Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 123 - 29. juni 2007 Svenski Ríkisdagslim­ urin, Anita Brodén, sum í vikuni hevur verið í Føroyum í sambandi við summarfundin hjá umhvørvisnevndini hjá Norðurlanda­ ráðnum, er ógvuliga hugtikin av Føroyum, og hóast hon er vit­ andi um, at 95% av orkuni stavar frá olju, so er hon rætt­ iliga ovfarin av verk­ ætlanum, sum antin eru settar í verk, ella liggja í stoypiskeiini UMHVØRVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vit hittu Anitu Brodén í morgun á Hotel Føroyum. Hon er limur í umhvørvis­ nevndini hjá Norurlanda­ ráðnum, sum í vikuni hevur havt sín árliga summarfund, hesaferð í Føroyum, Anita Brodén er limur í svenska Ríkisdegnum. Hetta er annað skeiðið, hon situr í Ríkisdegnum, men fyrsta, sum limur í umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum. Nevndin fekk eina inn­ bjóðing frá Kára P. Højgaard um at koma til Føroya at halda árliga summarfundin í ár, og tað bleiv tikið av. Og í hvussu er ein av limun­ um gjørdist ógvuliga hug­ tikin av bæði landinum og teimum tiltøkum, sum antin er framd ella eru í stoypi­ skeiini, hvat umhvørvinum viðvíkur. ­ Náttúran er ógvuliga hugtakandi við fjøllum og firðum. Við sínum ríka fuglalívi og seyðinum, sum gongur leysur í haganum. Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, og tað er fantast­ iskt at síggja tað við egnum eygum, sum eg havi lisið um og sæð myndir av, sigur Anita Brodén. Hon heldur, at arbeiðið hjá umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum er ógvuliga umráðandi, og tað er eisini sera spennandi, tí arbeitt verður so íðið við málinum, og nevndin hevur eisini megnað at sett umhvørvið á skránna so nógva staðni. Oljan skelkaði Teir sonevndu summarfund­ irnir hjá umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum verða lagdir runt um í ymsu økj­ unum í Norðurlondum, og ein grundin er, at nevndar­ limirnir tá fáa høvi at kunna seg um viðurskiftini í júst tí økinum, har fundrnir eru. So nú fundurin hevur ver­ ið í Føroyum, hava limirnir í umhvørvisnevndini havt góðar møguleikar at seta seg inn í serligu føroyksku viðurskiftini. Og fyri Anitu Brodén var ikki alt positivt. ­ Eg varð rættiliga skelkað av at fáa at vita, at 95% av tykkara orkunýtslu stavar frá olju. Tað visti eg ikki frammanundan, sigur Anita Brodén. Men í sama andadrátti sigur hon, at tað kortini er gleðiligt at síggja allar tær verkætlanir, sum eru framdar ella sum vit eru við at seta í verk. ­ Tað var fyri tað nógva slíkar verkætlanir, sum vit hugdu eftir í gjár. Hetta eru í fleiri førum ógvuliga áhugaverdar og ógvuliga innovativar loysnir við var­ andi orku, sum tit eru í holt við, sigur svenski Ríkis­ dagslimurin. Alt ferðalagið var í Eyst­ uroynni í gjár, og har vórðu tey kunnað um eitt nú ætlanirnar hjá SEV, eins og tey vitjaðu á høvdavirkinum í Leirvík. Og tað var Anita Brodén serliga hugtikin av. ­ At virkið kann skapa eina framleiðslu av tí, sum vanliga verður roknað sum burturkast er framúrskar­ andi. Og tað ger ikki virkið minni áhugavert, at tey nýta avlopshitan frá Brenni­ støðini sum orkukeldu, sigur Anita Brodén. Stórir møguleikar Ein onnur og rættiliga stór verkætlan er Nólsoy sum grøn oyggj, við varandi orku, í hesum førinum frá vindi. Anita Brodén vísir á, at tað er ógvuliga umráðandi, at hvørt land sær og hvørt øki sær letur sítt íkast í heildarloysnina. At tey koma við tí, sum er teirra styrki á umhvørvisøkinum. Tí øll hava ymiskar fyri­ treytir, sigur Anita Brodén. Hon nevnir sum dømi í tí sambandinum, at í Svøríki hava tey stórar skógir, sum saktans kunnu verða við til at minka um oljunýtsluna, meðan vit í Føroyum hava nærum óavmarkaðar møgu­ leikar innan bæði vindorku og alduorku. Og júst verkætlanin hjá SEV við SeWave helt svenska umboðið í umhvørv­ isnevndini vera ógvuliga áhugavert. ­ Tit hava allar fyritreytir fyri at fáa nakað veruligt burtur úr júst alduorku. Men vindorka er so avgjørt eisini ein møguleiki hjá tykkum, og júst innan vind­ orku og vindmyllur er menn­ ingin øgilig í løtuni, sigur Anita Brodén. Eisini Nólsoyarætlanin hevur stóran áhuga hjá svenska Ríkisdagsliminum. Hon heldur ætlanina vera ógvuliga spennandi, ikki minst um skipað verður so fyri, at ein rættiliga vind­ myllupark kann setast upp á oynni, sum kann veita orku til aðrar partar av landinum. ­ Innan vindmyllufram­ leiðslu er menningin í løt­ uni ógvuliga stór. Royndir verða gjørdar fyri at sleppa burtur frá stóru og ógvusligu veingjunum, og at menna vindmyllurnar so tær koma at virka sum ein spiral. Hetta fer at taka stóran part av tí skemmandi útsjóndini frá myllunum, samstundis sum tær verða minst líka effektivar, sigur Anita Brodén. Rapsolja Tá tosað verður um stóru oljunýtsluna í Føroyum, so er alt jú relativt. Sum útrokn­ ingarhátturin er, teljast Føroyar millum mest dálk­ andi londini í heiminum. Men hetta kemst sum nevnt bert av útrokningarháttin­ um. Sum hesin er, verður útlátið roknað fyri hvønn íbúgva, og tá vit hava ein lutfalsliga stóran skipaflota, sum allur nýtir olju, so sig­ ur tað seg sjálvt, at útlátið verður stórt fyri høvnn íbúgva. Men samlað í alheims­ høpi, er føroyska útlátið minni enn ein dropi í havin­ um. Kortini eigur hetta ikki at steðga okkumn í at gera okkara ítarsta fyri at finna mátar at minka um útlátið av koltvíiltu, heldur Anita Brodén. Ein máti er, sum Erling Simonsen eisini hevur víst á, at nýta alternativt brenni­ evni til bilar. Hann nýtir rapsolju á sínum bili, og tað sama ger Anita Brodén. Hon sigur, at allir dieselbilar lættliga kunnu koyra við rapsolju. ­ Tað er ógvuliga týdning­ armikið, at vit royna at finna alternativ brennievni. Ser­ liga verður hugsað um raps­ olju og ethanol, sum kundu verið eitt framtíðar ískoyti, sigur Anita Brodén. Stóri trupulleikin er sjálv­ andi skipaflotin. Hann telur jú 45% av samlaða føroyska útlátinum, og stóra avbjóð­ ingin verður væl at finna útvegir at minka um olju­ nýtsluna til skipini. Men samanum tikið held­ ur Anita Brodén tað síggja ógvuliga spennandi út við teimum verkætlanum, sum eru í umbúna í Føroyum. Tað er galdandi fyri bæði alduorku og vindorku. ­ Soleiðis sum tað sær út í løtuni, gleði eg meg at kunna koma aftur til Føroya um eini tvey ár fyri at vita, hvussu langt, tit eru komnir við teimum verkætlanum, sum tit eru í holt við. Tí tað er heilt vist, at um tær ætl­ anirnar eydnast hjá tykkum, kunnu tit gerast førandi inn­ an alternativa orku í heimin­ um um nøkur ár, sigur Anita Brodén. Føroyar eru fantastiskar Dracula-borgin til sølu Tiltikna borgin hjá Dracula er sett til sølu. Borgin, har søgan hjá írska Bram Stokers um Dracula fer fram, hevur eisini hýst teimum kendu filmunum um Dracula. Eigarin, sum er listamaður í New York, hevur ongar ætlanir um at flyta aftur til Rumenia, og hevur tískil valt at seta borgina til sølu. Enn er eingin prísur settur á 600 ára gomlu borgina, men fyrr hevur verið mett, at borgin hevur eitt virði á hálva milliard. Svenski Ríkisdagslimurin og limurin í umhvørvisnevndini hjá Norðurlanda­ ráðnum, Anita Brodén, hevur júst vitjað í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Misálit til Festival Væl umtókti danski tónleikafestivalur, Roskildi Festivalen, er endað á einum lista yvir teir vánaligastu tónleikafestivalarnir nakrantíð. Tað er amerikanska blaðið Blender, ið ikki metir danska festivalin hægri enn eitt pláss á keðiliga listanum.