsið
skipar fyri á heimasíðu sínari, bendir
eisini á sama borðið. Klokkan 11 í morg
un høvdu 29 fólk atkvøtt, og av hesum
søgdu sløk 70 % ja og 20 noy, meðan 10
% ikki hava tikið støðu.
Eitt samstarv millum ÍF, GÍ og LÍF kundi verðið øllum feløgunum at gagni
(savnsmynd)