mikudagur 27. juni 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2007
37
Actyon er nýggjasti
bilurin frá suður
koreansku SsangYong
verksmiðjuni á før
oyska marknaðinum.
Talan er um ein væl
koyrandi sportligan
coupé við 5 hurðum
og SUV eginleikum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Suðurkoreanska SsangYong
verksmiðjan, ið hevur meira
enn 50 ár á baki, byrjaði
sína framleiðslu við arbeiðs
bilum sum t.d. lastilum,
bussum og øðrum sergjørd
um akførum í 1954. Gjøg
num árini hevur verksmiðjan
ment seg, og síðan fyrst í
90unum hava teir sam
starvað við týsku Mercedes
Benz, serliga um motorar
og girkassar.
Nýggjasta modellið á før
oyska
marknaðinum
er
Actyon, ið faktiskt er ein
sportligur coupé við SUV
(Sport Utility Vehicle) egin
leikum. Bilurin hevur við
fimm sitipláss við liðiligari
innrætting.
Kvaliteturin í kabinuni er
týðuliga merktur av Mer
cedesBenz samstarvinum.
Designið er einfalt og
smart, samstundis sum tað
er í klassiskum stíli. Øll í
bilinum sita høgt og væl
við góðum útsýni.
Actyon er væl útgjørdur
við til dømis ESP, ARP,
HDC, klimaanleggi, hita í
setrunum, radio við fløgu
spælara, 16” alufelgum,
elsíðuspeglum og elsíðu
rútum. Umframt hita í for
rútinum. Dubult airbag og
gardinairbag eru sjálvsøgd.
Motorurin er ein 2.0 litra
common rail diesel við 141
hk og einum snúnings
momenti upp á 310 Nm við
1.800
snún/min.
Sami
motorur sum er í SsangYong
Kyron.
Bilurin orkar væl, og utt
an trupulleikar sleipar hann
ein viðfestisvogn, sum vig
ar væl yvir tvey tons. Hetta
er væl meira enn aðrir SUV
í hesi støddini.
Actyon fæst bæði sum
forhjólsdrivin og sum 4x4 í
útgávunum Freedom ella
Spirit.
Bilurin kann royndarkoyr
ast hjá Sp/f Bilverkstaðnum
v/ H. J. Kollsker á Hjalla.
Prísirnir byrja við 308.056
kr v/ mvg fyri persónbilin
og 264.214 kr v/mvg fyri
vørubilin.
SsangYong Actyon 2.0 XDI 4x4
Motorurin
2,0 litur 4 syl. diesel 141 hk
commonrail turbo v.intercooler
Snúningsmoment
310 Nm v.1.800 snún/min.
0-100 km/t
14,2 sek.
Oljunnýtsla
11,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
255/75-16
Stødd og vekt
Longd
446.0 cm
Breidd
188,0 cm
Hædd
174,0 cm
Eginvekt
1800 kg
Prísur
frá kr. 308.056 (persónbilur)
Søluumboð
Sp/f Bilverkstaðið v/ H. J. Kollsker
á Hjalla, FO-188 Hoyvík
Tel. 311013 www.kollsker.com
FAKTA
SsangYong Actyon
Ellisakfar
til sølu
Volvo 144 sedan, árg. 1971.
Bilurin varð høvuðsumvældur í 1994 og er í góðum
standi. Bert tveir eigarar, einans koyrt 85.000 km.
Tel. 282805
Action er nýggjasta modellið hjá
SsangYong á føroyska marknaðinum
Actyon er ein sportligur coupé við SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum
Kvaliteturin í kabinuni er týðuliga merktur av Mercedes-Benz
samstarvinum
bilar