Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 122 - 28. juni 2007 tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800   K R E A . F O . TEL 47 80 80 Manningin í Ólavsøkukabarettini er funnin og er til reiðar at seta tað farna árið á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn. Fyri at víðka horisontin helt hon sín fyrsta fund á Slættaratindi SATIRA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Ólavsøkukabarettin er aftur á skránni í ár. Teir seks ungu menninir, ið standa fyri kabarettini í ár, siga í tíðindaskrivi, at teir nú hava ein mánað at endavenda farna árið og seta tað á pallin í Sjónleikar­ húsinum. Eins og Búskaparráðið kemur við sínum niðurstøð­ um og metingum hevur kab­ arettmanningin gjørt sína frágreiðing um farna árið. Og niðurstøðan er greið: Hendingarnar farna árið eru reint guff til at venda á høvdið á einum kabarett­ palli. Freistandi er at sáa iva um trúvirði á hesi frá­ greiðing, men tað skuldi verið í lagi, tí eingin minni enn Heðin Mortensen hevur viðmælt sín yndis serfrøðing at standa fyri kabarettfrá­ greiðingini, verður sagt. Náddu hæddirnar Kabarettmanningin er í høv­ uðsheitum hin sama sum í fjør. Kjartan Hansen, Finnur Jensen, Esbern Jacobsen, Pætur Dahl, Turpin Djur­ huus og Hjálmar Dam. Hjálmar er nýggjur í kabar­ etthøpi, men hevur seinastu tíðina verið nógv at sæð í ymiskum leikum. Allir leik­ ararnir uttan Esbern eru úr Havnini, og tí varð valt at halda fyrsta leikarafundin á Slættaratindi fyri at víðka horisontin og kunna seg um tað, ið fyriferst uttan fyri Havnina. ­ Eingin kvinna við í manningini í ár. Sostatt er líkt til, at kabarettin verður eins kvinnuniðurgerandi, fúl og fylt við harðskapi og í fjør – siga leikararnir við einum skálkabrosi... Kabarettin víðkar okkara sjónarring Ólavsøkukabarettin á rannsóknarferð á Slættaratindi. Esbern Jacobsen, Kjartan Hansen og Pætur Dahl. Á myndini vanta Turpin Djurhuus, Finnur Jensen og Hjálmar Dam