hósdagur 28. juni 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 28. juni 2007
47
tíðindi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
Tað sum er merkisvert við
hesi innskrift er, at tað sæst
á henni, at Angelica hevur
sitið einkja í ikki færri enn
60 ár.
Tí verður henda frásøgn
fyrst og fremst um lagnuna
hjá Angelicu, og um son
hennara Palli Henriksen,
sum millum onnur álit
isstørv var býráðsformaður
í Havn.
Palli gjørdist faðirleysur
longu trý ára gamal. Pápin,
Johannes, hevði verið
soldátur á Skansanum. Men
hann doyði av vanlukku,
gasseitran, umborð á slupp
ini Surprice hjá Vágsbotn
handlinum, har Hósvíks
Jákup var skipari. Eftir sat
Angelica við fýra smá
børnum, tveimum gentum
og tveimum dreingjum og
undir umstøðum, sum tá
vóru luturin hjá einkjum,
nevniliga tær beru hendur.
Men heilt eiðasør var hjálp
in kortini ikki. Keypmenn
irnir í Havn útvegaðu Ange
licu eina bindimaskinu, ein
tann fyrsta í landinum. Tí
kom hon at binda fyri fólk,
og hetta gav mat í munnin.
Sagt varð, at tað var neyv
an dagur, at Palli antin til
ella frá arbeiði, ikki fór inn
til mammuna á Áarvegnum.
Hann vísti henni stórt
takksemi fyri tað, sum hon
hevði verið fyri hann í
uppvøkstrinum.
Í politikki vildi Palli eis
ini berjast fyri at bøta um
umstøðurnar hjá teimum,
sum komu soleiðis fyri sum
mamma hansara og hansara
systkin.
Verður hugt eftir søguni
hjá Angelicu, sæst hvussu
hørð lagnan eisini hevur
verið hjá hennara for
fedrum.
Pápi Angelicu fórst
við Løwenørn í 1882
Ættin kemur úr Kunoy.
Abbi Angelicu æt Ole
Jacob Larsen, f. 1816, hann
var av Nesi í Eysturoynni.
Hann giftist við Julionnu
ThomasJohandatter í 1843.
Hon var longu tá einkja og
hevði mist ein son. Í 1860
eiga tey fýra børn. Men
sjúka kom í húsið, og í
1865 doyr Óla Jákup og
elsti sonurin árið eftir. Í
1870 standa húsini tóm, og
børnini eru hjá góðum
fólki.
Eitt av børnunum var
Lars ella Læars, pápi Ang
elicu, og hann vaks upp í
Mikladali. Eitt heysti fer
hann saman við einum
húskalli at hyggja eftir
seyði, tá verða teir tiknir av
einum skalvalopi. Hin mað
urin fer til sjós og hvørvur,
meðan Læars steðgar á
bakkatromuni. Dagurin
leið, og eingir menn komu
aftur, so varð farið at leita.
Men tá kom rættiligt harð
veður og myrkur, so ikki
var farandi í brattlendi, tó
at teir hoyrdu róp niðri
undir sær. Í lýsingini var
farið avstað aftur. Tá finna
teir Læars við brotnum
beinið.
Læars giftist um 1872 við
Cathrinu Sophie Michelsen
av Toftum, og tey búsetast
á Selheyggi í Klaksvík.
Men stutt vardi eydnan.
Læars hevði verið til skips
nøkur ár við skipunum hjá
Klaksvíkshandlinum. Um
várið 1882 fer hann við
Løvenørn, ið gekk burtur
25. mai við 11 monnum, í
Breiðuvík á Vesturlandi
num. Eftir sat einkja við
fimm børnum. Eisini fórst
beiggi Læars, Thomas
Johan, 28 ára gamal. Hann
var giftur og átti ein son.
Løvenørn fórst nakað
samstundis sum Bella við
10 føroyingum á somu
leiðum og var hetta fyrsta
stóra skipsvanlukkan eftir
at skipsfiskiskapurin tekur
seg upp í 1872. Líkini róku
á land og vórðu jarðað har.
Fyri nøkrum árum síðani
vitjaði John Lassen leiðini.
Abbi hansara var ein teirra
sum fórst. Hansara frásøgn
var prentað í FFblaðnum,
og kann finnast á heima
síðuni:
www.fiskimannafelag.fo
gamla heimasíðan,
blað nr. 270.
Eitt av børnnum hjá
Læars var Angelica, sum
eins og mamman og omman
gjørdist ung einkja við
smáum børnum undir heilt
øðrum umstøðum enn vit
kenna í dag. Umframt Palla
fekk Angelica sonin Anker.
Hann fór til Vágs at vera
við til at gera elverkið, og
her bleiv verandi. Laura og
Magdalena fóru niður til
Danmarkar.
Um Palla
Tað kann ikki undra, at
Palli í politikki vildi gera
nakað fyri at bøta um korini
hjá teimum, sum ikki vóru
væl fyri.
Tað var eisini skjótt, at
Palli kom uppí arbeiðara
rørsluna, og sagt verður um
Palla, at har hann var, var
hann eisini heilur.
Palli sat nógv ár sum
nevndarlimur í Havnar
Arbeiðsmannafelag. Eitt
skifti var hann formaður.
Hann var eisini nevndar
limur í Føroya Arbeiðara
felag eitt skifti, og hann var
grannskoðari í FA í nógv
ár.
Palli varð valdur í býráð
ið í Havn á lista hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag í 1941,
men aftaná 1952 umboðaði
hann Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag. Hann sat í
býráðnum í 28 ár, og for
maður var hann í 1011 ár,
fyrstu ferð í 1944.
Palli kom á ting í 1939,
hann varð tingmaður í 10 ár.
Í Suðurstreymoyar Javn
aðarfelag sat Palli sum
formaður og nevndarlimur
í samfull 24 ár frá 1940
65.
Palli var giftur við Elisa
beth í Snikkarastovu. Hon
var honum ein góður stuðul,
og livdi heilt upp til leik
lutin sum kvinnan aftanfyri
mannin. Hon man eisini
onkuntíð hava lýtt honum
onkur ráð í oyra. Tað verður
eisini sagt, at tað vóru ikki
nógv sum tordu at seta
Petur M. Dam uppá pláss.
Men sjálvt hetta bakkaði
Elisabeth ikki fyri.
Tey bæði Palli og Elisa
beth fingu børnini Andreas,
Arnold, Jonu, Kirstin og
Jákup.
Tey fingu eisini børnini
Anna og Andrias, sum
doyðu smá. Tey standa
eisini á gravsteininum.
Tað kann lesast meira um
Palla á heimasíðuni hjá FF,
blað nr 282.
Um Jonu
Tann sum hevur verið
nærmast at taka arvin upp
eftir pápan er Jona, sum
bæði hevur verið í býráði
og løgtingi. Hon var so
sanniliga eisini ein sum
brendi fyri teimum veiku í
samfelagnum.
Vit bæði vóru bestu vinir,
og eg prátaði við hana
nakrar heilt fáar dagar,
áðrenn hon doyði á
ellisheiminum, har eg ofta
havi vitjað.
Sjálvur havi eg eitt sera
fitt minni um Jonu, sum
doyði í fjør. Ein dagin fekk
eg eitt borðflagg á fóti av
føroyskum gróti, sum var
frá »vinkonunum á ellis
heiminum.« Hetta verður
goymt sum reyðagull!
Næsta grøv í røðini
verður tann hjá Poul
Effersøe.
Keldur: J. Símun Hansen, FF-Blaðið
Angelica sat einkja í 60 ár
Tann gravsteinurin
í gamla kirkju
garði í Havn, sum
vit hesa ferð fara
at lýsa, er hjá Ange
licu og Johannes
Henriksen
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Innskriftin á gravsteininum
er hendan:
Johannes Fr. Henriksen
10.7.1874
13.9.1906
Angelica Henriksen
f. Larsen
20.5.78
4.12.66
Anna
Andrias
31.12.1930
27.5.1933
18.7.31
21.7.1933
TØKK
Eins og mamman og omman kom Angelica at gerast ung einkja
við smáum børnum
Soleiðis sær gravsteinurin hjá Angelicu og Johannes Henriksen í
gamla kirkjugarði út
Johannes gjørdist bert 28 ára
gamal
Palli, sonur Angelicu, Elisabeth, kona hansara, og Jona, dóttir
teirra, stríddust alt teirra lív fyri teimum veiku í samfelagnum