fríggjadagur 29. juni 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2007
41
lýsingar
Lærarastarv í
Viðareiðis Skúla
Viðareiðis skúli søkir eftir einum lærara í
tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08 at
byrja 1. august 2007
Søkt verður eftir einum lærara til fulla tíð
Tann, ið sett verður skal:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva
• verða fús/fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka
sær at undirvísa í:
• føroyskum, ítrótti og handaverk og list í 1. flokki
• donskum og enskum í 4. og 5. flokki
• handaligum lærugreinum
Førleikakrøv
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu læru
greinum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka
skúlanum.
Løn
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1
– 27.4.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. juli
kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella
58 80 52.
Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði
Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo
Honda Civic 1.6i vteC
Ein sera vælhildin svart metallic honda civic 1.6 i vtEc.
km 60.600, árg. 20.09.2001 við stjørnu alufelgum,
spoylara aftan, fjarðstýrt centrallàs,aircondition, el rútar,
radio v.cd. v.m. bilurin er eyka tectylviðgjørdur
eftir kl 18 tlf 315860 / 210600
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Dagstovnurin í Løkjatúni søkir eftir varaleiðara at arbeiða 40 tímar
um vikuna og einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna.
Størvini eru til frítíðarskúlan og barnagarðin.
Stovnurin
Dagstovnurin í Løkjatúni er nýggjur stovnur, ið er normeraður til 50
fríðtíðarskúlabørn frá 1. og 2. flokki úr Argja skúla, 16 barnagarðs-
børn og 12 vøggustovubørn.
Dagstovnurin í Løkjatúni kann bjóða eitt spennandi og mennandi
umhvørvi. Uttan fyri er Sandá og Sandagerð har børnini ofta fara
at fanga kombikk og krabbar. Ítróttarvøllur er eisini í nærumhvørv-
inum. Innandura hevur Dagstovnurin eitt vælútgjørt verkstað og
fjølbroyttar møguleikar at menna kunnleika innan tónleik og teldur.
Málið hjá stovninum er at fáa allan stovnin at koyra sum eina eind,
so børnini, innan tryggar karmar og undir eftirliti og vegleiðing av
vaksnum, kunnu stimbrast og mennast sálarliga, sosialt, handaliga
og rørsluliga.
Størvini
Varðaleiðarin skal saman við leiðara mynda allan stovnin bæði
innanhýsis og uttanhýsis. Neyðugt er, at varðaleiðarin er 30 tímar
‘inni í normering’ og byrjar 6. august ella eftir nærri avtalu.
Pedagogurin fer at arbeiða 30 tímar og byrjar 6 august ella eftir
nærri avtalu.
Vit vænta av tykkum at tit kunnu
• menna tað pedagogiska støði á stovninum
• skapa ein tryggan gerandisdag
• samstarva
• opin fyri broytingum
• positivt lívsýni
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir í hendi í
seinasta lagi 20. juli 2007.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Steinbjørn Olsen, tlf. 214227.
Tórshavnar kommuna
Varaleiðari og pedagogur
Frá Sandvíkar skúla
Søkt verður eftir lærara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærara
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans.
• skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv
millum skúla og heim.
• skal vera førur fyri at loysa trupulleikar og at
samstarva.
• skal eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest
burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.
Starvið fevnir um uml. 8 avlopstímar.
Starvið verður lønt
í lønarflokkum 18.1 – 27.4 sambart avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2007/08.
Førleikar
Læraraútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving.
Umsókn saman við prógvi, c.v. o.ø. skal vera Sandvíkar
skúla í hendi í seinasta lagi 12. juli 2007 kl. 16.00.
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar til starvið, kunnu ringja
til einalæraran Nitu Næs á tlf. 375917 ella 217917.
Send umsóknina til:
Nitu Næs
850 Hvalba
SkrivStovunæmingur
Á Fútaskrivstovuni í tórshavn er eitt lærupláss í
skrivstovuyrkinum – almenn fyrisiting – leyst at
søkja til setan 1. september 2007.
umsøkjarar mugu hava staðið fráfaringarroynd
fólkaskúlans og FHS-, HH-, Students- ella HF-
prógv.
Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv
næmingurin hevur frammanundan.
Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á
handilsskúla í 15 vikur tilsamans.
Løn verðu veitt eftir sáttmála millum fíggjar-
málaráðið og Hk-felagið.
umsókn, prógv og møgulig viðmæli verða at
senda Landfútanum, Smyrilsvegur 20, postboks
3018, 110 tórshavn í seinasta lagi 23. juli 2007.
Føroya LandFúti
tórshavn, tann 27. juni 2007
karen marie olesen