hósdagur 28. juni 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 122 - 28. juni 2007 ]
HB-venjarin uppsagdur
Føroyameistararnir eru í løtuni átta stig aftan fyri oddaliðini, og tað tykist hava kostað
venjaranum sessin. Tað hevur ikki borið okkum til at fáa váttað boðini um uppsøgnina frá
leiðsluni í HB, men tað skuldi tó verið púrasta vist. 2-0 tapið fyri B36 í gjárkvøldið
gjørdist eftir øllum at døma seinasti dysturin, har venjarin hjá HB æt Krzyzstof
Popczynski. Meistararnir høvdu við einum styrktum liði avgjørdar ætlanir um at
endurvinna gullið í ár, men óstøðug úrslit hava higartil sent teir átta stig aftur um NSÍ. Og
vinna runavíkingarnir sín dyst um vikuskiftið, verður munurin ellivu stig. Ivaleyst er tað
hetta, sum ikki hevur smakkað HB-leiðsluni. Hvørki Birgir Enghamar, formaður í HB, ella
Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, hava verið at hitt í morgun.
Jákup
Frá byrjan til enda
vísti B36, at teir
vóru betri enn HB
henda dystin. Teir
høvdu ein greiðan
yvirluta í spælinum,
og vóru tað eisini
teir, ið struku avstað
við teimum trimum
týdningarmiklu
stigunum
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein sera
tættan og spennandi dyst, tá
ið føroyameistararnir møttu
steypavinnarunum í gjár-
kvøldið. Grannauppgerðin
fekk ongantíð eyðkenda
javna spælið, tí B36 sat á
nógv tí mesta spælinum,
meðan HB hevði trupult
við at finna seg sjálvar.
Leiklig yvirvág
Fyrstu fimm minuttirnir av
dystinum góvu okkum okk-
um ábendingar um, at B36
ætlaði sær øll trý stigini.
Teir høvdu bóltin nógv,
meðan
HB-leikararnir
skuldu finna hvønn annan.
Sum
minuttirnir
gingu
høvdu teir stríputu tó trupult
við at finna stevið, og lótu
teir fyri tað mesta B36
koyra bóltin runt. Við góð-
um
bóltførleikaleikarum
sum Hanusi Thorleifsson
og Heina í Skorini mitt á
miðjuni, høvdu teir hvítu
ikki stórar trupulleikar at
fáa bóltin fluttan niðan á
vøllin. Fyrstu 25 minuttirnir
megnaði B36 tó ikki at
spæla seg so nær málinum,
at nakar stórvegis málmøgu-
leiki spurdist burturúr.
Løn fyri stríðið
Móti endanum av fyrra
hálvleiki tóktist málið hjá
B36 at vera greitt. Teir vildu
hava eina hálvleiksleiðslu,
og hetta lá í luftini at teir
skuldu fáa. Høgu leikferðini
hildu teir, og stríðsviljin var
avgjørt til staðar.
Og fimm minuttir fyri
steðgin bragdaði hjá B36.
Mikkjal Thomassen vann
bóltin av Tór-Ingar Akselsen
í vinstru síðu. Mikkjal tók
nøkur fá fet fram eftir vølli-
num, áðrenn hann sendi eitt
innlegg til Sylla, sum stút-
aði bóltin í netið 1-0.
B36 royndi at trýsta fyri
at økja um hálvleiksleiðsl-
una, men sama støðan helt
sær til hálvleiks.
Jøvn løta
Tað tóktist sum HB-leik-
ararnir høvdu fingið nøkur
álvarsorð í steðginum frá tí
nú fyrrverandi HB-venjaran-
um, Krzyzstof Popczynski,
tí fyrstu løtuna eftir steðgin
var liðið nógv meira í dyst-
inum. Eisini kundi hetta
takkast at Jákup á Borg nú
var komin inn, og var ein
sera arbeiðslig megi á høgra
kanti hjá HB. Fyri fyrstu
ferð vórðu gjøgnumspæld
álop framd, og nakrar roynd-
ir á mál vóru nú at finna.
Men at liðið nú hevði
otað seg longri fram á vøll-
in, bar í sær, at B36 fekk
meira pláss at leika á fram
eftir vøllinum.
Og tá ið ein góður tími
var farin, mundi hetta kost-
að hjá føroyameistarunum,
men teir sluppu við skrekk-
inum. Sylla reiv seg leysan
av HB-verjuni, og fekk ein
sokallaðan fríloypara móti
málinum. Skotið tók tó
innnaru síðu av stongini, og
endaði í føvninginum hjá
Tróndi Vathnhamar.
B36 aftur á dystin
Tá ið ein tími var leiktur
settist B36 aftur á spælið.
Nógvar flytingar fóru fram
á nógva plássinum, sum teir
fingu at leika á. HB-liðið lá
langt frammi á vøllinum,
og tað sást, at nú mátti bera
ella bresta.
Í 64. minutti fekk B36
hornaspark. Heini í Skorini
sendi tað væl inn fyri, og
HB-verjan fekk ikki ruddað
burtur. Bólturin var leysur
inni í feltinum, og fyrstur á
bóltinum var Fróði Benja-
minsen, sum við vinstra
beini stýrdi bóltin í netið til
2-0.
Luftin tóktist nú av álvara
at vera farin úr HB, sum
henda dagin hevði trupult
við at vinna sær bóltin.
Móti endanum av dysti-
num tóktist menn at gerast
heitir, og í einari støðu
komu leikararnir upp at
táttast. Ein støða, ið kostaði
hjálparvenjaranum hjá HB,
Albert Ellefsen, reyða kort-
ið.
Fullførdu avrikið
Seinasta korterið spáddist
eingin ivi um betra liðið.
B36 sat so at siga á øllum
spælinum,
og
vónloysi
kundi síggjast á HB-liðnum.
Móti endanum av dystinum
kundi líkt til, at HB fekk
tillutað brotsspark. Men
dagsins dómari, Petur Rein-
ert, sum stóð væl fyri í hesi
støðu, valdi at geva Chrisian
Høgna Jacobsen gula kortið
fyri sjónleik.
Vanliga leiktíðin rann út,
og í teimum fýra minuttu-
num, ið lagdir vórðu afturat,
kom heldur einki mál.
Við sigrinum vann B36
sær fyribils oddasessin í
Formuladeildini, men av tí
at teir hava leikt ein dyst
fleiri enn NSÍ, so tryggjaði
B36 heldur eitt týdningar-
mikið fet í veruliga odda-
stríðnum.
Hjá HB gjørdist ilt verri,
og mátti nú síggja oddin
sigla enn longri frá sær.
B36 var klassan omanfyri
- Har fór
meistara-
heitið
Jákup á Borg, liðfor-
maður hjá HB, heldur,
at meistaraheitið er rok-
ið.
– Tað er sum eg segði
við tykkum undan dysti-
num. Taptu vit í dag, so
reyk meistaraheitið, sig-
ur Jákup á Borg, sum
vegna smáskaða ikki
leikti fyrra hálvleik av
dystinum.
Jákup heldur orsøkina
til tapið vera einfalda.
– Teir vóru nógv
betur tendraðir enn vit.
Einki koyrdi hjá okkum,
og alt ov langt var mill-
um keturnar hjá okkum,
sigur Jákup, men vísur
tó á, at teir ikki leggja
seg at gráta. Løgmans-
steypið og Champions
League
er
næst
á
skránni.
- Vit raktu dagin
Spurdur, um hann
helt teir rætt og slætt
vóru betri enn HB, svar-
ar Hanus Thorleifsson
hjá B36 soleiðis:
- Eg haldi tað var ein
blandingur av tí og at
vit raktu dagin.
Hann sigur B36 hev-
ur góðar vónir víðari í
kappingini.
- Sjálvandi trúgva vit
uppá
meistaraheitið.
Hýrurin er sera góður í
hópinum, og nú fara vit
at royna at vinna á GÍ
sunnudagin, sigur Han-
us Thorleifsson, og vís-
ur á, at tveir harðir dyst-
ir seinastu vikuna kann
koma at merkjast sunnu-
dagin.
B36
HB
HB hevði trupult við at finna skipaða spælið fram, meðan B36 hinvegin í løtum spældi sera væl
Mynd: Jens Kr. Vang