Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 123 • 29. juni 2007 Komandi vikan verður meira enn nakað merkt av ítrótti. Oyggjaleikir eru á Rhodos, og sum vant er føroyska ítróttarliðið væl mannað. Øll vilja tey sjálvandi gera sítt allarbesta, og ivaleyst verða nøkur heiðursmerki eisini úrtøkan, tá avtornar. Eins nógv sum heiðursmerkini glitra, er tað tó eisini ein dystur móti sær sjálvum, at íðkararnir skulu stríðast. Persónlig mál og met skulu náast, og fyri einstaka ítróttarfólkið hava hesi eins stóran týdning, sum gullið hevur tað. Hvat mótstøðan megnar at avrika, eru okkara ikki harrar fyri kortini. Sum tiltak eru oyggjaleikir so nógv tað størsta, sum føroyskur ítróttur er partur av. Síðani fyrstu leikirnar fyri 22 árum síðani er tiltakið bara vaksið, og í ár er samlaða luttakaratalið um tey 3.000. Hjánavnið »Friendly Games« ber eisini boð um, at hetta eisini er meira enn bara ítróttur. Vinarbond verða knýtt millum bæði íðkarar, leiðarar og áskoðarar, og nógv av hesum verða somikið væl knýtt, at tey halda restina av lívinum. Í Sosialinum hevur ítrótturin í nógv ár verið eitt av kjarnuøkjunum, og oyggjaleikir eru einki undantak. Við á Rhodos eru tveir blaðmenn og ein myndamaður, og komandi dagarnar fara hesir at greiða lesarum heima í Føroyum frá, hvussu leikur fer. Bæði tá størstu sigrarnir verða vunnir, og tá okkurt vónbrotið eisini fer at raka. Sosialurin Serblað í Sosialinum fríggjadagin 29. juni 2007 Blaðfólk: Jákup Mørk Rólant Waag Dam Pætur Albinus Myndamenn: Álvur Haraldsen Jens Kr. Vang Lýsingar: Birgir Waag Høgnesen Umbróting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sosialurin oyggjaleikir 07 oyggjaleikir 07 Vinaleikir Seinastu leikirnir vórðu hildnir í passaligum hita á Hetlandi, har tað eisini regnaði onkuntíð. Øðrvísi verður á Rhodos næstu vikuna. Savnsmynd. Jens Kr. Vang Á Oyggjaleikum verður dúgliga kappast, men íðkarnir duga eisini væl at hava tað gott saman, og nógv vinarbond eru knýtt á Oyggjaleikum Savnsmynd: Jens Kr. Vang