Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 123 - 29. juni 2007 um gíslar Heidi Biskopstø, sum varð vald til formann í Postfelag Føroya fyri fýra mánaðum síðani, heldur ikki, at atfinningarnar hjá Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir, um at felagið bert røkir áhugamálini hjá postboðunum, eru rættur. Kortini lovar hon, at felagið fer at ganga við til at gera broytingar. Men so skal felagið hava nakað afturfyri ArbeiðsmArknAður Kári Mikkelsen kari@sosialurin.fo Í mars fekk Postfelag Før­ oya nýggjan formann, ella rættari forkvinnu, tá Heidi Biskopstø í Klaksvík setti seg í formannstólin. Hon er eitt sindur bilsin yvir atfinningarnar hjá tveimum kvinnum á Postverkinum, sum halda, at Postfelagið sjálvt hevur eina stóra skyld í niðurskerjingunum á Post­ verkinum, sum fyri tveim­ um vikum síðani førdi til, at 15 fólk vórðu søgd úr starvi. ­ Eg haldi, at mátin sum samskiftið millum leiðsluna á Postverkinum og okkum fer fram uppá, er skeivur. Ístaðin fyri at kalla okkum inn sum felag fyri at tosa um broytingar á stovninum, verða hesar lagdar fram á starvsfólkafundi, sigur Heidi Biskopstø. Hvat er trupulleikin í tí? ­ Tá ætlanir eru um at gera so týðandi broytingar, mugu vit sum felag kunna krevja at verða kunnaði fyrst, sigur nýggja forkvinn­ an í Postfelagnum, men leggur dent á, at felagið sjálvandi ynskir at sam­ starva við leiðsluna. ­ Vit ynskja eisini, at tað skal gangast væl hjá Post­ verkinum, sigur Heidi Bis­ kopsstø. Hvat sigur tú til atfinn­ ingarnar um, at tit bara duga at siga nei og einans røkja áhugamálini hjá post­ boðunum? ­ Tað passar ikki. Sum felag arbeiða vit fyri allar limirnar. Eitt dømi um tað er, at tað kemur ein donsk fakfelagskvinna frá HK at greiða frá, hvussu tey klár­ aðu broytingarnar í danska postverkinum, tá hetta varð prisvatiserað. Hendan kvinn­ an tekur sær júst av teimum, sum arbeiða innan skriv­ stovuyrkið í Post Danmark, sigur Heidi Biskopstø, sum í dag skuldi koma aftur av arbeiðsferð í Danmark, har hon hevur hitt onnur umboð fyri norðurlendsk systirfak­ feløg. Postverksstjórin vil hava størri fleksibilitet inn í skipanina hjá postboðunum, so talið av teimum, ið eru til arbeiðis í senn verður lagað eftir, hvussu nógv er at gera. Sáttmálin forðar fyri at flyta postboðini til annað arbeiði, tá minni er at gera ArbeiðsmArknAður Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Minni enn eitt ár er síðani, at Sofus Clementsen setti seg í stjórastarvið á Post­ verki Føroya, hevur hann longu merkt, at tað ikki er nøkur løtt uppgáva at gera broytingar á hesum stóra almenna stovni, sum nú er gjørt til partafelag. Tað sama gjørdu stjórarnir áðr­ enn hann. Nýggi stjórin setti sær fyri rættiliga skjótt at nýtím­ ansgera stovnin, og hetta gerst eftir øllum at døma ikki, uttan at broyta sáttmál­ arnar hjá einum parti av starvsfólkunum, postboð­ unum, ið arbeiða eftir eini akkordskipan. Ein skipan, ið bæði postverksstjórin og starvsfólk aðrastaðni í fyri­ tøkuni, halda vera ein forð­ an fyri menning á Post­ verkinum. ­ Sáttmálin er so stramm­ ur, at tað er sera trupult at flyta postboð til annað arbeiði, har tørvur er á tí. Hetta er mest galdandi fyri tey størstu økini, sigur Sofus Clementsen. ­ Nevndin í Postfelaginum tosar um vunnin rættindi, men vunnin rættindi nytta lítið, tá tey bert verða nýtt til at saga greinina av, ein sjálvur situr á, heldur post­ verksstjórin. Postverkið hevur trý høv­ uðsøki. Tað fyrsta er bræva­ útbering og frímerkjasølu, sum í fjør gav eitt avlop upp á 18,2 mió. kr. Næsta er pakkar, peningaflutningur og útbering av reklamum, sum gav eitt hall upp á 20,5 mió. kr., meðan triðja økið er frakt og skundsendingar, sum góvu eitt avlop upp á 2,5 mió. kr. Sostatt gjørdist úrslitið bert 676.000 kr. í avlopi og munandi vánalig­ ari enn í 2005, tá avlopið var 4.278.000 kr. ­ Fleiri strategiskar avbjóðingar eru fyri framm­ an. Tann fyrsta er gera útber­ ingina smidligari, og tað næsta er at endurskoða post­ hústænasturnar. Her fara vit millum annað at lata okkum inspirera av tí, sum postverkini í grannalondu­ num hava gjørt, men tað krevur, at vit finna ein betri hátt at samstarva uppá, sigur Sofus Clementsen. Postverksstjórin leggur dent á, at hóast tað sum er farið fram í seinastuni, so er hann til eina og hvørja tíð til reiðar at hyggja frameftir og samstarva, tí tað er hetta, tørvur er á. Formaður lovar broytingar Øll mugu tillaga seg - Við hugburðinum um ikki at ganga við til nakrar grundleggjadi broytingar í sáttmálanum hjá postboðunum, er felagið við at saga sína egnu grein av, heldur stjórin í Posterki Føroya, Sofus Clementsen Mynd: Sunva Lassen Ótíðarhóskandi sáttmáli Protokollat I frá 5. mai 2001 viðvíkandi sáttmálanum millum Føroya Postfelag og Fíggjarmálastýrið (núverandi Fíggjarmálaráðið): »Ásannandi at galdandi sáttmáli, bæði í bygnaði og innihaldi, ikki er nútímans, eru partarnir samdir um at seta ein arbeiðsbólk at tillaga sáttmálan í sáttmálaskeiðnum soleiðis, at hann verður einfaldari, greiðari og liðiligari og eisini er betri í samsvari við viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag. Arbeiðsbólkurin skal eisini kanna møguleikarnar fyri at gera eina nýggja lønarskipan, sum tekur hædd fyri ábyrgd, royndum, útbúgving, eftirútbúgving, arbeiðsbyrðu v.m. Í arbeiðsbólkinum skulu vera fýra limir, har hvør parturin útnevnir tveir limir. Arbeiðsbólkurin skal mannast í seinasta lagi 1. juni 2001.« (Sambært postverksstjóranum hevur hann heitt á Postfelagið um at fara undir hetta arbeiðið. Leiðslan í Postverkinum hevur valt sínar tveir limir, men Postfelagið hevur ikki valt sínar. Postfelagið hevur boðað postverksstjóranum frá, at felagið ikki ynskir at fara undir hetta arbeiði nú. Felagið vil hava traditionellar sáttmálasamráðingar.) FAKTA hvat tey arbeiða við, um tey yvirhøvur arbeiða við nøkrum. Tað einasta vit síggja til felagið er, at limagjaldið verður trekt av lønarseðlinum einaferð um mánaðin. Felagið arbeiðir í hvussu er ikki fyri okkum. Nei! er eftir øllum at døma er tað einasta, nevndin dugir at siga. Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir vísa á, at sjálvt um rakstrartølini, ið leiðslan legði fram tá, vístu, at um broytingar ikki verða gjørdar, verður stovn­ urin koyrdur í senk, so fingu limirnir onki at vita frá nevndini. ­ Har var deyðatøgn; vit hoyrdu púrt onki frá felag­ num, siga tær báðar kvinn­ urnar. Tær óttast fyri, at um felagið ikki tekur annað skinn um bak, verður hetta ikki tann seinasta hópupp­ søgnin í Postverki Føroya. Felagið tagdi Tað, sum undrar bæði Ellu Danielsen og Onnu Elisa­ beth Victorsdóttir, er, at fyri smáum trimum árum, tá táverandi leiðslan segði níggju fólkum úr starvi, hoyrdist so at siga onki til Postfelagið. Tey flestu upp­ søgdu ta ferðina vóru kvinn­ ur inni í húsinum. Niður­ støðan hjá Ellu Danielsen og Onnu Elisabeth Victors­ dóttir er, at av tí at onki post­ boð var ímillum tey upp­ søgdu, tímdi Postfelagið onki at gera við tær uppsagn­ irnar. ­ Felagið var so at siga púra kúrt tá, men rama­ skríggið vit sóu hesuferð vísir bara, at stórur munur er á okkum limun. Vit føla ikki, at hetta á nakran hátt er okkara felag. 90 prosent av sáttmálanum umfatar postboðini, sum er gjørdur so langt niður í smálutir, at leiðslan ongar møguleikar hevur at gera broytingar. Formligu leiðsluna hevur postverksstjórin, men veru­ liga valdið liggur hjá Post­ felagnum, og vit vanligu starvsfólk eru gíslar í hesum maktspæli, siga Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir. Kvinnurnar vísa á, at stóra stríðsmálið millum leiðsluna og fakfelagið er tann góða akkordskipanin, sum postboðini hava, og sum ikki má rørast. Hetta hóast partarnir í sáttmála­ samráðingum fyri seks árum vóru samdir um eitt protokollat ið segði, at sátt­ málin ikki var nútíðarhósk­ andi. Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir siga, at nú postverkið er vorðið partafelag við nýggjari leiðslu, høvdu tær rokna við broytingum og glett seg til nýggjar avbjóðingar. ­ Hendan menningin halda vit verður forðað av einum bólki av starvsfólk­ um, og tað er sera óheppið. Vit føla, at hesin bólkur einsamallur vil gera av, hvussu tingini skulu vera og samstundis stýra okkum øðrum. Í dag nyttar tað bara ikki at seta seg aftur á og siga, at onki má broytast, tí vit mugu altíð vera opin fyri broytingum. Tí er hend­ an togtogan um rættindi hjá bert einum parti av starvs­ fólkunum nakað, sum vit avgjørt ikki stuðla, og sum heilt avgjørt ikki er til okk­ ara fyrimuns. Vit óttast fyri, at áðrenn long tíð er fráliðin, mugu vit aftur siga farvæl til fleiri av starvsfeløgum okkara, siga tær báðar kvinnurnar á Postverki Før­ oya.